Ólavsøkurøða løgmans: Frambrot at hóma

juli 30, 2022

Røða løgmans 2022 hevði vónríkar tættir viðvíkjandi brekøkinum. Samstundis sum MEGD fegnast um orðini fara vit komandi tíðina at virka fyri, at munagóðar ætlanir gerast veruleiki, so vit síggja frambrot í verki.

Hoyr røðuna við teksti her. Her kanst tú lesa røðuna við ískoytislista og løglista.
Jens Kristian Vang tók myndina.

                                                                 

Brekpolitisk virkisætlan

MEGD hevur seinastu árini víst á tørvin á eini brekpolitiskari virkisætlan, sum vísir á langtíðarætlanir á brekøkinum sum heild. Hóast eingin slík langtíðarætlan er gjørd enn, so nevndi løgmaður tó fleiri týðandi mál, ið viðvíkja brekøkinum.

Stórmál, sum bústaðir, útbúgving, arbeiðsmarknaðurin, bíðilistar, endurmenning, gransking, eftirmeting og eftirlit, hava grundleggjandi týdning fyri alt lívið hjá borgarum, ið bera brek, og eiga tí ikki verða handfarin við stuttskygdum loysnum. Stórmál eiga hinvegin at vera felagsmál, ið verða loyst við langtíðarætlanum og í samstarvi við allar politiskar flokkar, soleiðis at tey ikki verða treytað av, hvørjir flokkar sita í samgongu ella, hvussu politiskir meirilutar ella minnilutar eru samansettir.

Stórmál mugu harumframt handfarast við munadyggum tvørgeiraligum samstarvi og undir ongum umstøðum verða avmarkað ella seinkað av manglandi samstarvi millum ymiskar stovnar, ráð, arbeiðsbólkar, aðalráð ella nevndir.

Nøkur stórmál, ið vónandi skjótt verða sett í verk eru talsfólk á brekøkinum, fleiri bústaðir, avtøka av bíðilistanum til barna- og ungdóms psykiatriina og skipan av einum samskiftisdepli.

 

Talsfólk á brekøkinum   

Sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð viðurkendur og staðfestur í 2009, og hevur til endamáls at tryggja, at borgarar, ið bera brek, verða virdir sum javnbjóðis borgarar í einum rættarsamfelag og til fulnar kunnu nýta øll grundleggjandi manna- og frælsisrættindi á jøvnum føti við onnur.

Sáttmálin tryggjar borgarum, ið bera brek, grundleggjandi mannarættindi og staðfestir eitt nú, at myndugleikin skal í samsvari við grein 33 seta í verk eitt óheft eftirlit við íverksetanini av sáttmálanum. 

Løgmaður segði í røðu síni, at nú verður talsfólk - brekumboð - veruleiki. Talsfólkið skal hava eftirlit við stovnum og myndugleikum innan vælferðar- og heilsuøkið. Harumframt skal brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá borgarum, ið bera brek. 

 

Fleiri bústaðir

Løgmaður viðurkennir sváru bústaðarneyðina innan brekøkið. Ætlanin er tí at gera langtíðarætlan um at byggja vardar bústaðir komandi árini, tí tørvurin er ovurstórur, og bíðilistin gerst alsamt longri. 

Langtíðarætlan skal vísa á, hvørjir bústovnar, virknistilboð og umlættingartilboð skulu byggjast komandi 10 til 15 árini. Hetta er eitt ynski frá avvarðandi og áhugabólkum, samstundis sum hetta er ein fyrimunur í sambandi við fyrireikingarnar at byggja vardar bústaðir, soleiðis at óneyðugir steðgir ikki koma í byggifyrireikingarnar.

Her eiga vit samstundis at ansa eftir, at stovnar komandi árini ikki gerast ov stórir. Í ískoytispartinum til røðuna stendur, at fyri at gagnnýta starvsfólkaorkuna og fáa ein skynsaman rakstur er neyðugt at byggja størri og fakliga sterkari stovnar, sum eisini hava góðar fysiskar karmar, ið fremja trivnað hjá búfólkum, starvsfólkum og avvarðandi.

Viðvíkjandi ætlanunum um at byggja størri eindir, vil MEGD vísa á, at sosialvísundalig gransking gevur greiðar ábendingar um, at borgarar við breki sum heild trívast betri í smærri eindum. Um nakað annað er galdandi, ynskir MEGD granskingargrundaðar frágreiðingar og hagtøl, ið vísa júst hvussu, og í hvønn mun tað er virðiligt at byggja størri eindir.  

 

Barna- og ungdómspsykiatriin

Løgmaður vísti á, at tað støðugt skal vera skjótari at sleppa til útgreiningar og viðgerðar í barna- og ungdómspsykiatriini. Hetta fer komandi tíðina vónandi at ganga skjótari, tí fleiri hava longu bíðað ov leingi.

