Leinkið til tiltakið í MEGD-húsinum

desember 3, 2021

Leinkið til tiltakið altjóða dag teirra, ið bera brek, í MEGD-húsinum kl. 16 finnur tú her.

Olga Biskopstø og MEGD vóru gestir í sendingini Nón. Lurta eftir prátinum her.

Les meira um tiltakið:

3. desember er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Tá varpar MEGD - saman við alheims felagsskapum og stovnum - ljós á brekøkið. Dagurin var ásettur av Sameindu Tjóðum í 1992 við tí endamáli at varpa ljós á rættindi og livikor teirra, ið bera brek, á øllum økjum í samfelagnum.

Í ár verður dagurin hátíðarhildin saman við limafeløgunum í MEGD-húsinum kl. 16, tá granskingarverkætlan “Livikor hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum” verður løgd fram. Tað er Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, sum hevur verið verkætlanarleiðari, og Anna Katrin Matras, sum hevur verið hennara samstarvspartur. Saman við forkvinnuni og aðalskrivaranum hjá MEGD hava Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, og Ragnhild Dahl, ráðgevi hjá Javna, Firouz Gaini og Herit Albinus, Fróðskaparsetur Føroya, sitið í fylgibólkinum.

Í 2007 lat MEGD gera kanningina “Livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum – ein spurnakanning”, sum Olga Biskopstø og Martha Mýri løgdu fram. Við støði í kanningini frá 2007 setti MEGD í 2020 í verk nýggju granskingarverkætlanina, sum nú verður løgd fram.

Hetta er millum annað fyri at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD og limafeløgunum fyri at bøta um verandi umstøður. Út frá verkætlanini væntar MEGD eisini at síggja, um tað, sum seinastu árini hevur verið gjørt á økinum, munar, og um tillagingar og íverksetanir eru tær røttu.

MEGD takkar Betri Stuðul og Sjúkrakassagrunninum fyri stuðul. Uttan dygga stuðulin bar ikki til at gera verkætlanina.

Fríggjadagin ert tú vælkomin at vera saman við okkum í frástøðu í stroymingini. Byrjað verður kl. 16, og leinkið verður at finna á megd.fo.

Á vári 2022 verður samlaða verkætlanin løgd fram.
 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024