MEGD aðalfundurin 2023

februar 28, 2023

Lýst verður til aðalfund á Hotel Hilton mikudagin 29. mars kl. 17.00.

Skrá:

a. Val av orðstýrara
b. Formansfrágreiðing
c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
d. Framløga av fíggjarætlan til kunningar
e. Býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini
f. Innkomin mál
g. Val av formanni/-kvinnu, sum verður vald/ur fyri 3 ár í senn.
h. Val av limum til starvsnevndina, umframt tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Tveir limir standa fyri vali.
i. Val av løggildum grannskoðara, sum verður valdur fyri 2 ár í senn.
j. Innliman/striking av limafeløgum
k. Ásetan av limagjaldi
l. Ymiskt

Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri aðalfundin og uppskot til forkvinnu/mann og starvsnevndarlimir skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi 8. mars 2023.

Limir í limafeløgunum hjá MEGD kunnu møta á aðalfundinum.

Vinarliga boða frá luttøku á megd@megd.fo ella á tlf. 317373 týsdag-hósdag kl. 10-15 í seinasta lagi 27. mars 2023 kl. 12.

Starvsnevndin

Seinastu tíðindi

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU

mars 23, 2026

Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

mars 20, 2026

”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”

mars 19, 2026