Samstundis sum ung við angist og tunglyndi sum skjótast aftur mugu fáa bjóðað tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, so eiga vit yvirskipað at arbeiða við sálarheilsu og fyribyrging. Tað eru ov mong, ið stríðast, og sum ikki fáa nóg skjóta og góða hjálp.

Viðkomandi er royndarskipanin við sálarfrøðingi í fólkaskúlanum, sum nú skal verða eftirmett og støða skal takast til, hvussu hetta frameftir skal skipast. Góðar royndir eru longur gjørdar á hesum økinum, so vónandi verða hesar nýttar til at styrkja um mongu tænasturnar, ið longu verða veittar.

                                                              

Samskiftisdepil

Í ískoytislistanum fyri røðu løgmans stendur, at avbjóðingarnar hjá børnum og ungum við mál- og samskiftistrupulleikum verður raðfest sum tvørgeiraligt arbeiði, har dentur verður lagdur á at hoyra allar partar.

Hetta hevur stóran týdning fyri mong, tí partur av at vera menniskja er at hava eitt mál at samskifta við. Hóast hetta eru grundleggjandi mannarættindi, eru borgarar í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleika at menna eitt samskiftismál – teknmál, alternativt samskifti ella aðrar samskiftishættir.

Hesar ætlanir fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum verður vónandi meira enn ein hoyring, tí sum skjótast eiga vit at settar munagóðar skipanir í verk.

 

Bíðilistar styttast                                                  

Eisini er ætlanin at bíðilistarnir á kanningum og viðgerð í heilsuverkinum skulu greinast regluliga, so skjótari fæst at vita, hví teir leingjast, og hvussu teir skjótari kunnu styttast aftur.

Bráðfeingis tørvur er á gransking, hagtølum, eftirliti og eftirmeting av verandi mannagongdum og skipanum. Okkara vitan um brekviðurskifti eiga at byggja á eitt vísindaligt grundarlag og ikki á persónligar varhugar ella serlig ynski ella áhugamál hjá einstaklingum. Hetta ger, at vit hava eina veika skipan, har vit ikki rættiliga vita, í hvønn mun vit hjálpa borgarum, ið bera brek, avvarðandi teirra, og í hvønn mun starvsfólk trívast.

 

Glottar at hóma

Hóast vit enn sakna eina yvirskipaða brekpolitiska virkisætlan, sum ásetur eina langtíðar heildarætlan fyri alt brekøkið, eru glottarnir í røðu løgmans 2022 kærkomnir. Nú er týdningarmikið, at vit fara undir at fremja hesar ætlanir í verki

Við vón um at hesar ætlanir í verki fara at betra um lívsumstøðurnar hjá borgarum, ið bera brek, ynskir MEGD øllum viðkomandi pørtum eitt hugaligt og munagott samstarv um hesi týdningarmiklu mál.

***

Onnur mál úr ískoytislistanum til røðu løgmans 2022 eru:

  • bráðfeingis ókeypis sálarfrøðilig hjálp
  • bráðfeingis sálarhjálp, sum verður knýtt at Læknavaktini 1870
  • at víðka og betra um karmarnar hjá Rásini í Saltangará
  • at Tann góða tilgongdin skal endurskoðast og mennast og eigur at verða víðkað til at fevna um borgarar, sum bera onnur brek
  • at lóg fyri gransking, menning og nýskapan er ásett, at faknevndir verða settar, sum veita stuðul til gransking at fyrireikingarnar av verkætlanini
  • hjálp til fíggjarliga sperdar familju eftir hækkingin í prístalinum, sum hevur verið óvanliga stór í 1. og 2. ársfjórðingi í 2022
  • stuðul til húski við lágum inntøkum
  • óheft kanning av sernámsfrøðiligu tænastunum í fólkaskúlanum fyri at tryggja sernámsfrøðiliga økið
  • arbeiðsbólkur við umboðum úr heilsu-, almanna- og undirvísingarverkinum, ið skal orða ítøkilig boð upp á átøk, sum kunnu menna møguleikarnar hjá avvarðandi skipanum at samstarva, so at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum mennast og læra í fólkaskúlanum
  • at arbeitt verður við tøkniligum loysnum, ið loyva bókasøvnunum at læna út føroyskar ljóðbøkur umvegis heimasíður teirra
  • at gjørd er broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar, so at bygningar eldri enn 100 ár kunnu umvælast eftir ummæli frá Tjóðsavninum
  • at fólk við álvarsligari sjúku kunnu fáa dagpening í longri tíð, og fólk við útsettari pensjón, nú eru fevnd av dagpeningaskipanini
  • at foreldur, sum missa eitt barn yngri enn 18 ár ella fáa eitt barn, ið er deyðføtt, fáa rætt til at syrgja í frið

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024