Arbeiðsmarknaðurin í brekpolitiskum javnstøðubrillum

september 16, 2021

Fólk, ið bera brek, hava rætt til at arbeiða og forsyrgja sær sjálvum á einum rúmligum og atkomuligum arbeiðsmarknaði. Tí eiga átøk áhaldandi at gerast fyri at tryggja, at øll fáa vegleiðing í at finna, fáa og varðveita sítt pláss á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsmarknaðurin í javnstøðubrillum

Í vikuni skipaði Javnstøðunevndin og Almannamálaráðið fyri áhugaverdari ráðstevna um javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum. Tey trý økini, ið vóru tikin fram, vóru: børn, menning og javnstøða, familjupolitikkur, kyn og arbeiðsmarknaðurin og at enda arbeiðsmarknaðarhagtøl og kyn.

Fokus var á javnstøðu millum kvinnu og mann og ikki á brekøkið. Kanska er tað ikki løgið, tí eingi hagtøl á Hagstovu Føroya vísa, hvussu mong, ið bera brek, eru á arbeiðsmarknaðinum – ella ikki eru har.

Tá tað ber til í øðrum londum at útvega hagtøl, eigur tað eisini at bera til í Føroyum, til dømis í samstarvi við Almannaverkið og arbeiðstakarar. Hetta eigur at gerast natúrligur partur, tá ið tosað verður um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.


Arbeiði og starvssetan

Grein 27, Arbeiði og starvssetan, í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, vísir millum annað á, at Føroyar eiga at viðurkenna rættin hjá fólki, sum bera brek, at arbeiða á jøvnum føti við onnur.

Hetta fevnir eisini um rættin at vinna til lívsins uppihald við arbeiði, sum valt er av fríum vilja, sum er opið og tekur øll við.

Vit kunnu og vilja arbeiða.


Hagtøl, ið ikki eru

VIVE, danski granskingar- og analýsustovnurin fyri vælferð, vísir í frágreiðingini Handicap og beskæftigelse 2019, at 58 prosent av danskarum, ið bera brek, eru til arbeiðis, í mun til 84 prosent av danskarum sum heild. Er hetta talið øðrvísi í Føroyum? Tað hava vit onga orsøk til at halda.

Mona Larsen frá VIVE sigur, at „ein av avbjóðingunum er at seta fólk, ið bera brek, saman við uppgávum, tey megna. Tað veldst jú um at gagngnýta evni og tilfeingi í hvørjum einstøkum.”

Her er ein av grundleggjandi avbjóðingunum manglandi vitan um brek, og óivað eisini um tær kompenserandi skipaninar, sum longu eru.

Fyritreytir fyri at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin eru smidligar og inkluderandi skipanir saman við atkomuligum og rúmligum arbeiðsplássum.


Smidligt at seta í starv

Føroyar eiga at viðurkenna rættin hjá fólki, sum bera brek, at arbeiða á jøvnum føti við onnur. Tað hevur týdning fyri okkum øll at hava og varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tí eiga vit í javnstøðubrillum at savna hagtøl og samstundis gera tað eins lætt at starvsseta fólk, ið bera brek, og onnur.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024