Framtíðarfulltrú er ein trygd

desember 8, 2021

Almannamálaráðið boðar frá, at tað nú verður møguligt hjá okkum øllum at stovna eina framtíðarfulltrú, meðan vit enn eru frísk og birg, og gera sjálvi av, hvør skal taka sær av okkara  fíggjarligu og persónligu viðurskiftum, um sjúka skuldi rakt, og vit gerast ófullfør.”

MEGD fegnast um, at undirtøka var á Føroya Løgtingi 7. desember 2021 fyri lógaruppskotinum. Eisini hevur verið áhugavert at fylgt við í umrøðuni av lógaruppskotinum.

Til hoyring í Trivnaðarnevndini vísti MEGD og limafeløgini á, at sjálvbodna framtíðarfulltrúin kann vera ein trygd bæði fyri borgaran og tey avvarðandi, tá ið sjúka sum t.d. demens, heilaskaði ella tung sálarsjúka rakar. Tá ein sjálvur ikki er førur fyri at taka týdningarmiklar avgerðir ella í persónligum viðurskiftum sum t.d. at søkja um heimahjálp, at fáa innlit í egna journal ella at gjalda rokningar.

Les upprunauppskotið og álitið frá Trivnaðarnevndini her.

Endamálið er at styrkja sjálvavgerðarættin og at gera tað møguligt undir skipaðum viðurskiftum at hava ávirkan á framtíðarviðurskifti.

Í álitinum frá Trivnaðarnevndini stendur m.a., at málið um framtíðarfulltrú styrkir um rættartrygdina og um sjálvsavgerðarrættin hjá fólki, sum á ein ella annan hátt gerast óhjálpin. Treyt fyri at kunnu veita framtíðarfulltrú er, at talan skal vera um, at viðkomandi fulltrúarveitari orsakað av sjúku, viknaðum sinnisligum virkisføri ella viknaðari heilsu ella líknandi ikki er førur fyri at taka sær av egnum fíggjarligum og persónligum viðurskiftum.

Lógin gevur tí einstaka møguleikan sjálvur at velja, hvør í framtíðini skal taka sær av privatu viðurskiftunum hjá viðkomandi, haravnavnið framtíðarfulltrú. Eisini er tað ein møguleiki í lógini at velja fleiri framtíðarfulltrúar, og broytingar kunnu eisini gerast í mun til val av framtíðarfulltrúa, so leingi fulltrúarveitari er førur fyri at takaavgerðina.

Treytin fyri at stovna framtíðarfulltrú er, at fulltrúarveitari er fyltur 18 ár og er førur fyri at virka skynsamt, og tí kann vera førur fyri sjálvur at avgera, hvør skal vera framtíðarfulltrúi. Framtíðarfulltrúi skal tó í størstan mun taka fulltrúarveitaravið í teimum avgerðum, sum verða tiknar.

Tað hevur týdning, at fulltrúarveitari og framtíðarfulltrúi møta persónliga upp hjá Familjufyrisitingini, so at tað kann tryggjast, at alt er farið rætt fram, eisini um talan verður um eina talgilda loysn í framtíðini.

Lógin um framtíðarfulltrú er eitt sjálvboðið alternativ til verjumál, sum tó ikki eigur at koma ístaðin fyri verjumál, men at greiður skilnaður verður gjørdur ímillum, nær talan kann vera um framtíðarfulltrú og nær eitt einstakt mál verður so víðfevnt,at talan er um eitt verjumál.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024