Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv

mars 27, 2026

Á aðalfundi felagsins mikukvøldið tók Ása Olsen við sum nýggj forkvinna hjá MEGD.

Ása hevur sera drúgvar royndir, bæði sum fyrrverandi aðalskrivari í MEGD í 6 ár, sum forkvinna í Hoyr í nøkur ár, sum fakfelagsforkvinna, sum stýrisforkvinna í Dugna, sum fyrisitingarleiðari og sum deildarleiðari í landsfyrisitingini. Við royndum og útbúgving hennara verður MEGD í tryggum hondum komandi árini.

Á skránni var millum annað val av forfólki, tveimum umboðum í starvsnevndina og einum tiltakslimi. Eitt uppskot kom inn til forfólk og varð Ása Olsen vald uttan avkvøðugreislu.

Í starvsnevndina komu Kristianna Heinesen, forkvinna í Autismufelagnum, og Randfríð Sørsensen, forkvinna í Epilepsifelagnum. Sum tiltakslimur varð Hans Jákup Danielsen, formaður í Cøliakifelagum, valdur. 

Tey, sum fóru úr starvsnevndini vóru Sonja Tausen, sum hevur verið starvsnevndarlimur seinastu tvey árini, og Julianna Tórunnardóttir, sum tók við sum starvsnevndarlimur í september fyri Ásu. Julianna varð vald sum tiltakslimur í fjør fyri tvey ár, og verður tí aftur tiltakslimur eitt ár afturat. MEGD takkar teimum fyri gott og gevandi samstarv. 

Ása Olsen hevur verið virkandi forkvinna síðani september í fjør, tá Ruth Thomsen valdi at fara frá av persónligum orsøkum. Ása legði tí fram formansfrágreiðing, og Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, legði rakstrarætlan og grannskoðaðan roknskap fram, saman við uppskoti til býti av fíggjarliga stuðli til limafeløgini, og vórðu hesi einmælt samtykt.

Á aðalfundinum vórðu 19 út av 24 limafeløgum umboðað, og MEGD takkar teimum øllum fyri góðan fund. Við hesum byrjar eitt nýtt skeið hjá meginfelagnum á brekøkinum, ið er væl fyrireikað at umboða limafeløgini í eini tíð, har trýstið á vælferðarsamfelagið økist alsamt. 

Starvsnevndin, ið arbeiðir sambært viðtøkunum hjá MEGD til frama fyri øll 24 limafeløgini, skipar seg á fyrst komandi starvsnevndarfundi við næstforfólki. Í starvsnevndini sita nú:

Ása Olsen, forkvinna,
Anna Dahl-Olsen,
Johnny Olsen,
Kristianna Heinesen,

Randfríð Sørsensen,

Bárður Atlason Ísheim er skrivari.

Nýggja forkvinnan ynskir gott samstarv við politisku skipanina, bæði hjá landi og kommunum.

Um vit skulu flyta brekøkið fram á leið, er samstarv ein av lyklunum fyri, at hetta skal eydnast.

Ársfrágreiðingin hjá MEGD fyri 2025, forkvinnufrágreiðing fyri 2025 og ársfrágreiðingin fyri løgfrøðiligu ráðgevingina hjá MEGD liggja nú á heimasíðuni, undir www.megd.fo/arsfragreidingar.

 

Seinastu tíðindi

Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv

mars 27, 2026

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU

mars 23, 2026

Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

mars 20, 2026