Nýggjasta
Samstarvs ein fortreyt
Samgonguskjalið byrjar soleiðis: Aðalmálið hjá samgonguni er at taka ábyrgd. Tað gera vit, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, við at finna felags loysnir og breiðar og varandi semjur.
Búskaparliga gongur væl í Føroyum, men neyðugt er støðugt at brynja okkum til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman. Hetta gera vit við nýskipanum, ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki og íløgum í framtíðina.
MEGD ivast onga løtu í, at nýggja landsstýrið ynskir at taka ábyrgd, og tó eru vit eitt sindur varðin, tá vit lesa um nýskipanir, ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og íløgur í framtíðina.
Tað vit kenna til, tá tosað verður um fíggjarpolitikk er, at mann einans tosar um Brutto Tjóðar Úrtøku (BTÚ). Trupulleikin er tó tann, at BTÚ í sær sjálvum ikki vísur eina rættvísandi mynd í mun til trivnað, menning og vælferð hjá t.d. børnum, ungum, eldri og fólki, ið bera brek.
Gransking vísir hinvegin, at har lond stýra burturav við støði í BTÚ og peningaligum atlitum, hevur hetta neiliga ávirkan á bæði búskaparligan vøkstur, trivnað og vælferðarsamfelagið, sum heild.
Í samgonguskjalinum stendur eisini:
”Felagið Bústaðir skal byggja almannagagnligar bústaðir til ung, lesandi og lærlingar, eldri og til fólk við serligum tørvi um alt landið”.
Langtíðarætlan skal gerast fyri bústaðir til fólk við serligum tørvi.”
Og ætlanir eru um at endurskoða Bygningskunngerðina frá 2017 og laga hana til føroysk viðurskifti.
Í hesum viðurskiftum rokna vit við, at MEGD og limafeløgini verða tikin við, so at vit ikki brádliga fáa afturstig í mun til verandi Bygningskunngerð, sum annars hevur verið eitt satt framstig.
Viðvíkjandi ætlanini um, at endurskoða fyrisitingarbygnaðin í Almannaverkinum, er hetta rættiliga ørkymlandi, tí tað eru fáir stovnar, ið hava havt so nógvar bygnaðarbroytingar sum Almannaverkið hevur havt undanfarnu árini. Viðvíkjandi hesum ætlanum, rokna vit eisini við, at MEGD og limafeløgini verða tikin við í einari møguligari tilgongd, soleiðis at hetta ikki fær neiliga ávirkan á fólk, ið bera brek og avvarðandi teirra.
Í samgonguskjalinum stendur:
”Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast. Støðið skal altíð takast í næminginum, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum. Skipanin við Sernámi skal eftirmetast”.
MEGD metir, at tað eiga at verða gjørdar skipanir, har næmingar, ið bera brek, serliga við ADHD, Autismu og øðrum ósjónligum avbjóðingum, fáa eitt so lagaligt útbúgvingartilboð, at tey megna at gjøgnumføra og fáa prógv.
Rættindi hjá fólki, ið bera brek, til javnbjóðis og dygdargóða útbúgving er ásett í grein 24 í brekrættindasáttmálanum. Politiska skipanin í Føroyum hevur sostatt skyldu at útbyggja útbúgvingarskipanina soleiðis at hon eisini fevnir fólki, ið bera brek, eitt nú við at taka forðingar burtur og við at útvega neyðugar og rímiligar tillagingar til næmingar, ið bera brek.
Í samgonguskjalinum stendur:
”Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving”.
MEGD metir, at tað eiga at verða gjørdar skipanir, har næmingar við eitt nú ADHD, Autismu og øðrum avbjóðingum fáa eitt so lagaligt skúlatilboð, at tey megna at gjøgnumføra og fáa prógv.
Í samgonguskjalinum stendur:
”Almenni arbeiðsmarknaðurin eigur at verða smidligur. Fólk skulu í størri mun hava møguleika at fara upp ella niður í arbeiðstíð”.
Serliga arbeiðsmarknaðurin, um hann er nóg rúmligur, hevur møguleika fyri, at tryggja at fólk, ið bera brek, hava møguleika fyri at verða virkin og hava sítt egna arbeiði og harvið megna at forsyrgja sær sjálvum.
Vit hava í dag fleiri fyritøkur og stovnar, ið eru góð til at seta starvsfólk, ið bera brek, og at geva hesum starvsfólkum ein møguleika.
Vit hava somuleiðis stovnar sum Dugni og Fountain Húsið, ið eru við til at geva fólki ein nýggjan møguleika, við at geva teimum arbeiðsvenjing og at hjálpa teimum víðari í arbeiði ella útbúgving. Hesir stovnar eru óumveriligir í okkara samfelag.
Tað er bæði eitt kynstur og eitt handverk at menna arbeiðsmarknaðin til frama fyri fólk, ið bera brek. Viðkomandi royndir og serkøn vitan um hetta evnið frá heimsins londum eru tíbetur skjalfest í grein 27 í brekrættindasáttmálanum, m.a. til okkum føroyingar at brúka. Neyðugt er at taka felags tøk, tvørtur um flokkar, feløg og myndugleikar, soleiðis at fólk, ið bera brek verða tikin við í arbeiðsmarknaðin. Hetta krevur at ein langtíðar brekpolitiskari virkisætlan verður gjørd, ið m.a. skipar og samskipar lógir og skipanir.
Tórshavn hin 4. mai 2026
Ása Olsen, forkvinna
Seinastu tíðindi
Samstarvs ein fortreyt
Samstarvs ein fortreyt
Almenn móttøka fyri nýggju forkvinnuni í MEGD