Brek, eitt hugtak í broyting

januar 14, 2022

MEGD-blaðið hesa ferð snýr seg um hugburð um brek. Sambært ST-sáttmálanum fevna fólk, ið bera brek, um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Her eru fororðini til blaðið, sum Jónvør Christiansen, aðalskrivari, skrivaði.
Myndina hevur Rick Guidotti tikið.

Sambært ST-sáttmálanum skulu londini binda seg til at viðurkenna, at brek er hugtak í broyting, og at brek er úrslit av sínámillum ávirkan millum fólk, sum eru viknað, og forðingar, ið standast av hugburði og umhvørvi, sum tarnar teimum til fulnar og á virknan hátt at vera við í samfelagnum javnbjóðis øðrum ((e) s. 1).

 

Brek -  ein broytilig og fjølbroytt samanseting

Sambært Bredgaard, Shamshiri-Petersen (2018) hava tað verið tvær ráðandi fatanir um brek. Tann medisinska ella læknafrøðiliga fatanin, ið hevur sjóneykuna á førleikatarn hjá tí einstaka og sjúkugreining (diagnosu), meðan tann sosiala fatanin hevur sjóneykuna á forðingar í umhvørvinum, sum forðar persóninum at virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, sum ikki hava brek. Rithøvundarnir leggja dent á, at brek er eitt samansett og fjølbroytt hugtak, sum hvørki kann avmarkast til ta læknafrøðiligu ella sosialu fatanina.  Hinvegin er tann relationella fatanin fjølbroyttari og hevur sjóneykuna bæði á niðursettan førleika og forðingar í umhvørvinum. Tað kann vera av niðursettum førleika sum lamni ella blindni, ella tað kunnu vera avmarkingar í at vera virkin, so sum at eta og ganga og avmarkingar at vera við á ymsum økjum í lívinum, tað veri seg í arbeiði ella útbúgving.

 

Fatan og hugburður í samfelagnum  

Vit kunnu spyrja, hvønn týdning hevur ráðandi hugburður, sum ofta er ótilvitaður, fyri okkara sjálvsfatan, tá ið vit bera brek? Hvat samband hevur hugburður við viðurkenningina, um barnið, ein fær, ber brek? Og hevur ráðandi hugburður í samfelagnum um brek týdning fyri virðingina og væntanina til fólk, ið bera brek og teirra møguleikum fyri at vera við í samfelagnum í útbúgving, arbeiði og sosialum tiltøkum? Og hvønn týdning hevur hugburðurin hjá heilsu- og starvsfólki fyri, hvussu ein verður møttur, tá ið ein ber eitthvørt brek?

Fyrst er umráðandi at spyrja, hvat hugburður er. Sambært Aiden og McCarthy (2014) er hugburður ein samansett blanding av fatanum, virðum og eyðkennum, ið sermerkja mátan, vit fata og kensluliga hugsa um onnur menniskju ella støður. Greinin eftir Aiden og McCarthy: Current attitudes towards disabled people byggir á kanning, gjørd í Bretlandi. Sambært hesi grein er vaksandi próvtilfar, ið bendir á, at einstaklingar, ið bera brek, uppliva, at hugburður hjá øðrum er ein stór forðing fyri útbúgving, frítíð, ferðing, atkomu til almennar tænastur, sosialari samveru og atkomu uttan fyri heimið. Rithøvundarnir leggja dent á, at útbreiðslan av jaligum og neiligum hugburði hevur týdning, um vit ætla at betra almenna hugburðin. Ráðandi almenni hugburðurin hevur ávirkan á livistøðið hjá øllum og ikki minst hjá einstaklingum, ið bera brek. Vit fara ikki at síggja nakrar betringar í livikorunum  hjá fólki, ið bera brek, um vit ikki loysa trupulleikan við hugburði samstundis. Neiligi hugburðurin hjá fólki er grundaður á tvørrandi forstáilsi av breki og tørvi hjá fólki, ið bera brek. Greinin staðfestir, at menn hava neiligari hugburð enn kvinnur, serliga millum tey ungu. Haraftrat hevur hugburðurin til minni sjónlig brek lyndi til at vera neiligari. Nógv av treganum, sum fólk kenna mótvegis breki, kann stava frá tvørrandi vitan, tí ikki nóg nógv kenna fólk, ið bera brek. Kanningin staðfestir, at fólk eru bangin fyri at siga okkurt skeivt, tá ið tey tosa við fólk, ið bera brek ella um brek. Kanningin vísti, at bæði almenningurin og fólk við breki halda, at bøtast kann um hetta við at hava meiri gerandis samskifti við fólk, ið bera brek, og at økt almenn undirvísing um brek fer at betra fatanina og viðurkenningina av einstaklingum, ið bera brek. Tilmælið er sostatt at tryggja, at fleiri møguleikar verða fyri samspæli við fólk, ið bera brek, og at stuðla jaligum frásagnum í miðlunum um fólk, ið bera brek. Miðlar hava stóra ávirkan og harvið stóra ábyrgd fyri útbreiðslu av fatanum. Sambært Orlansky og Heward (1981) hava miðlarnir høvuðsleiklutin, tá ið tað ræður um at skapa neiligar fatanir, sum aftur ávirka fólk við breki.   

