Løgfrøðiligur ráðgevi til MEGD

juni 19, 2023

Brennur tú fyri at gera mun á brekøkinum?

MEGD sóknast eftir eini eldsál at arbeiða í tíðaravmarkaðum starvi sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá MEGD frá 1. septembur 2023 ella skjótast tilber. Tú skalt brenna fyri, at fólk, sum bera brek, fáa rættindi síni tryggjað í verki og harvið somu møguleikar sum aðrir borgarar at virka í føroyska samfelagnum.

Arbeiðsroyndir innan løgfrøði og á brekøkinum er ein fyrimunur. Tað er somuleiðis fyrimunur at hava royndir í sjálvbodnum felagsskapum.

MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg og arbeiðir við støði í altjóða Brekrættindasáttmálanum innan øll samfelagsviðurskifti. MEGD hevur tætt samskifti við politisku skipanina og leggur dent á at hava eina virkna rødd í almenna rúminum.


Vit bjóða

  • eitt áhugavert, sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv
  • ein týðandi leiklut í at tryggja, at rættindi hjá fólki, ið bera brek, vera framd í verki
  • møguleika at vera við til at menna mannarættindatilgongdina í Føroyum


Arbeiðið fevnir um

  • at ráðgeva um rættindini hjá fólki, ið bera brek
  • at menna og ráðgeva um løgfrøðiligu viðurskiftini hjá limafeløgunum í MEGD og limum teirra
  • at virka fyri, at alt lógarsmíð byggir á altjóða brekrættindasáttmálan
  • at vera við til at styrkja mannarættindatilgongd og rættindahugsan í Føroyum 


Vit vænta, at tú

  • hevur hægri útbúgving innan løgfrøði og ert fakliga væl fyri
  • hevur viðkomandi starvsroyndir og góðan kunnleika til løgfrøðiligt arbeiði
  • dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
  • dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • ert fryntlig/ur og hjálpsom/hjálpsamur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • hevur kunnleika til føroysku samfelagsskipanina og lógarverkið
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur innlit í journalskipan
  • hevur kunnleika til og áhuga fyri at menna mannarættindaumhvørvið í Føroyum 


Setanartreytir

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Talan er um hálvtíðarstarv í 6 mánaðir við møgleika fyri, at starvið verður longt.

Tann, sum settur verður, má tola møguligar broytingar í arbeiðsuppgávunum.


Umsóknir

Umsókn, avrit av prógvum, lívsrensl (CV) og onnur møgulig skjøl skulu sendast við telduposti til megd@megd.fo í seinasta lagi mánadagin 10. juli kl. 12:00. Setanarsamrøður vera eftir ætlan í viku 28. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bárð Atlason Ísheim, aðalskrivara, á tlf. 527373 ella á bardur@megd.fo.

Meir um MEGD á heimasíðuni megd.fo.

Seinastu tíðindi

Hoyringar fremja dygd og góðsku

oktober 3, 2023

Skjót hjálp er dupult hjálp

september 28, 2023

Dánjal er løgfrøðiligur ráðgevi

september 6, 2023

Eitt lív uttan rødd er einki lív

august 30, 2023