Nýggjasta
Íblástur frá norðurlensku og baltisku londunum

Í dag var norðurlendskur-baltiskur fundur í Tallinn, har prát og framløgur løgdu upp til, at orð vóru sett á, hvat verður gjørt, og hvussu arbeitt verður á brekøkinum í ymisku londunum.
Estland, Lettland og Litava saman við Svøríki, Norra, Danmark, Finnlandi, Grønlandi og Føroyum. Londini eru ymisk í stødd, máli og mentan og eisini í, hvussu nýtt arbeiðið við ST-sáttmálanum er, og hvussu langt er komið við at setta hann í verk. Stóru skandinavisku londini eru sum heild væl við. Hetta merkir ikki, at alt er komið upp á pláss, men heldur, at arbeitt verður miðvíst og breitt við at gera umtøðurnar hjá fólki, ið bera brek, atkomuligari í breiðastu merking. Við jøvnum millumbili verður eisini mett um, hvat er gott, og hvat skal broytast.
MEGD fekk møguleika at seta orð á arbeiði okkara og vístu vit á, at í einum lítlum landi sum Føroyar er vandin, at vit blint kopiera skipanir úr stóra landinum, sum ikki eru tær bestu fyri okkum. Her skulu vit menna okkara egnu loysnir, ið eru nøktandi fyri fólk, ið bera brek, og í tráð við ásetingarnar í sáttmálanum.
Í Føroyum tørvar okkum gransking og hagtøl á brekøkinum, tí var tað gott at kunna vísa til granskingarverkætlanina, sum Olga Biskopstø hevur staðið fyri. Verkætlanin vísir m.a. á, hvussu umstøðurnar hjá fyritíðarpensjonistum er broytt síðani 2007, tá ið fyrra verkætlanin varð gjørd. Hon vísir nevniliga, at fleiri átøk seinastu árini hava verið tey røttu, samstundis sum hon vísir, hvørji onnur átøk skulu gerast.
Eisini vísti MEGD á, at brekpolitiskt arbeiði er tvíbýtt. Eitt eru lógir, skipanir, veitingar, sáttmáli og politiskt samstarv, og hitt er hugburður millum føroyingar til fólk, ið bera brek. Har hevur MEGD gjørt eitt ávíst arbeiði m.a. við myndaframsýning í 2018, MEGD blaði um hugburð og bók við persónligum søgum í 2021. Sjálvsagt skulu fyrr nevndu viðurskiftini virka, men tað hevur eisini avgjørdan týdning, at fólk, ið bera brek, kenna seg hoyrd, sædd og viðurkend sum heilir borgarar í føroyska samfelagnum. Hetta hendir í sosialu sambondunum millum fólk, sum eru neyðug fyri at kunna liva og virka.
Eyðkennini fyri framløgurnar fyri baltisku londini vóru, at tey í mong ár hava havt skipanir við stórum stovnum fyri fólk, ið bera brek, sum í stóran mun ikki hava verið sjónlig í samfelagnum sum heild. Hetta verður arbeitt við, og arbeiðið verður fyrireikað frá politiskari síðu. Tó kann tað vera ein avbjóðing, at óheftir felagsskapir ikki eru nóg sterkir og sjónligir í slíkum arbeiði. Embætisfólk síggja við sínum brillum og fólki, ið bera brek, við sínum, men samstarvið er við tíðini ment og samfeløgini broytast alsamt.
Orð varð eisini sett á flóttafólkastreymin, sum tey merkja serliga væl. M.a., at tað hevur týdning, at flóttar, ið bera brek, verða hjálptir á rættan hátt samstundis sum borgarar í londunum, sum hesi koma til, ikki verða settir í bíðirøðir ella missa rættindi, tí tey knappliga gerst so mong, ið hava stóran tørv á hjálp og stuðli.
Sum altíð, so geva slíkir fundir íblástur, og fyri okkum var tað serliga áhugavert at hoyra grønlendska Tilioq, sum er eindin hjá talsfólkinum. Tey arbeiða m.a. við frágreiðingum, gera kanningar og persónligar samrøður, savna hagtøl og gerast við hesum støðugt ein sterkari rødd í grønlendska samfelagnum. Sum tey greiddu frá, so eru avbjóðingarnar fleiri, men í vár verður frá politiskari síðu varpað út, hvussu gongur við at seta sáttmálan í verk, og í heyst verður ein ætlan klár, sum sigur, hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Anja Hynne Nielsen er talsfólk, og afturat henni var Anna Ida Jonsson, sum er verkætlanarleiðari hjá Tilioq.
Tey vístu til nýggja barnabók og undirvísingartilfar, sum liggur á heimasíðu teirra tilioq.gl.
Her eru nakrar myndir frá degnum.
LUKKA, sum sjálvsagt var við á ferðini, varð givin Merle Kuusk, sum er ráðgevi hjá NVC í Estlandi og stóð fyri fundinum.
Seinastu tíðindi

Norðurlendsk yvirlýsing - Vitlíki skal fremja rættindi og luttøku

Hvør verjir vælferðina?

Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur
