Levi gongur nú á miðnámsskúla

mai 12, 2024

Levi Hanusarson hevur CP og hevur rørslutarn. Eftir eitt spennandi ár á eftirskúla í Danmark er hann nú farin undir miðnámsútbúgving á Kambsdali. Hann trívist sera væl á skúlanum

Orð: Eyðun Klakstein. Mynd: Jens Kristian Vang. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

18 ára gamli Levi Hanusarson, ið hevur Cerebral Paresa (CP), er farin undir at taka miðnámsútbúgving. Hann gongur á miðnámi á Kambsdali, har hann byrjaði í august. Ætlanin er at taka fýra ára miðnámsútbúgving.

- Mær dámar sera væl í skúlanum á Kambsdali, sigur Levi Hanusarson.

Hann situr í koyristóli og hevur avmarkaðar førleikar at tosa, men er annars likamliga væl fyri og samskiftir við hjálpartólum, fyrst og fremst teldu og teldli. Tað kann taka eina løtu hjá honum at svara, tí hann skal finna teir røttu knøttarnar á telduni, men hann ger tað hugagóður.

Levi hevur valt náttúrubreytina at ganga á og gongur í flokki við 25 næmingum.

- Skúlin á Kambsdali hevur verið sera hjálpsamur og positivur at fáa tað at bera til.

Levi hevur tveir góðar stuðlar, ið hjálpa honum við øllum tí praktiska.

 

Gott ár í Danmark

Levi Hanusarson er av Nesi, har hann býr saman við familjuni. Foreldrini eru Poula Reinert Olsen og Hanus Martin Olsen. Levi hevur tvey yngri systkin, eina systur og ein beiggja.

Hetta kvøldið í novembur hitta vit Levi og foreldrini í heiminum á Nesi, og samskift verður um upplivingarnar á eftirskúla og miðnámsskúla.

Á sumri í 2022 var Levi liðugur í fólkaskúlanum, og so var spurningurin, hvat hann skuldi fara at gera. Nakað tilvildarliga fekk familjan at vita, at danskur eftirskúli kundi vera ein møguleiki.

Fleiri eftirskúlar í Danmark hava pláss tøk til næmingar við rørslutarni. Levi og foreldrini vóru niðri á fleiri skúlum at hyggja at umstøðunum, og møguleikarnir vóru góðir og fjølbroyttir.

- Eg valdi Aarhus Efterskole, sigur Levi Hanusarson. Hann smílist støðugt, tá ið tosað verður um skúlan, har hann gekk á heysti í 2022 og á vári í ár. Ein grundin til, at Levi valdi júst eftirskúlan í Aarhus var, at har kundi hann fáa fleiri lærugreinir, sum honum dámdi. Levi hevur stóran áhuga fyri tøkni, og hann bæði tímir og dugir væl at rokna.

Tá ið prátað verður um eftirskúlan í Aarhus fer Levi á netið at leita og finnur fram til, at skúlin varð stovnaður í 1978. Hetta er ein virdur eftirskúli, ið tekur rørslutarnaðar næmingar inn sum ein púra natúrligan part av virkseminum. Har verður ikki tosað um, hvørt tað ber til ella ikki, men bara um, hvussu tað skal fáast at rigga. Næmingarnir kunnu hava ymiskar avbjóðingar, men tey hugsa fyrst og fremst um at finna loysnir.

Foreldrini vóru eisini sera fegin um umstøðurnar á Aarhus Efterskole.

- Vit fingu sera gott inntrykk av skúlanum, og hóast tað var hart at lata Levi fara avstað, og vit saknaðu hann nógv, kendu vit okkum trygg við, at hann gekk á skúlanum, sigur mamman, Poula.

- Hann hevði góðar stuðlar, og tey dugdu sera væl at taka sær av Levi. Alt skuldi bara bera til, og vit skuldu ikki blandast upp í alt. Vit lærdu nógv av teirra hugburði, sigur pápin, Hanus.

 

Lærdi nógv

Levi treivst sera væl á Aarhus Efterskole, har hann og ein annar unglingi, ið brúkti koyristól, gingu saman við hinum 142 næmingunum. Teir vóru partur av øllum tí vanliga virkseminum á skúlanum, og tað riggaði væl. Levi var á skíðferiu saman við skúlanum, og tá ið tey gjørdu leik, var hann við til at ansa tøknini.

- Tað var sera gott at vera í Aarhus, og tað var gott, at eg slapp avstað. Eg lærdi nógv um Danmark og annað, sigur Levi Hanusarson.