Hyggja vit at donsku kanningini hjá VIVE: Personer med handicap Hverdagsliv og levevilkår 2019 vísir hon, at stórur munur er á fólki við og uttan brek, tá ið tað ræður um at vera við á grundleggjandi økjum í vælferðarsamfelagnum so sum útbúgving og arbeiði. 38 prosent av fólki við breki vóru ikki á arbeiðsmarknaðinum sammett við 12 prosent uttan brek. Og fyri persónar við størri breki var talan um 59 sammett við 21 prosent. Vit kunnu spyrja, um hetta hevur nakað við hugburð at gera?

Kanningin: Holdninger til handicap 2020, ið var tann fyrsta av sínum slag í Grønlandi, ið kannaði fatanina hjá grønlendingum av breki, vísti, at eins og í øðrum londum hava grønlendingar fordómar móti fólki við breki. Haraftrat vísti kanningin, at fólk sum heild ikki vita, hvat fólk við breki duga og ikki duga, tá ið tað snýr seg um at fáa sær útbúgving og at vera á arbeiðsmarknaðinum.  

Óvist er, hvørjar kanningar eru gjørdar av fatanini hjá føroyingum av breki, men tað hevði verið sera áhugavert at fingið at vita, hvørt lutfallið millum neiliga og jaliga fatan her á landi av breki er øðrvísi enn í londunum uttan um okkum.

Í vár var samrøða í Kringvarpinum, sum er áhugaverd og hugvekjandi, tá ið tað kemur til hugburðin hjá teimum, sum eru sett at ráðgeva komandi foreldrum, hvørs fatan stendur í andsøgn til upplivingina hjá foreldrum, ið hava royndirnar og fingið barn við breki. Vit kunnu taka tvey ymisk dømi frá Heilsuverkinum frá føroysku fjølmiðlunum á vári 2021, ið hava nakað við hugburð at gera.

Í samrøðu við Jórunn Dánialsdóttir á Dul Poulsen í Brunch í Kringvarpinum 10. apríl í ár greiddi hon frá, hvussu tað var at fáa eitt barn við Down Syndromi: Eg græt eitt heilt døgn, tá eg fekk tað at vita, at dóttirin hevði Down Syndrom. Men eg havi ongantíð grátið um Ester Mariu síðan ...  ongantíð ... Tvørturímóti hava vit fingið eina heilt aðra verð, sum vit ikki vistu, var til. Verturin spurdi, um uppfatanin á Down Syndrom var broytt? Ja, tað er rættiliga nógv broytt, tí nú ger mann nakkafoldskanning, og í dag kanst tú beinanveg, tú gerst við barn kanna, um tað er eitt barn við Down Syndrom. Eg vil siga, at nógv, sum fáa tað at vita, vita ikki, hvat tað er, og verða næstan eggjaði til at fjerna barnið, og av tí sama koma fá børn við Down Syndrom. Og eg haldi ikki, verðin verður penari av, at færri við Down Syndrom eru. Ein sum Ester Maria flytur fjøll og hjørtu, og øll, sum eg kenni, sum hava børn við Down Syndrom, siga tað sama.

