Verjið fíggjarligu rættindi teirra, ið bera brek

desember 12, 2023

Í Føroyum tørvar okkum at skipa kanningar og gransking í orsøkum og avleiðingum av lágum lønarinntøkum og fátækadømi. Granskingarstovnurin VIVE hevur í kanning frá 2020 víst á, at arbeiðsmarknaðurin í mongum førum fremur mismun ella útihýsing orsaka av breki. Umframt hetta arbeiða fólk, ið bera brek, í miðal ofta færri tímar, enn fólk, ið ikki bera brek. Hetta hevur samanlagt avleiðingar fyri inntøku, trivnað og fíggjarliga rásarúmið fyri hesi. Við altjóða brekrættindasáttmálanum hava myndugleikarnir skyldu til at fremja rímiligar tillagingar í hugburði, kørmum og umstøðum á arbeiðsmarknaðinum soleiðis, at vit øll – uttan mun til brek – kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.

 

Gjøld tyngja lutfalsliga nógv

Við gongdini, sum vit síggja í dag, gerst munurin millum lægru og hægru lønirnar alsamt størri. Ofta verður sagt, at sosialar veitingar ikki eiga at fara upp um vanliga arbeiðsmannaløn, og ov sjáldan síggja vit, at karmar og umstøður verða tillagaðar soleiðis, at fólk, ið bera brek, verða javnt stillað í mun til arbeiði. Við hesi gongdini verða summi hildin á einum pínumarki, sum við tíðini gerst ótolandi.

Tá ið talan er um at gera lógarbroytingar, sum ávirka økt gjald í landskassan av ymiskum slagi, so raka hesar broytingar sum vera mann lutfalsliga harðast láglønt. T.d. hægri gjald fyri heilivág, bensin- og diesel, brenniolju, el-nýtslu, kringvarp og skerdan stuðul til avlamisbil, útbúgving, lestrarstuðul og orkunýtslu. Afturat hesum kemur høga inflatiónin, sum hækkar vanligar gerandisvørur.

Við hesum í huga eiga vit grundleggjandi og sum skjótast at gera tað liviligt í føroyska samfelagnum fyri tey, ið hava eina lága ella miðal inntøku og tryggja langtíðar burðardygd í serskipanum, sum hava til endamáls at tillaga og menna umstøður, soleiðis at hesar ikki leiða fólk út í fátækadømi. Eitt burðardygt samfelag fyri øll, har tað er liviligt, og har øll, uttan mun til førleika, fáa gagnnýtt persónligt tilfeingi og kunnu vera virkin.

 

Tillagingar fremja javnrættindi

Umframt afturvendandi eyka gjøld fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga, kann hugsast, at við lønarhækkingunum seinastu tíðina gerst gjógvin millum lág- og hálønt nú bara djypri, og enn hava vit onga langtíðarætlan fyri, hvussu vit sum vælferðarsamfelag ætla at tillaga karmar og umstøður teirra, ið bera brek, og hvussu hesar tillagingar verða staðfestar sum rættindi í galdandi lóg. Hetta vildi gagnað teimum, ið bera brek, og avvarðandi teirra, men sjálvsagt eisini øllum samfelagnum, sum – eftir øllum at døma – fer at vera undir øktum trýsti í komandi árini.

Leggið tí ikki lutfalsliga tyngri byrðar á fólk, ið bera brek, men latið okkum heldur saman finna rímiligar loysnir, har samfelagið gerst liviligt fyri øll, og har vit øll fáa møguleika at gera mun.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Myndina hevur Jens Kristian Vang tikið.

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024