Vælferð krevur breiðar semjur

desember 6, 2022

Á almenna borgararfundinum í vikuskiftinum umrøddu valevni úr øllum flokkum spurningin um Føroyar er eitt vælferðarsamfelag. Kjakið tók støði í stóru avbjóðingunum við vælferðarskipanum, og fitt av fólki varð møtt at lurta. Fleiri settu valevnunum spurningar, og aftur fleiri fylgdu við á netinum og í sjónvarpinum á Rás1.

Nógv áhugavert var ført fram, og sum heild vóru luttakarar samdir um, at hóast Føroyar helst er eitt vælferðarsamfelag, so tað ikki eitt vælferðarsamfelag fyri teir borgarar, ið hava størstan tørv á tænastum og veitingum. Eitt evnið á tiltakinum var ”virðiligari samskipan at basa tvørgeiraligum avbjóðingum”, og hvussu vit kunnu tryggja nøktandi fígging og betri samskipan millum verandi heilsu- og almannatænastur, soleiðis at borgarin fær hjálp, uttan mun til hvørja diagnosu viðkomandi hevur. Fleiri áhoyrarar søgdu sína søgu, og ein gjøgnumgangandi avbjóðing var, at teir noyddust at stríðast fyri at fáa ágóðan av teimum skipanum, ið varða av viðkomandi tænastum og veitingum. Valevnini tóku spurningar og søgur í størsta álvara.

Myndir frá degnum eru her.

Hetta setti gongd á prátið og í øllum førum fyri hesar borgarar ber til at siga, at vælferðartænastur einans rigga fyri tær familjur, ið hava ein ella fleiri persónar, ið hava styrki, áræði og áhaldni sjálvir at finna loysnir í viðkomandi skipanum. Hetta samsvarar við tað, ið MEGD sær í gerandisdegnum, nevniliga, at teir einstaklingar, ið bera brek, og avvarðandi og familjur teirra, ið ikki hava møguleikar ella neyðugt yvirskot, veruliga stríðast og hava niðursetta livigóðsku í føroyska samfelagnum undir verandi korum. Tí metir MEGD, at aftur fleiri borgarar stríðast við somu avbjóðingar. Nærum eingin gransking ella hagtøl eru innan vælferðarøkið, og nevndu støður vísa, hvussu stórur tørvurin á hesum í veruleikanum er.

Evnið ”bráðfeingis byggiverkætlanir til fólk, ið bera brek” var eisini umrøtt, og hvussu vit sum samfelag kunnu tryggja, at teir 503 borgarar við breki, ið innan 10 ár fara at hava tørv á vardum bústaði, fáa egnan bústað, ið er heimligur og hugnaligur. Umboð fyri allar flokkarnar vóru samd um, at tað er bráðfeingis tørvur á vardum bústøðum, og at samfelagið eigur at ”trýsta á speedaran” við at fyrireika, byggja og fíggja nýggjar bústaðir. Eisini er neyðugt at viðlíkahalda teir bústaðir, ið longu eru, tí hesir vera ikki viðlíkahildnir nóg væl.

Full semja var ikki um, hvussu avbjóðingarnar skulu loysast, í hvønn mun tað almenna ella privata skal loysa hesar avbjóðingar, og hvør stjórnarbygnaður skal liggja til grundar fyri viðkomandi átøk. Partarnir tóktust tó samdir um, at avbjóðingarnar við samskipaðum tænastum og at byggja bústaðir  eiga at fáa hægstu raðfesting, og at loysnir skulu finnast komandi valskeið. Gransking vísir, at trivnaðurin í smærri bústøðum er betri, enn í størri bústøðum. Umboðini fyri flokkarnar tóktust tí samd um, at nýggir bústaðir ikki mugu vera ov stórir, men at hesir í mesta lagi mugu hýsa 10-12 borgarum.

MEGD er óheft av politiskum áhugamálum og tekur tí ikki politiska støðu til, hvussu hesar avbjóðingar skulu loysast. MEGD fegnast tó um, at umboð fyri allar flokkar tóku hesi mál í størsta álvara, og at umboðini ásannaðu, at mangulin upp á bústaðir til borgarar, ið bera brek, er ovur stórur og at tørvurin fer at vaksa alsamt næstu 10 árini, og at tað er neyðugt at samskipa, uppraðfesta og breiðka um verandi tænastur og veitingar. Tó vil MEGD gera vart við, at borgarar, ið bera brek, hava rætt til hóskandi tillagingar, ið byggja á fakliga servitan, og at átøk eiga at verða skipað í samstarvi við tey áhugafeløg, ið varða av áhugamálunum hjá teimum borgarum, ið skulu vera brúkarar av tænastum, og sum skulu kalla nýggju bústaðirnar sítt heim.

MEGD vónar, at tað nú verður handlað, og at tað verður møguligt at fáa langtíðar semjur um at finna loysnir upp á avbjóðingarnar innan brek- og vælferðarøkið. Loysnirnar mugu byggja á eitt støðugt grundarlag, ið ikki áhaldandi verður umstrítt og órógvað orsaka av partapolitiskum ósemjum.  

Um Føroyar skal hava eitt vælferðarsamfelag um 10 ár, er alneyðugt við breiðum semjum, og MEGD er tí av teirri fatan, at politikarar hava skyldu til at samstarva um slík stór og týðandi mál.

Servitan og samstarv við borgarar, ið bera brek, og avvarandi teirra, er grundleggjandi fyri at hendan menning skal røkka á mál. Gamalt er, at ”skjótt er skitið verk”, og MEGD vil gera vart við, at tað tryggjar fakliga dygd og fíggjarligt skynsemi, um verkætlanir og átøk verða væl og virðiliga fyrireikað, og skipað við nærlagni.

Tey, ið vilja síggja almenna borgarafundin, eru vælkomin at hyggja eftir honum á heimasíðuni hjá MEGD, ella við at klikkja HER.

Seinastu tíðindi

Verjir psykiatrilógin veruliga?

januar 27, 2023

Renturokningin av endurgjaldskrøvum broytist

januar 25, 2023

Broytingar í Psykiatrilógini

januar 25, 2023

Einki um okkum uttan okkum

januar 11, 2023