Liva sjálvstøðugt í egnum bústaði

juni 13, 2022

Í farnu viku var MEGD við á kveikingarferð saman við Almannamálaráðnum, Almannaverkinum og Landsverki. Endamálið við ferðini var at kanna, hvussu danir byggja bústaðir til fólk, ið bera brek, og hvussu teir liva upp til grein 19 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.  

Her eru myndir frá ferðini.

Sambært grein 19 viðurkenna føroyskir myndugleikar rættin hjá einstaklingum, ið bera brek, at liva sjálvstøðugt á jøvnum føti saman við øðrum, umframt at hesir persónar skulu hava møguleika at luttaka í tilgongdini at menna bústaðarviðurskifti og at avgera, hvar og undir hvørjum umstøðum tey vilja liva, so tey skulu ikki vera tvungin til at liva í serligum stovnsbústøðum.

Í fleiri ár hevur bíðilistin til bústaðir til fólk, ið bera brek, í Føroyum verið langur. Hesin trupulleiki er álvarsamur og avmarkar lívsgóðskuna bæði hjá borgarum og hjá avvarandi. Danir hava tí valt at gera tað til eina samfelagsskyldu at veita bústað til fólk, ið bera brek. Spurningurin er tí, hvussu vit í Føroyum veruliga kunnu fáa ferð á bústaðarbygging, so langi bíðilistin styttist og við tíðini hvørvur. 

Tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at samstundis, sum bústaðir verða bygdir, at vit hugsa vísiliga um lívsgóðsku hjá borgarunum og avvarðandi, fakligan kunnleika hjá starvsfólki, at persónliga tilfeingið verður gagnnýtt og at raksturin á bústøðunum samstundis verður skynsamur. 

Á ferðini varð vitjað var í:  
Kommunikationscentret, Region Hovedstaden
Favrskov Kommune: Botilbuddet Elbæk Alle og Plejecentret Solhøj
Horsens Kommune: Opgangsfællesskabet Fussingvej. 
Vejle Kommune: Udviklingscenter Skansebakken og Botilbuddet Postens vej.  
Ballerup Kommune: Botilbuddet Bybjergvej og Opgangsfællesskabet Skolehaven

Samanumtikið var ferðin lærurík og áhugaverd. Felags fyri hesar stovnar var, at teir sýntust væl skipaðir við innihaldsríkum gerandisdegi fyri borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Áhugavert var at síggja, at nakrir stovnar høvdu nógv sjálvboðin, ið vóru virkin sum vitjanarvinir. Nakrir stovnar vóru stórir og aðrir býttir í smærri eindir við færri borgarum í hvørjum. 

Vónandi setir íblásturin veruliga ferð á byggingina av virðiligum bústøðum til fólk, ið bera brek. Her eigur at verða sett inn skjótt og skynsamt og sjálvsagt við borgarunum í miðdepli. Eisini er umráðandi at hava í huga, at eitt talsfólk innan brekøkið kundi virka fyri at stuðla hesi tilgongd við at tryggja munagott samband millum borgarar og myndugleikar. 

Umframt aðalskrivara og forkvinnu hjá MEGD vóru í ferðalagnum: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarleiðari, Jóannes Dalsgaard, fulltrúi, Sigurd Lamhauge, stjóri, Nina Alberg Arge, arkitektur, Edvard Heen, stjóri og Hallur Thomsen, viðskiftastjóri. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024