Í samrøðu í Dimmalætting 5. mars 2021 við 24 ára gamla Georg Jacobsen, sum misti beinið í arbeiðsvanlukku, 19 ára gamal, greiðir hann frá góðu hjálpini, hann fekk í Heilsuverkinum, har tey fóru eitt stig víðari enn bara at veita sjúkrahúsviðgerð, men tey hálaðu fólk inn, ið høvdu verið úti fyri nøkulunda tí sama, og tí kundu beina honum á rætta leið. Frá byrjan fekk hann at vita, at hetta skuldi ganga.

Tað hevur týdning, hvørjum og hvussu vit verða møtt, tá ið lívið bjóðar av. Áheitanin hjá kenda myndamanninum, Rick Gouidotti, Broyt, hvussu tú hyggur, og hygg, hvussu tú broytist, er gagnlig at taka til okkum, skal okkara fatan gerast meiri víðskygt. Endamálið við hansara myndatøku er at broyta ta einstáttaðu fatanina at síggja menniskju út frá eini medisinskari fatan. Hann fór at kanna myndir í medisinskum bókum, og var skelkaðar av ómenniskjaligu lýsingini av sjúku og breki, sum vantaði allan ans fyri einstaklinginum. Hansara áheitan er heldur at síggja tann ótrúliga vakurleikan í hvørjum menniskja og serliga hjá teimum framúrskarandi fólkunum, ið liva við fjølbroyttum viðurskiftum, sama um tað snýr seg um viðføtt brek ella eitthvørt, sum er komið seinni í lívinum (Positive Exposure). Okkum tørvar at viðurkenna vakurleikan í ymisleikanum, at hugsa okkum um, men eisini hyggja okkum um og javnan endurskoða okkara fatan. Vit mugu taka okkara menniskjasýn til eftirskoðan (Birkler 2017). At broyta hugburð og menna empati kann minka gjónna millum fólk við og uttan brek (Rusu 2018). Vit mugu víðka okkara sjónarring, so vit kunnu viðurkenna tað virðismikla íkast, bæði tað, ið er og verður, sum fólk, ið bera brek, í síni heild veita trivnaði og fjølbroytni í sínum samfeløgum (ST-sáttmálin, m, s. 2). Fyritreytin fyri, at vit síggja tað virðismikla í hvørjum menniskja, er ein jaligur hugburður til fólk, ið bera brek, tí tað veldst um eygað, sum sær.

 

Keldur

Aiden, H. S., & McCarthy, A. (2014). Current attitudes towards disabled people. Scope.
https://research-information.bris.ac.uk/ws/portalfiles/portal/88783477/Aiden_and_McCarthy_2014.pdf
(Vitjað 19.04.21)

Birkler, J. Etik i ældreplejen. 2017. Munksgaard.

Bredgaard, T., Shamshiri-Petersen, D. 2018. BEDRE MATCH MELLEM PERSONER MED HANDICAP OG ARBEJDSMARKEDET - En litteraturgennemgang Forskningscenter for Handicap og Beskæftigelse: https://vbn.aau.dk/ws/portalfiles/portal/299824378/Litteraturgennemgang_endelig.pdf
(Vitjað 04.05.2021)

Kringvarp Føroya. Brunch 10.04.2021. Samrøða við Jórun Dánialsdóttir á Dul Poulsen
https://kvf.fo/brunsj?sid=122652
(Vitjað 03.05.2021)

Positive Exposure: https://positiveexposure.org/about-the-program-2/
(vitjað 07.05.2021)

Rusu, M. 2018. Adolescents with Physical Deficiencies – Between Tolerance and Rejection Changing Negative Attitude. file:///C:/Users/J%C3%B8rgen/Downloads/536-Article%20Text-977-1-10-20190710.pdf

Tilioq, Arnfjord, S.  (Ilisimatusarfik), Hallgaard Jonsson. A., I. og Daverkosen, D. (Tilioq) 2021: HOLDNINGER TIL HANDICAP – En undersøgelse af befolkningens holdninger til personer med handicap i samfundet og på arbejdsmarkedet 2020: https://tilioq.gl/wp-content/uploads/2020/11/Tilioq-Holdninger-til-Handicap-NOV20-web.pdf
(Vitjað 19.04.2021)

VIVE. Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd. 2019. Mona Larsen, Vibeke Jakobsen og Christian Højgaard Mikkelsen: Handicap og beskæftigelse 2019 – Viden til at understøtte, at flere personer med handicap kommer i beskæftigelse (vive.dk)
(Vitjað 03.05.2021)

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024