Fylgjaraskipanin víðkað við náttúruterapi

oktober 4, 2021

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.

Á myndini eru Róa Midjord, Náttúruterapi, Jónvør Christiansen, aðalskrivari hjá MEGD, og Jensia Brodersen, Náttúruterapi.

Fylgjaraskipanin var í farnu viku víðkað til eisini at fevna um náttúruterapi. Hetta merkir, at um tú hevur fylgjarakort frá MEGD, so kanst tú fara til náttúruterapi uttan at gjalda fyri fylgjaran. 


Ja, hvat er so náttúrugrundað terapi?

Á heimasíðuni stendur millum annað, at „náttúrugrundað terapi er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Henda viðgerð hevur verið nýtt til fleiri ymiskar sinnisligar líðingar í øldir. Men tað er ikki fyrr enn tey seinastu ”ára-tíggju”, at gransking hevur víst, hvat tað er, sum náttúran kann, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð í tí terapeutisku tilgongdini.

Kanningar vísa, at serliga fýra viðurskiftir skulu vera galdandi, um eitt umhvørvi skal virka sinnisliga linnandi:

  • ​At tú upplivir umhvørvið hugtakandi, lokkandi og fært hug til at kanna tað nærri.
  • At tær dámar at vera har og trívist í kringumstøðunum.
  • At tú kennir teg vera nóg langt burturi frá dagligum skyldum.
  • At tað er samsvar ímillum tað, tú hevur hug til og tað, sum kringumstøðurnar hava at bjóða.

Eisini er tað av týdningi, hvørjar náttúrudygdir ella hvørji upplivilsivvirðir náttúran hevur í sambandi við náttúrugrundaða terapi. Tað er millum annað at náttúran er trygg, rúmlig, lívfrøðiliga fjølbroytt, friðsæl o.s.fr.

Arbeiðshættir ið vera brúktir eru samrøður, andadráttsvenjingar, sansa-, nærveru- og kroppsterapeutiskar venjingar."


Fylgjarakort - hvat er tað?

MEGD fegnast um, at fylgjaraskipanin nú er víðkað, tí fylgjarakort verður útflýggjað fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Her finnur tú kanst umsókn til fylgjarakort.

Støð har kortið er galdandi eru:

Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum.

MEGD takkar Náttúruterapi fyri avtaluna, sum nú er komin í gildi. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024