Signa Vár er lívbjargari

mars 30, 2023

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen, ið hevur autismuórógv, arbeiðir sum lívbjargari í svimjihøllini í Havn. Í summar tók hon prógv sum fysiskur venjari á donskum skúla, og nú er hon farin í fulltíðarstarv sum lívbjargari

Orð: Eyðun Klakstein. Greinin stendur eisini í nýggjasta MEGD-blaðnum.

24 ára gamla Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen hevur síðan oktober starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í Havn, og tað hevur bæði verið avbjóðandi og mennandi fyri hana.

- Eg havi fingið eitt gott og spennandi starv, og tað er eitt sindur serligt, at eg, sum ikki havi dugað ella torað so væl at verið millum fólk, eri saman við fólki í øllum aldri alla tíðina í hesum starvinum. Men tað gongur væl, sigur Signa Vár.

Javnan er kjak um, hvussu fólk við autismuspektrumórógvi skulu umtalast, men Signa Vár leggur ikki so nógv í tað kjakið.

- Eg sigi sjálv, at eg eri autistur. Eg leggi ikki so nógv í tey ymisku heitini, ið vera brúkt, sigur hon.

Pápin Dávur Eyðunsson Sørensen heldur, at Signa Vár hevur ment seg nógv, eftir at hon hevur tikið útbúgving og er farin til arbeiðis í svimjihøllini. Hann er fegin um, at hon trívist so væl í nýggjum starvi.

- Eg má viðganga, at vit høvdu ikki sæð fyri okkum, at hon skuldi fáa sær fulltíðararbeiði beint eftir útbúgvingina. Vit roknaðu kanska við, at hon kundi hava okkurt parttíðararbeiði, men tað sær út til at rigga. Hon kann verða troytt, men tað kunnu vit onnur eisini vera eftir ein arbeiðsdag, sigur Dávur Sørensen.

 

Fleiri avbjóðingar

Signa Vár Joensen varð fødd í Danmark og búði niðri, til hon var sjey ára gomul. Bæði foreldrini eru føroysk.

Tá ið hon var seks ára gomul, fekk hon staðfest infantila autismu. Avleiðingar av hesum kunnu vera, at fólk megna illa at vera saman við øðrum og at samskifta við tey, at tey kunnu hava ilt við at hugsavna seg, og tey kunnu hava endurtakandi atferð og rutinur. 

   - Signa Vár var fødd við grønum fosturvatni, og tí hevði hon helst fingið onkra eitran í móðurlívi. Ein skanning vísti, at hon hevði havt eina lítla heilabløðing, nakað áðrenn hon var fødd, og tá fingu vit at vita, at tað kundi hava onkrar avleiðingar við sær. Tá ið hon var árs gomul, fekk hon meningitis, og tað kann eisini gera stóran skaða. Men vit vita ikki við vissu, hvat hevur ført til hennara Autismu Brá Órógv, sigur pápin, Dávur Sørensen.

Signa Vár var merkt av menningarórógvinum í uppvøkstrinum, men hon kláraði seg so væl, at hon kundi fara í vanligan fólkaskúlaflokk, tá ið hon sjey ára gomul flutti til Føroya.

- Tá ið vit fluttu til Føroya at búgva, dugdi eg lítið føroyskt, og eg mátti fáa eyka hjálp til at læra málið. Eg dugi framvegis ikki heilt at benda og seta setningarnar rætt saman, og viðhvørt spyrja fólk meg, hvaðani eg eri, sigur hon og smílist.

- Eg gekk í vanligum flokki í skúlanum í Hoyvík, og eg hevði stuðul at hjálpa mær. Eitt var at læra føroyskt, men eg hevði ilt við at læra meg at rokna. Eg minnist, at viðhvørt kundi eg blíva ill og skelda, tí um ting broyttust knappliga, ella tað ikki gekk, sum eg ætlaði, kundi eg verða frustererað av tí. Tað er vanligt hjá fólki við autismu, sigur hon.

- Eg lærdi nógv í skúlanum, og eg lærdi eisini at vera millum onnur børn og at samskifta við fólk. Eisini eftir skúlan havi eg ment meg.

Foreldrini upplivdu, at um alt var greitt og væl skipað, gekk sum eftir ánni hjá Signu Vár, og tí royndu øll at hugsa um hetta í sambandi við skúlan. Tað hevði eisini við sær, at seinni í fólkaskúlanum fekk Signa Vár góða hjálp frá stuðli at læra seg rokning, og hon dugdi væl.

