Global Disability Summit

februar 16, 2022

Mett verður, at umleið ein milliard av heimsins íbúgvum bera brek. Hetta er samstundis heimsins størsti minniluti, ein fjøltáttaður skari av fólki, sum býr í øllum londum og í øllum hugsandi umstøðum. Nøkur verða fødd við breki, og onnur fáa tað seinni í lívinum.

Tað er avgerandi fyri fólk, ið bera brek, at umstøðurnar verða lagaðar teimum. Hetta merkir eisini, at tey, ið búgva í londum, ið ikki virða rættindi teirra ella hava skipanir, ið kunnu kompensera fyri brek teirra, eru sera útsett. Tí hevur tað týdning, at hjálparfelagsskapir av øllum slagi hava hesi í huga, tá ið hjálp og tænastur verða veittar.

Í dag byrjar Global Disabity Summit, har felagsskapir og fólk úr øllum heimunum møtast á netinum, og um tú hevur áhuga at vera við, trýst so á leinkið omanfyri og melda til.

Tað er norska stórtingið og ganesiskir myndugleikar, sum eru vertir fyri ráðstevnuni. Endamálið er bæði at fremja inklusjón av fólki, ið bera brek, í altjóða humaniterum arbeiði og í menningarhjálp, og at tryggja, at ítøkiligar og bindandi avtalur verða gjørdar, so hesi fáa somu møguleikar og rættindi sum onnur.  

Hetta skal tryggja, at eingin verður latin eftir, sum heimsmálini fyri burðardyggari menning eisini vísa á.

Saman standa vit sterkari, og tað er sami hugburður, ið verður førdur fram her. Um fólk, ið bera brek, verða tikin við frá byrjan, tá ið menningarhjálp verður veitt, og tá ið humaniterir felagsskapir leggja ætlanir, seta í verk og eftirmeta hjálp og stuðul, so er tað ein vinningur.

Afturat hesum gevur ein slík ráðstevna møguleika fyri at hoyra og møta fólki, ið kunnu geva íblástur við at luta royndir, vitan, gransking og tilgongdir til inklusjón, so eisini misskiljingar um brek gerast færri.

Tí er tað ein sigur fyri fólk, ið bera brek, at Global Disability Summit nú bjóðar inn.

Ein av stóru avbjóðingunum á brekøkinum eru manglandi hagtøl, og hetta ger tað torført at síggja yvirskipað, hvar setast skal inn eftir tørvi. Í heimsmyndini gerast hernaðarlig stríð, kríggj, kreppur og umhvørvisvanlukkur vanligari, og hesar støðurnar raka fólk, ið bera brek, serliga meint.

M.a. gerast møguleikar til útbúgving, heilsutænastur og á arbeiðsmarknaðinum færri ella ongar, og hetta kunnu vit saman gera nakað við. Onkuntíð er tað manglandi vitan og fordómar, ið gera seg galdandi.

Sum partur av altjóða samfelagnum eiga Føroyar at liva upp til humaniteru reglurnar um, at altjóða samfelagið hevur skyldu til at veita neyðstøddum hjálp. Neyðhjálp verður umsitin í Uttanríkistænastuni og virkað verður sambært heimild ásett í fíggjarlógini, og endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.

Les meira um føroyska leistin her.

Alt hetta skal netfundurin Global Disability Summit í dag og í morgin vera við til at varpa ljós á við vón um at betra um umstøðurnar fólki, ið bera brek, liva í.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024