Einsligt hjá MEGD og limafeløgunum á brekøkinum

november 4, 2021

Hvørt ár møtast norðurlendsku meginfeløgini, og hvørja ferð er áhugavert at tosa saman um støðuna á brekøkinum. Londini eru ymisk, og tó eru fleiri viðurskifti, sum vit kenna aftur hvør hjá øðrum. Hesaferð vóru tað Ísland, Norra, Grønland, Danmark, Finnland og Føroyar, ið luttóku.

Þórný Björk Jakobsdóttir tók myndina

Afturvendandi viðurkenning

Ein afturvendandi viðurkenning hjá MEGD á slíkum fundum er, at tað er einsligt at arbeiða á føroyska brekøkinum. Í dag er tað bara MEGD saman við limafeløgunum, sum arbeiðir mótvegis og í samstarvi við politisku skipana. Í øðrum londum eru tað aðrir stovnar, felagsskapir og feløg, sum saman við meginfelagnum røkja hesa uppgávuna.

Tí eiga vit skjótast gjørligt at víðka um tey, ið eru virkin á brekøkinum. Til dømis kann íverksetanin av grein 33 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, gera mun.

MEGD hevur seinastu árini víst á tørvin á óheftum eftirliti við íverksetanini av ST-sáttmálanum. Hetta kundi verið sett í verk við talsfólki, sum arbeiðir øðrvísi enn eitt meginfelag sum MEGD.

Talsfólkið skal millum annað lýsa brekøkið breitt við hagtølum og frágreiðingum, sum vísa á, hvar vit eru, tá ið talan er um at íverkseta sáttmálan, hvat skal gerast, og hvussu gongur við at fremja framstig, ið gera mun fyri borgararnar.

 

Breiðari samstarv og savna vitan

Mánadagin í vikuni var MEGD, í sambandi við fundin við norðurlendsku meginfeløgunum, aftur á fundi við Institut for Menneskerettigheder. Greitt varð frá arbeiði teirra, og aftur er viðurkenningin, at MEGD og limafeløgini eru tey einastu, ið eru virkin á føroyska brekøkinum. Onnur lond hava øll eina meira samansetta skipan enn Føroyar.

Nanna Margrethe Krusaa og Mette Gaardsted Frandsen vístu á, at tey arbeiða grundleggjandi fyri at skapa broytingar fyri tey, ið bera brek, og ikki uppliva javnrætt. Av tí, at tey arbeiða yvirskipað, breitt, gjøgnum evropiska samveldið og altjóða, er tað lættari at skapa tær broytingarnar, sum gera mun. Eisini ber tað í teirra føri betri til at hugsa tvørfakliga, so samstarvað verður yvir um ymisku mørkini, ið skapa trupulleikar.

Tí er netverkið størri við ymiskum samstarvsfelagum, sum saman tosa við politiska myndugleikan.

 

Samstarv við grønlendska talsfólkið

Spurt varð um, hvussu tað nú er í Føroyum. Svarið er aftur hesaferð, at vit standa uttanfyri. Politiskt hava Føroyar ynskt at standa uttan fyri eftirlitið, sum instituttið hevur við íverksetanini av sáttmálanum í Danmark og Grønlandi. Hetta skilir MEGD, men tó er tað óskiljandi, at vit enn ikki hava fingið líknandi eftirlit at virka.

Enn er einki óheft eftirlit og einki talsfólk.  

Grønland fekk talsfólk á brekøkið í 2018, so spurt varð, hvar hetta kemur inn í arbeiðið hjá instituttinum. Jú, instituttið samstarvar við grønlendska talsfólkið millum annað um ST-sáttmálan, skuggafrágreiðing, evnislista til ST og samstarva eisini við limafeløgini í Grønlandi. Hetta skapir kærkomna vitan hjá báðum pørtum, og tey skipa saman fyri árligari ráðstevnu.  

