Nýggjasta
RÅDET FOR NORDISK SAMARBEID OM FUNKTIONSHINDER 50 ÁR Á BAKI
Í ár eru 50 ár síðan «Rådet for nordisk samarbeid om funksjonshinder», byrjaðið sítt virksemi. Síðan 2013, hevur MEGD havt limaskap í ráðnum.
Áðrenn hetta, hevði Almannamálaráðið umboðanina, men fekk MEGD teirra umboð, so at táverandi forkvinnur í MEGD luttóku á ráðsfundi, umboðandi brekøkið í Føroyum.
Tað er ein stórur fyrimunur, at ráðið er umboðað bæði við embatisfólki úr ráðnum og frá MEGD. Fundirnir í ár vóru merktir av, at ráðið kann hátíðarhalda 50 ár fyri stovnanina, somuleiðis er tað ein fragd, at ungdómurin í Norðurlondum nú er blivin partur av ráðnum.
Á skránni vórðu nógvar góðar framløgur, fyrilestrar og kjak um ymisk viðkomandi evni og webinar.
Fyri Føroyar luttóku, Ása Olsen, forkvinna hjá MEGD, Ninna Reinert Simonsen, umboð fyri Sinnisbata & MEGD og Ann Kristina Svabo Simonsen, fulltrúi í Almanna- og bústaðarmálaráðnum og sum er umboð í formansskapinum fyri Norðurlendska samstarvið, og hevur verið við til at leggja hesar dagarnar til rættis.
Webinar
Webinar: Ung IÐ BERA BREK, arbeiðsmarknaðurin og AI.
Hendan partin stýrdu tey ungu, og varð víst til ymiska gransking, eitt nú í danmark, har mann hevur umleið 45.000 ung uttan útbúgving og uttan arbeiði. Nógv av hesum ungu bera brek og eru langtíðar óvirkin.
Gjøgnum egin sjónarmið varpaðu tey ungu ljós á millum annað við støði í «Ban vejen for job verkætlanini hjá SUMH», sum snýr seg um mál, væntanir og royndir hjá teimum ungu við at luttaka og stuðla á arbeiðsmarknaðinum.
Á webinarinum varð eisini varpað ljós á átøkini hjá arbeiðsgevarum og øðrum aktørum at seta ung fólk, sum bera brek, í starv. Millum annað er Ungeløftet í Danmark lagt fram og ein statusdagføring um menningina av IPS (Individuel Placement and Support) í Norðurlondum, har fokus er á samstarv og samstarv millum almennar aktørar, arbeiðsgevarar og borgarasamfelagið/sivilsamfelagið.
Føroyar
Hæddarpunktini á ráðsfundinum eru millum annað, at frætta hvat hendir í hinum londunum, og høvdu vit úr Føroyum gjørt eina felags framløgu, har MEGD serliga legði dent á manglandi ungdómsarbeiði í MEGD. Somuleiðis varð tikið við, hvussu langt mann er komin við verkætlanini «Head space».
Føroyar fekk nýggja stjórn í apríl 2026
Samgonguskjalið leggur upp til, at borgarin altíð skal vera í miðdeplinum, og at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika at luttaka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum.
Í samgonguskjalinum hjá landsstýrinum er ein ætlan um, at gera eina langtíðarætlan fyri bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Føroyar og Danmark hava formansskapin í tí norðurlendska samstarvinum, og er Ann Kristina Svabo Simonsen, umboð fyri Føroyar.
Føroyar skal luttaka í COSP19 (Ráðstevna millum lond í CRPD) í New York
7 fólk taka lut úr Føroyum, teirra millum ráðharrin, forkvinna í MEGD, ungdómsumboð (Ninna) og Brek umboðsmaðurin.
Grønland hyggur eftir hvat hendir í Føroyum
Í framløguni, hjá grønlendsku umboðunum, kom serliga fram, at Grønland hyggur nógv eftir Føroyum, og brúka tað vit gera sum fyrimynd fyri teirra arbeiði, hetta er sjálvandi ein gleði fyri okkum.
Láturin í danska útvarpinum
Danmark vísti á, at láturin í útvarpinum vitnar um, hvussu sjáldan vit møtast tvørtur um ymiskleikar.
Tá ein persónur, ið ber brek verður avmarkaður til eitt komiskt innslag í útvarpinum, so vísir tað á eina djúpa strukturella gjógv millum fólk, ið bera brek og onnur.
Manglandi serkunnleiki á brekøkinum hevur slóðað fyri spottanum - látur í útvarpinum.
Nógv týðandi mál hava verið frammi í hesum málinum, ið millum annað vísa á avbjóðingina í mun til sosiala burðardygd, sum er eitt av málunum fyri Norðurlendska samstarvið.
Spurningurin er, hvussu vit kunnu arbeiða saman fyri at finna loysnir á hesum avbjóðingum?
Hetta kann til dømis gerast við at deila royndir við átøkum sum 'Meet the Man' hjá DH.
Eitt av tí, ið formaðurin fyri DH førdi fram var, at um tað er trupult at fyrihalda seg til brekið, so møt menniskjanum aftanfyri brekið.
Neyðugt við góðum samstarvi millum aðalráð og brekøkið
Ísland og Noreg vístu á, hvussu umráðandi tað er við góðum samstarvi millum meginfeløg og tey ymisku ráðini í samband við íverksetan av ST brekrættindasáttmálanum, og í samband við alt arbeiði innan brekøkið. Serliga um vit skulu flyta tingini rætta vegin, er neyðugt at vit tosa saman og samstarva.
Luttakararnir á Rástevnuni vóru hesi:
Danmark
Leif Olsen, VIVE
Thorkild Olesen, Danske Handicaporganisationer
Jens Christian Carlos Sørensen, SUMH
Finland
Päivi Nurmi-Koikkalainen, THL
Anna Caldén, SAMS
Camilla Holmström, SAMS & HiA
Føroyar
Ann Kristina Svabo Simonsen, Social- og Boligministeriet
Ása Olsen, MEGD
Ninna R. Simonsen, Sinnisbati & MEGD
Ísland
Soffía DóraJóhannsdóttir, Ministry of Social Affairs and Labour
Alma Ýr Ingólfsdóttir, ÖBI
Eiður Welding, CP Iceland & ÖBÍ
Grønland
Kirsten Olesen-Nzulumike, Departementet for Sundhed og Personer med Handicap
Christina Johnsen, NiiK
Niels Skifte, NIIK
Norge
Maren Anna Lervik, Bufdir
Ingrid Thunem Styreleder, Unge funksjonshemmede
Ingrid Thunem, Unge Funksjonshemmede
Nikolai Raabye Haugen, Unge Funktionshemmede
Sverige
Andreas Stjärnström, MFD
Marie Sten, Funktionsrätt Sverige
Andreas Stjärnström, MFD
Aida Dorticos, NUFT
Åland
Gunilla Lindqvist, Ålands landskapsregering
Karl Wahlman, Funktionsrätt Åland
Moa Clemes, Funktionsrätt Åland
Seinastu tíðindi
RÅDET FOR NORDISK SAMARBEID OM FUNKTIONSHINDER 50 ÁR Á BAKI
Samstarv ein fortreyt
Samstarvs ein fortreyt