ELENI VIÐ DOWN SYNDROMI TÓK HÆGRI ÚTBÚGVING

juni 4, 2026

Ársaðalfundurin hjá evropeiska meginfelagnum innan brekøkið, European Disability Forum (EDF), varð í ár hildin á Kýpros, og vórðu feløg hjá fólki, ið bera brek, savnað úr øllum Evropa. Vegna MEGD luttók Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, og skrá var sambært viðtøkunum, her undir at velja nýggja nevnd og leiðslu. Endamálið við tiltakinum var eisini at styrkja samstarv millum feløg, deila royndir og umrøða rættindi og framtíðar møguleikar hjá fólki sum Eleni Louka, sum hevur down syndrom.

Avbjóðingar og loysnir

Ársaðalfundurin hevur týdning fyri feløgini hjá fólki, ið bera brek, úr øllum Evropa. Luttakarar viðgjørdu mál sambært skránni, og prátaðu m.a. um evropeisku strategiina fyri rættindi hjá fólki, ið bera brek, langtíðar fíggjarlógina hjá ES, nýggja evropeiska brek-kortið, ferðafólkarættindi, verju av vaksnum við breki, javnrættindi og stríðið móti haturstalu. Tað var áhugavert ein góður samstarvsfelagi hjá MEGD, Thorkild Olesen, formaður í danska meginfelagnum, varð valdur til næstformann, og at Gunta Anka, úr Letlendska meginfelagnum, varð vald til forkvinnu.

Bæði avbjóðingar og loysnir innan brekøkið tykjast at vera rættiliga eins kring alt Evropa: innan útbúgving, luttøku á arbeiðsmarknaðinum, skipanir fyri at tryggja sjálvstøðugt lív, verja móti mismuni og rætturin til at verða hoyrdur í politiskum avgerðum. Hetta vísir eisini, at fyri at fremja rættindi hjá fólki, ið bera brek, í verki, eru grundleggjandi fyrimunir við altjóða samstarvi, millum annað fyri at læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.

Eleni tók hægri útbúgving

Fleiri hugtakandi framløgur vórðu hildnar um m.a. hvussu tað ber til at finna loysnir innan brekrættindi. Eisini vórðu fleiri áhugaverdar persónssøgur, ið m.a. lýstu hvussu tað ber til at menna brekrættindi í ymiskum samfeløgum. Tað var rørandi at hoyra persónligu søguna hjá Eleni Louka úr Kýpros, sum er hin fyrsta við Down-Syndromi, ið hevur staðið uniersitetsútbúgving frá European University of Cyprus. Eleni greiddi sjálv livandi frá síni egnu søgu, um m.a. hvussu hon hevur kempað fyri egnum rættindum og at vera tikin við í felagsskapin. Frágreiðingin var hugtakandi, m.a. tí hon á ein persónligan hátt greiddi frá fleiri hendingum, ið vístu, hvussu inklusión veruliga kann tryggjast, um viljin er til staðar.

At hon nú hevur staðið hægri útbúgving hevur helst nakað at gera við kærleika hennara til at lesa: „Eg lærdi at lesa, tí eg elskaði myndir,“ segði hon. Hon mintist, hvussu hon sum barn einaferð sá eitt annað barn gráta í barnagarðinum, og at hon síðani tá hevði droymt um at gerast barnagarðslærari. Leiðin hjá henni hevur ikki verið løtt. Alt sítt lív hevur Eleni upplivað útihýsing og mismun orsakað av breki sínum, men við sterkum stuðli frá m.a. pápanum, familju, vinum og starvsfólkum á ymiskum stovnum, og við egnari sannføring, hevur hon hildið á fram við m.a. at nema sær útbúgving, luttøku og arbeiði.

Ein sólskynssøga

Í 2019 fekk Eleni stóru Madame Figaro-virðislønina, og í dag vónar hon at fáa starv sum lærari, hjálparlærari ella stuðul og í frítíðini dámar henni m.a. væl at lesa um lív og sagnir um halgimenni. Søgan hjá Eleni er meira enn ein sólskinssøga. Hon minnir okkum á, at forðingarnar ikki eru í fólki, ið bera brek, men at tær kunnu koma í sambandi við forðingar í samfelagnum. Tá útbúgvingarskipanir, arbeiðsgevarar, lokalsamfeløg og myndugleikar veita rætta stuðulin ella rímiligar tillagingar, og samstundis beina burtur forðingar, kunnu fólk, ið bera brek, luttaka, geva sítt íkast og vera við til at mynda samfelagið.

Inklusjón hevur týdning

Hesin boðskapur er helst eisini viðkomandi fyri Føroyar: Inklusión eigur ikki at vera tengd at t.d. heiluvági ella olmussu. Inklusjón eigur hinvegin at byggja á mannarættindi, ið verða tikin við í lógir, skipanir og gerandisdag okkara. Hetta vísir eisini á týdningin av at vit miðvíst halda á fram við at arbeiða við brekrættindasáttmálanum og at vit samstundis lurta eftir hvønn týdning hetta kann hava fyri fólk sum Eleni Louka. Søgan hjá henni minnir okkum á, hví hetta arbeiðið hevur týdning: Hvørt menniskja hevur rætt til at læra, arbeiða, luttaka og hoyra til.

Seinastu tíðindi

ELENI VIÐ DOWN SYNDROMI TÓK HÆGRI ÚTBÚGVING

juni 4, 2026

MEGD SÆR FRAM TIL EITT ATKOMULIGT SUMMAR FYRI ØLL.

mai 30, 2026

Contributions from MEGD (Faroese Disability Organizations) to the Draft General Comment on Article 29 of the CRPD

mai 27, 2026

RÅDET FOR NORDISK SAMARBEID OM FUNKTIONSHINDER 50 ÁR Á BAKI

mai 25, 2026