Góða ólavsøku

juli 23, 2024

Lívið er bæði eitt spæl og ein dystur

Í dag búgva eini 54.000 fólk í Føroyum. Ongantíð hava vit verið so mong, og heldur ongantíð hava vit verið so rík sum í 2024. Vælkomin til Føroyar! Eitt gott og litríkt samfelag við fjøltáttaðum møguleikum hjá teimum flestu, og har sjálvt ynski um at skapa góða og trygga vælferðarsamfelagið býr.

Vit kunnu nú eina løtu hugsa um okkum, sum búleikast her, sum eitt lið. Vitandi um, at spælið gerst lættari, tá ið liðið saman setir sær mál og samstundis samstarvar um samansettu uppgávuna og góð úrslit, so er sjálv javnvágin millum spæl og dyst sunt so leingi, sum dysturin fær flættað vilja, dirvi og framburð inn í spælið.

Tí javnvágin millum spæl og dyst er avgerandi fyri, hvussu leingi leikararnir megna at halda uppi orkuna til góða spælið. Hvør orkar at dystast alla leiktíðina, um spælið onga løtu er lætt?

Lýsingin av liðnum er eisini viðkomandi, tá ið hugsað verður um samfelagsleikin at virka fyri rættindum sum skulu tryggja, at vit, sum bera brek, fáa eitt virkið og innihaldsríkt lív – har lívið verður hugsað sum leiktíð.

Tí ongantíð má talan einsíðugt gerast um harða dystin uttan góða spælið.

Hinvegin eru rættindi og rættindahugsan einki vanligt bóltspæl. Heldur enn tann eina bóltin, eru her fleiri bóltar – onkuntíð eitt ótal av bóltum – í luftini í senn. Ørkymlandi? Ja, men bara lemjandi, um ikki fleiri eru, sum saman kunnu lofta bóltunum og spæla teir víðari. Og grundleggjandi í hesum leikinum er, at tað als ikki er líkamikið, hvør velur at lofta einstøku bóltunum við at taka ábyrgd, taka eitt megdartak fyri liðið og harvið at avgera mongu ávegis úrslitini.

Um einstøku bóltarnir ikki verða loftaðir og spældir víðari fyri – í øllum førum av og á – at enda í málinum, so verður úrslitið eisini hareftir. Hetta kenna allir leikarar, venjarar og øll onnur avvarðandi, ið so ella so eru við, og sum saman hava alstóran týdning.

MEGD hevur saman við øðrum samstarvspørtum seinastu mongu árini kastað upp fleiri rættindabóltar. Ymiskt er, hvussu leikur fór, og hvar bóltarnir endaðu. Tó er vist, at mongu bóltarnir, sum vóru loftaðir, hava gjørt spælið lættari, og nakrir endaðu enntá við tíðini í málinum til stórt gagn fyri fleiri.

Aftur í 2024 verða rættindabóltar kastaðir, og afturvendandi er spenningurin um, hvør fer við vilja, dirvi og ynski um framburð í dugnaskapi saman at lofta einstøku bóltunum og spæla teir víðari.

Vit kunnu samstundis jú viðurkenna, at í veruleikanum er talan hvørki um eitt spæl ella ein dyst, tí her eru eingi mótstríðandi lið. Her spæla vit øll á einum og sama liði við ymiskum uppgávum, og vissuliga fer fátt at virka, um liðið ikki saman virkar og tekur ábyrgd.

Fyri samlaðu leiktíðina hjá hvørjum einstøkum okkara er neyðugt, at samspælið viðurkennir allar leikarar, júst sum teir eru. Tí øll eiga og kunnu vera við – so ella so.

Havi tó aftur hug at halda, at lívið kann verða lýst um eitt spæl og ein dystur. So latið okkum saman bjóða hvørjum øðrum ein rúmligan og atkomuligan leikvøll og fjølgast um samspæl og samvirkna fyri síðani alsamt at menna samlaðu leiktíðina hjá litríku leikarunum uttan mun til, hvørji vit eru.

MEGD ynskir við hesum øllum eina væl samanspælda og málríka framtíð - og eina góða ólavsøku!

Seinastu tíðindi

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024

Áseting av pensjónsaldri hjá fólki, ið bera brek

desember 5, 2024

Avmarkað eftirlit við týðandi rættarreglum

desember 5, 2024

Góðan altjóða brekrættindadag - Einki um okkum uttan okkum

desember 3, 2024