MEGD í Evropatinginum fyri fólk, ið bera brek

mai 25, 2023

23. mai luttók MEGD fyri fyrstu ferð á Evropatinginum fyri fólk, ið bera brek, The 5th European Parliament of Persons with Disabilities, ið varð hildið í Evropatinginum í Brússel. Hendan dagin er stóri tingsalurin, ið er formaður sum ein hálvringur, fullsettur av fólki. Allir 724 luttakararnir høvdu tað til felags, at hesir á ymiskan hátt arbeiða fyri at fremja í verki rættindi teirra, ið bera brek.

Fleiri myndir her.

Tað var meginfelagið The European Disability Forum, EDF, sum skipaði dagin. EDF er evropeiska meginfelagið fyri felagsskapir, sum arbeiða til frama fyri fólki, ið bera brek. MEGD fekk atlimaskap í EDF í november 2022, og var hetta fyrstu ferð MEGD luttók í samstarvinum.

Dagurin í evropeiska tinginum var skipaður við tí endamáli at heita á Evropasamveldið um at taka atlit til brekøkið í øllum arbeiði teirra. Tingdagur fyri fólki, ið bera brek, hevur verið hildin fimta hvørt ár í seinastu 25 árini í sambandi við val til Evropatingið.

EDF umboðar áhugamálini hjá eini 100 mió. evropearum, ið bera brek, og tað varð tí hugvekjandi at hoyra kjak, røður og framløgur frá eitt nú formansskapinum í EDF, meginfelagnum fyri afrikanska brekøkið, meginfelagnum í Ukraina, ráðharrum úr ymiskum evropeiskum londum, limum í evroparáðnum og umboðum fyri feløg innan brekøkið í ymiskum londum.

Ítøkiliga avrikið var yvirlýsingin European Disability Forum’s Manifesto on the 2024 European Elections. Hendan yvirlýsing lýsir, hvussu rættindi hjá fólki, ið bera brek, eiga at verða styrkt í komandi valskeiði.

Millum annað vísir yvirlýsingin á, at øll fult og heilt eiga at verða tikin við í politiskum tilgongdum, og at øll eiga at fáa møguleika at luttaka á politiskum vali, bæði við at velja og stilla upp til val, um tey ynskja tað. Her liggur eisini ábyrgdin hjá myndugleikunum at greiða skilliga frá mannagongdum, og gera neyðugar tillagingar. 

Øll átøkini í yvirlýsingini byggja á altjóða Brekrættindasáttmálan, og nøkur teirra eru at:

1. Gera felags ásetingar um atkomu

2. Seta í verk rættindakortið Disability Card, sum fyri ognarar í øllum limalondunum skal tryggja rættindi teirra, eitt nú í mun til at luttaka, at ferðast og í mun til atkomu

3. Styrkja lóggávu sum verjir rættindi teirra, ið bera brek, sum ferðafólk og avbjóðingum viðvíkjandi hjálpitólum á ferð teirra t.d. í flogfari og skipi

4. Fáa fleiri fólk, ið bera brek, út á arbeiðsmarknaðin

5. Smíða lógir sum tryggja fólki, ið bera brek, tøkni sum hjálpitól á nøktandi prísstøði

Her kanst tú lesa samlaða yvirlitið.

Presidenturin í EDF, Yannis Vardakastanis, segði millum annað:

- Fólk, sum bera brek, vilja vera javnsettir borgarar í Evropeiska Samveldinum – og tað vísir góða luttøkan í dag eisini. Okkara ynski er greitt: Øll, ið varða av ES, mugu tryggja, at vit kunnu taka lut í fólkaræðiligum tilgongdum, verða javnsett í verki og í teimum politikkum, sum samveldið skipar fyri, og hetta má gerast við at byggja eitt inkluderandi Evropa saman við okkum.

Við hesum samstarvinum vónar MEGD at fáa nýggj sambond og íblástur til víðari arbeiðið m.a. at gera Føroyar enn meira atkomuligt og at tryggja føroyingum rættindi sambært altjóða Brekrættindasáttmálanum. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024