Nýggjasta
MEGD SÆR FRAM TIL EITT ATKOMULIGT SUMMAR FYRI ØLL.
Grein 9 í brekrættindasáttmálanum er greið og vísir á, at fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum á líka fót við onnur, so hava myndugleikarnir skyldu at m.a. seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja at fólk, ið bera brek, sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar, bæði í bý og á bygd
Atkoma er sostatt eitt hugtak, sum skal skiljast í breiðari merking, ið nógv fólka brúka.
Um vit lesa grein 9 í brekrættindasáttmálanum, er sostatt einki at ivast í, at øll hava sama rætt at vera við á líka fót við onnur. Atkoma merkir, at allar forðingar fyri, at børn, ung, vaksin og eldri kunnu luttaka, verða tiknar burtur.
Her kann m.a. vera talan um atkomu til bygningar, ítróttartiltøk, og annars øll tiltøk, ið eru á skrá gjøgnum summarið, bæði í samband við stevnur, festivalar og onnur tiltøk.
Fyri MEGD hevur tað týdning, at upplýsingar um atkomu eru greiðar, bæði fyri fólk, ið sita í koyristóli, eru illa gongd, eru sjónveik, hava niðursetta hoyrn, hava ósjónligt brek, eru deyv, hava tarmsjúku og tí hava brúk fyri at sleppa skjótt á vesi, og annars fólk, ið bera onnur brek.
Okkara áheitan á myndugleikarnar og fyriskiparar er, at tit hugsa um atkomu, tá tiltøk verða fyriskipað. Somuleiðis vilja vit heita á land og kommunur, ið geva loyvi til tiltøk, at hava atkomu fyri øll í huga og seta neyðug krøv til fyriskiparar av tiltøkum.
MEGD vil somuleiðis nýta høvi at kunna um, at um tú hevur brúk fyri fylgjarakorti fyri at kunna luttaka, ert tú vælkomin at venda tær til MEGD á megd@megd.fo, helst í góðari tíð áðrenn skrivstovan fer í summarfrí mitt í juli til miðjan august.
Í dag er stór stevna, og hava vit m.a. við Norðyastevnuni byrjað uppá summarið og tey tiltøk, ið koma at merkja tíðina teir komandi mánaðirnar.
Í vikuni sendi Breumboðið út áheitan um at summartiltøk verða fyri øll, og fegnast vit í MEGD um, at vit nú hava fingið eina rødd afturat á brekøkinum, og taka vit fult undir við teirra áheitan.
Seinastu tíðindi
MEGD SÆR FRAM TIL EITT ATKOMULIGT SUMMAR FYRI ØLL.
Contributions from MEGD (Faroese Disability Organizations) to the Draft General Comment on Article 29 of the CRPD
RÅDET FOR NORDISK SAMARBEID OM FUNKTIONSHINDER 50 ÁR Á BAKI