Hann var heima og vitjaði onkrar feriur, og foreldrini vitjaðu hann viðhvørt á skúlanum. Onkuntíð hildu foreldrini næstan, at hann treivst í so væl, tí hann gloymdi at ringja heim, men tað var bara gott tekin, og tey vóru glað hansara vegna.

- Eg hevði viljað hildið fram eitt ár aftrat, sigur Levi.

Familjan vildi eisini, at Levi skuldi ganga eitt skúlaár aftrat í Aarhus, men sambært føroyskum myndugleikum kundi tað ikki lata seg gera. Júst tey viðurskiftini lata vit liggja í hesum føri.

 

Miðnám

Levi søkti í vár inn á miðnámsskúla. Fyrsta raðfesting var miðnám á Kambsdali, og hann slapp inn. Hann fekk uppskot frá lestrarvegleiðara um, hvussu hann kundi taka útbúgvingina, og hann valdi eina fýra ára útbúgving. Í august byrjaði hann hugaligur á skúlanum.

- Mær dámar væl á Kambsdali, og tað er serliga gott, at vit brúka eitt forrit, ið ger tað lættari hjá mær at gera rokniuppgávur, sigur hann.

Levi hevur 28 skúlatímar um vikuna. Hann hevur tveir góðar og ungar stuðlar, ið skiftast um at hjálpa honum við skúlanum og øðrum, og tað riggar rættiliga væl.

Foreldrini eru eisini fegin um, hvussu tað riggar við skúlanum, og tey halda, at starvsfólkini á Kambsdali hava verið sera hjálpsom og sinnað at finna loysnir, tá ið avbjóðingar hava verið.

Foreldrini halda eisini, at hann ger alt meira við skúlan – ivaleyst tí hann trívist væl á skúlanum, og honum dámar skúlagongdina. Tey fegnast um, at skúlin á Kambsdali í samstarvi við Almannaverkið hevur tikið støði í ítøkiliga tørvinum hjá Levi og skipað útbúgvingartilboðið eftir tí. Neyðugt er við góðum stuðlum og fysiskum karmum, um tað skal bera til.

- Tað er týdningarmikið, at myndugleikarnir áhaldandi virka fyri góðum karmum og umstøðum fyri tey lesandi, ið bera brek. At stuðla hesum við ymsum fyriskipanum og veitingum ger, at ung við breki kunnu hava møguleika at taka útbúgving á jøvnum føti við onnur ung. Tað verður ikki gjørt við til dømis at taka fíggjarligan stuðul frá teimum, tí hesin kann vera við til at tryggja, at tey kunnu vera lesandi og samstundis hava ráð til eitt nú gjald fyri venjingar og annað, siga foreldrini.

 

Ítróttur

Levi Hanusarson hevur stóran áhuga fyri ítrótti, og hann hevur sjálvur verið við í parasport. Fyri nøkrum árum síðan var hann við rennisúkklu í World Para Athletics Junior Championships. Hann setti heimsmet í sínum bólki á hundrað metrum, og meðan vit práta, leitar hann heimsmetini upp, og vit kunnu staðfesta, at hann framvegis eigur metið í sínum bólki.

Ta seinastu tíðina hevur Levi gjørt minni við rennisúkkluna, men í Danmark var hann við í koyristólsfótbólti. Síðan hann kom heim, hevur hann spælt boccia, og hann telvar á Strondum. Hann ætlar sær eisini at koma í gongd aftur við rennisúkkluna, sum ikki bara er góð at kappast í, men sum eisini styrkir hansara kropp og rørslur.

Levi fylgir eisini væl við í fótbólti, og hann var sum so nógv onnur á Toftum og á Nesi til steypafinaluna í fótbólti, tá ið B68 spældi móti HB. Hetta var ein spennandi dystur, sum HB vann eftir brotssparkskapping. Kortini var upplivingin hjá Levi og teimum sera góð.

Vit spyrja Levi, hvat kundi hugsað sær at gjørt, tá ið hann verður liðugur á Kambsdali um nøkur ár.

- Mín dreymur er at útbúgva meg til programmør. Og tann stóri dreymurin er fáa arbeiði hjá NASA ella SpaceX, sigur hann, og smílið er tað størsta higartil.

Seinastu tíðindi

Góða ólavsøku

juli 23, 2024

Íkast frá sivilsamfelagnum til ST-nevndina 2024

juli 7, 2024

Føroyar til próvtøku hjá ST um menniskjarættindi

juli 7, 2024

MEGD í summarfrí

juli 2, 2024