Ein av høvuðsuppgávunum hjá instituttinum er at skapa viðurkenning av fólki, ið bera brek, við at bróta niður mørk. Tey peika á, at tað er ein gjøgnumgangandi trupulleiki, at danskur og grønlendskur hugburður er ov gamal og skapir tí óynskt mørk. Hetta seta tey fokus á og koma við tilmælum um, hvussu hetta kann verða broytt.

Eisini arbeiða tey við trupulleikanum, tá ið lógir verða smíðaðar og settar í verk og tó ikki fara at virka eftir ætlan. Tá viðgera tey spurningar sum, hvat er tað, sum ikki virkar, hvussu skulu lógirnar tulkast og setast í verk og taka annars tað upp, sum ikki kemur av sær sjálvum.

Instituttið fyrireikar hvørt ár átøk eftir tí, sum hendir í danska samfelagnum t.d. kommunuval, fólkatingsval og aðrar viðkomandi hendingar, har tey kunnu hava ávirkan. Har royna tey at taka ítøkilig stig, ið skapa batar á brekøkinum.

 

Yvirskipað og persónsmál

Instituttið arbeiðir eisini við persónsmálum. Tey ráðgeva fólki, ið bera brek, og tey meta um mál, tá ið fólk siga seg hava upplivað mismun. Um tað verður mett sum mismunur, fara tey saman við borgaranum víðari við málinum. Hetta ger tað lættari hjá borgarum t.d. enn at klaga til dómstólarnar. Tað hevur týdning, sum tey siga, at onkur møtir borgarum, og geva ítøkiligan ráðgeving. Hetta gevur víðari ítøkilig fyridømi, sum kunnu brúkast at menna framtíðar viðurskifti.

Her er nakað at arbeiða við hjá Føroyum.

 

Brekbarometrið

At enda varð víst á brekbarometrið, handicapbarometer.dk, sum instituttið saman við granskingardeplinum VIVE, Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærds, hevur staðið fyri.

Datagrundarlagið hevur Vive framleitt við livikorskanningum av dønum, ið bera brek (eisini nevnt SHILD). Síðani 2012 eru hesar kanningarnar gjørdar fjórða hvørt ár og hava minst 20.000 tilvildarliga valdir borgarar millum 16-64 svarað.

Hetta er bara eitt av amboðunum danir hava at fylgja við í, um tað, ið verður sett í verk virkar, og um tað, sum tey arbeiða við er tað rætta. Barometrið vísir á 10 ymisk samfelagsøki, og, sum víst varð á, so er í dag tørført at vísir á øki, har tað gongur rættan veg. Umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, á øllum økjum eru verri enn hjá øðrum, og tí gevur eitt amboð sum hetta meining við at gera støðuna á brekøkinum ítøkiliga, so miðvíst kann arbeiðast víðari.

 

Arbeiða framhaldandi

Aftur ein góður og áhugaverdur fundur saman við norðurlendsku meginfeløgunum. Her er nakað at gera heima í Føroyum, og tó hava hini meginfeløgini eisini nakað á mál. Slíkir fundir geva orku, og tað hava vit brúk fyri á brekøkinum, har vit framhaldandi fara at arbeiða við tí, sum skal fremjast.

 

Á myndini eru:

Jónvør Christiansen, aðalskrivar í MEGD
Anders Meilvang, frá grønlendska felagnum NIIK
Hans Reimer, formaður í grønlendska felagnum KNIPK
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Eva Þengilsdóttir, aðalskrivari í Öryrkjabandalags Íslands, ØBI
Kristine Reimer, skrivari í grønlendska KNIPK
Eva Buschmann, forkvinna í FFO, Funktionshemmedes Fellesorganisasjon
Sif Holst, næstforkvinna í DH, De danske Handikaporganisationer
Þuríður Harpa, forkvinna í Öryrkjabandalags Íslands, ØBI
Pirko Mahlamaki (væntar á myndini), forkvinna í finska Disability Forum

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024