Føroyar skriva søgu í hesum døgum í New York

juni 9, 2026

Fyri fyrstu ferð er Føroyar við á ST-ráðstevnuni “Conference of States Parties to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities” (COSP) nú hon verður hildin í New York hesa vikuna.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, er vertur fyri donsku og føroysku  sendinevndini.

Ì dag hevur verið skipað fyri ymiskum viðkomandi vitjanum á stovnum og felagsskapum innan brekøkið.

Stovnarnir vit hava vitja í dag eru millum annað:

CIDNY, ið er ein brekrættindafelagsskapurin, ið hjálpir fólki, ið bera brek, at liva sjálvstøðugt og at hava javnbjóðis møguleikar í samfelagnum.

YAI er ein felagsskapur, ið veitir tænastu m.a. til einstaklingar við autismu, Down syndrom, CP og atferðartrupulleikum.

ADAPT Community Network er ein leiðandi almennur felagsskapur, sum veitir tænastur til børn og vaksin, sum bera brek, eitt nú autismu, heilasjúku, Down Syndrom og onnur menningar og likamlig brek. Stovnurin bjóðar útbúgving, heilsuverk, bústað, arbeiðsstuðul, hjálpartøkni, frítíðarítriv og famuljutænastur fyri at stuðla fólki at liva eitt meiri sjálvstøðugt og inkluderandi lív.

Sport Drive Social Change Event

Dagurin endaði við einum tiltaki, ið aðalkonsulatið hjá Danmark og Noreg í New York høvdu skipað fyri. Á hesum tiltakinum savnast bæði norðurlendskir avgerðartakarar og altjóða hugsandi grasrótarfelagsskapir til eitt formum, fyri at tosa um hvussu ítróttur kann vera drívmegi fyri samfelagsbroytingum.

Á tiltakinum vóry talur og pallborðsfundur, og helt Margit Stórá, landsstýriskvinna eina sera viðkomandi talu.

Í morgin byrjar sjálv COSP ráðstevnan, har Føroyar eru við í side event fyri ung, og umboðar Ninna R. Simonsen MEGD- ung. Margit Stórá kemur at umboða Føroyar og Danmark, og kemur at halda talu til almennu byrjanina av ráðstevnuni. Hetta má vera fyrstu ferð, at eitt føroyskt landsstýrisfólk hevur umboða alt Kongaríki/Ríkisfelagsskapin.

Við í ferðalagnum fyri Føroyar eru umboð fyri MEGD, Landsstýriskvinnan og embatisfólk í almanna- og bústaðarmálum og Brekumboðið.

Leinkja til Side event ið verður frá kl. 16.45 til kl. 18.00: Representation that Matters: Enhancing Active Citizenships for Young People with Disabilities

Link: https://teamup.com/event/show/id/q4EQEUTQx3JSDobcGDRTvkrqtufNDi

 

 

 

Seinastu tíðindi

Føroyar skriva søgu í hesum døgum í New York

juni 9, 2026

Føroyar skriva søgu í hesum døgum í New York

juni 9, 2026

ELENI VIÐ DOWN SYNDROMI TÓK HÆGRI ÚTBÚGVING

juni 4, 2026

MEGD SÆR FRAM TIL EITT ATKOMULIGT SUMMAR FYRI ØLL.

mai 30, 2026