 

Útbúgving í Danmark

Signa Vár gekk í Nám X í Eysturskúlanum, og eftir tað tók hon miðnámsútbúgving í flokki við ungum, ið hava autismuórógv, og tað tók fýra ár, fyrst í Hoydølum og seinasta árið á Glasi. Eftir tað fór hon á ítróttarháskúla í Suðuroy. Fyrst í 2021 fór Signa Vár á kenda vinnuskúlan Hansenberg í Kolding í Danmark. Har tók hon útbúgving sum fysiskur venjari. Útbúgvingin tók 18 mánaðir.

- Eg lærdi um kroppin og fysiska venjing, og eg fekk eisini frálæru í sálarfrøði, sum eg kundi brúka í arbeiðinum við fólki í til dømis venjingarhølum. Eg fekk nýggj amboð til at skilja fólk, at lesa tey av, at samskifta við tey og til dømis royna at motivera tey, sigur hon.

- Í grundini tori eg ikki so væl at tosa við fólk, so útbúgvingin var krevjandi hjá mær, men eg flutti meg nógv hesa tíðina. Eg var tilvitað um, at eg skuldi pressa meg sjálva og duga betur at hava við fólk at gera.

Yndi í Havn var praktikkpláss hjá Signu Vár. Har arbeiddi hon í hálvt ár, áðrenn hon fór á skúlan í Danmark, og hon var eisini í praktikk har. Henni dámdi væl í Yndi, og har megnaði hon alt betur at samskifta við fólk. Í juni fekk Signa Vár Joensen prógv sum fysiskur venjari frá Hansenberg.

 

Mennandi starv

Í oktobur byrjaði Signa Vár í starvinum sum lívbjargari í svimjihøllini í Havn.

- Hetta er fulltíðarstarv, og tað havi eg ongantíð roynt fyrr. Eg arbeiði í átta tímar um dagin í skiftandi vaktum. Eina viku arbeiði eg frá 6:00 til 14:00, og tá venji eg við parasport beint aftaná arbeiðstíð. Aðra viku arbeiði eg frá 14:00 til 21:30, og so arbeiði eg eisini fjórðahvørt vikuskifti.

- Tað er krevjandi hjá mær, men tað hjálpir mær væl, at vit skiftast um uppgávurnar, og at eg havi onkrar steðgir í arbeiðsdegnum. Mær dámar nýggja arbeiðið sera væl, og eg læri nógv nýtt. Tað er mennandi fyri meg, sigur hon.

- Eg havi eisini lært meg at vera erlig, um fólk spyrja meg um okkurt, sum eg ikki dugi at svara. So sigi eg teimum, at eg skal líka spyrja ein starvsfelaga um tað, og tey hjálpa mær fegin.

Signa Vár er eisini tilvitað um, at hon hevur onkrar serligar avbjóðingar orsakað av sínum autistiska órógvi. Hon skal hava greið boð og fastar karmar, og hon skal støðugt hugsavna seg fyri at samskifta við fólk í øllum hugsandi umstøðum í svimjihøllini.

- Eg vil fegin læra meg betur at brúka røddina og at presentera meg meira avgjørda. Í svimjihøllini kann tað larma og ekkóa illa, og tí skal eg onkuntíð tosa hart og týðiliga, og tað vil eg duga betur, sigur hon.

- Eg haldi, eg eri komin langt. Eg havi tikið útbúgving, eg havi vanligt arbeiði, eg dugi betur at samskifta við fólk, og eg havi koyrikort. Mann skuldi næstan ikki trúð, at eg eri autistur. Men av og á koma støður, har eg reageri sum autistur. Tað kann vera, tá ið okkurt ikki er nóg greitt, ella um onkrar misskiljingar eru, men eg veit, hvat tað er, sum hendir, og eg dugi betur at megna hesar støður, sigur hon.

Signa Vár Joensen hevur áður svomið para-svimjing, og inntil til 2019 var hon eisini á kappingarliðnum hjá Havnar Svimjifelag. Eina ferð um vikuna venur hon børn í Havnar Svimjifelag. Signa Vár hevur verið við í altjóða parasvimjikappingum í USA, Sameindu Arabisku Emirríkjunum og Australia, og hon hevur vunnið nógv heiðursmerki. Hon vónar, at hon aftur fær høvi at vera við í onkrum altjóða kappingum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024