Á flog við Atlantic Airways

september 30, 2022

Hósdagin 29. september varð fylgjaraavtalan millum Atlantic Airways og MEGD endurskoðað og undirskrivað. MEGD takkar fyri vælvild við vón um, at fylgjarakortið dúgliga verður nýtt.

Í seravtaluni millum MEGD og Atlantic Airways stendur, at fylgjari fær 50% í avsláttri av galdandi almannakunngjørda ferðaseðlaprísinum hjá tí ferðandi, sum hevur MEGD fylgjarakort, og avslátturin verður givin á øllum rutum hjá
Atlantic Airways.

Keyp av ferðaseðlum við serprísi, broytingargjøld og keyp av eyka tænastum, t.d. vistveiting, eyka viðføri, seturval v.m. er ikki fevnt av avsláttrinum í hesi avtalu. Avslátturin er treytaður av, at tann ferðandi kann skjalprógva, at viðkomandi hevur fylgjarakort frá MEGD. Somuleiðis er avslátturin treytaður av, at fylgjarin ferðast á somu fráferðum sum ferðandi við fylgjarakorti frá MEGD.

Um ferðandi við fylgjarakorti frá MEGD skal vera uttanlands í longri tíðarskeið (til dømis skal í skúla og má hava ein fylgjara at hjálpa sær at koma til og frá skúlanum), fær fylgjarin 50% í avsláttri av ferðaseðlaprísinum. Treytin er, at tann ferðandi við fylgjarakorti er við á út- ella heimferðini sama dag, sum fylgjarin, ella at fylgjarin ferðast út og heimaftur sama dag ella í seinasta lagi dagin eftir. Um fylgjarin steðgar longur, verður vanligur prísur goldin fyri tað strekkið, har tann ferðandi við MEGD fylgjarakorti ikki er við á ferðini.

Ferðaseðlar, fevndir av hesi avtalu, kunnu bert bíleggjast beinleiðis frá Atlantic  Airways á telefon 341000 ella booking@atlantic.fo. Avgreiðslugjald verður ikki tikið fyri bíleggingar gjøgnum fylgjaraskipanina hjá MEGD.

MEGD takkar Atlantic Airway fyri vælvilja og ynskir øllum, ið gagnnýta hendan møguleika, góða ferð.

Les meira um fylgjarakortið her.

Seinastu tíðindi

Norðurlendsk yvirlýsing - Vitlíki skal fremja rættindi og luttøku

juni 25, 2025

Hvør verjir vælferðina?

juni 20, 2025

Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur

juni 9, 2025

Hjartans tøkk bæði fólk, fyritøkur, feløg og kommunur

mai 27, 2025