Nýggjasta
Dánjal er løgfrøðiligur ráðgevi

september 6, 2023
Í dag byrjaði Dánjal Højgaard í starvinum sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá MEGD. Dánjal hevur journalistútbúgving úr Noregi og hevur prógv sum løgfrøðingur, cand. jur., frá Københavns Universitet.
Við arbeiðsroyndum bæði sum journalistur og løgfrøðingur verður Dánjal sum løgfrøðiligur ráðgevi við til at menna MEGD sum meginfelag eins og tey 24 limafeløgini. Talan er um royndarverkætlan, har Dánjal starvast hálva tíð í hálvt ár.
MEGD arbeiðir við støði í altjóða Brekrættindasáttmálanum innan øll samfelagsviðurskifti og hevur tætt samskifti við politisku skipanina.
Arbeiðið sum løgfrøðiligur ráðgevi fevnir um:
- at ráðgeva um rættindini hjá fólki, ið bera brek
- at menna og ráðgeva um løgfrøðiligu viðurskiftini hjá limafeløgunum í MEGD og limum teirra
- at virka fyri, at alt lógarsmíð byggir á altjóða brekrættindasáttmálan
- at vera við til at styrkja mannarættindatilgongd og rættindahugsan í Føroyum.
Vit eru spent at síggja, hvussu nýggja starvið kann vera við til at menna brekøkið og ynskja Dánjali hjartaliga vælkomnum.
Seinastu tíðindi

Ráðgevandi nevndin hjá Brekumboðnum er nú sett
oktober 20, 2025
Fíggjarpolitiskt regluverk
oktober 15, 2025

BREKUMBOÐIÐ Á VITJAN
oktober 10, 2025
Ábyrgdin av dagtilboðum og umlætting til fólk við demens undir fólkapensjónsaldur verður flutt til kommunurnar
oktober 3, 2025