Kunning um undantøk til áfylling av brennievni til bilar hjá fólki, ið bera brek

mai 30, 2024

Kunning um undantøk - Umsóknir skulu sendast til Verkafólk á verkafolk@verkafolk.fo

Ímeðan verkfall er, ber ikki til hjá fólki at fylla bensin ella diesel á bilin. Undantøk kunnu tó gerast, tá ið talan er um hóttan móti lív og heilsu hjá fólki, ið bera brek, við at skriva til Verkafólk á verkafolk@verkafolk.fo.

Tað eru tvær treytir, ið skulu vera fylgdar, áðrenn undantak verður givið til áfylling av brennievni. Tær eru:


1. Góð grundgeving

Neyðugt er at vísa á í umsóknini, at umsøkjarin hevur ein átrokandi heilsuligan tørv á at brúka bilin. Hetta kann vera í sambandi við: vikuligar heilsuviðgerðir, viðlíkahaldsvenjing og endurvenjing av ymsum slag, dagtilboð o.s.fr.


2. Heilsuorsøk

Umsóknin eigur at vísa, at umsøkjarin hevur góðkent fylgjarakort ella parkeringskort frá MEGD. Um viðkomandi ikki hevur fylgjarakort ella parkeringskort, ber eisini til at viðhefta læknaváttan, ið greiðir frá heilsuorsøkini til, júst hví tað neyðugt at fáa bensin á bilin.

 

Mynd: Beate Oma Dahle / NTB

Seinastu tíðindi

MEGD vitjar skúlan á Trøðni

september 8, 2026

Dagstovnalógin

september 4, 2026

Gávur kunnu gleða – men rættindi skulu skipast og fíggjast

august 27, 2026

EIN GLOTTI FYRI FRAMMAN

juli 30, 2026