Nýggjasta
ÁLVARSLIGA ÁTALAN IKKI TIKIN TIL EFTIRTEKTAR
Fyri meir enn tveimum mánaðum síðani gav Løgtingsins umboðsmaður Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri at flyta umlættingina hjá einum barni, ið ber álvarsamt brek, uttan at avvarðandi partar vóru hoyrdir og fingu møguleikan at kæra avgerðina. Framferðin var í stríð við fyrisitingarrættin og meginregluna um barnins besta í Barna- og Brekrættindasáttmálunum, ljóðaði niðurstøðan.
Brekumboðið átalaði eisini fyrr í ár tænastuumleggingina í Almannaverkinum í vetur, og vísti á, at avvarðandi partar ikki vórðu hoyrdir, soleiðis, sum tey skulu sambært Brekrættindasáttmálanum. Meiri enn tveir mánaðir seinni er støðan tíverri óbroytt, og meiri enn 6 mánaðir eftir, at tænastan steðgaði stendur familjan framvegis uttan eitt hóskandi og vælvirkandi umlættingartilboð til barnið.
Einki meinlíkt og einki nýtt tilboð
Løgtingsins Umboðsmaður mælti í apríl til, at Almannaverkið í fyrsta lagi alt fyri eitt útvegaði familjuni eitt tilboð, sum er meinlík við ella á sama støði sum tænastan, sum barnið fekk frammanundan, áðrenn tænastan varð broytt.
Eitt slíkt tilboð hava tey kortini framvegis ikki fingið.
Sum meginfelag hjá fólki, ið bera brek, harmast MEGD um, at Almannaverkið ikki hevur tikið tilmælið frá Umboðsmanninum til eftirtektar og hevur útvega barni og familju eitt meinlíkt ella samsvarandi umlættingartilboð, sum tey høvdu frammanundan.
Tað undrar okkum, at Almannaverkið eftir átaluna ikki hevur kýtt seg fyri at finna eina hóskandi, trygga og vælvirkandi loysn, men bert hevur endurtikið gomlu loysnirnar, sum hava verið umrøddar við familjuna fyrr í ár og lógu til grund, tá Umboðsmaðurin kom við sínari niðurstøðu.
Vandamikil loysn
Almannaverkið heldur fast við ætlan sína um at bjóða eitt umlættingarpláss á Virknis- og umlættingardepilin á Sandi. Hóast foreldrini við ávísing frá fremstu læknaserfrøði á økinum, epilepsisjúkrahúsinum Filadelfia í Danmark, hava víst á, at staðsetingin kann seta lívið hjá barninum í vága. Barnið hevur vandamikið epilepsi við álvarsligum herðindum, í sambandi við svøvn, sum krevur støðugar karmar í gerandisdegnum og serstøk atlit til trygd og frástøðu til sjúkrahús. Tað mugu í mesta lagi ganga 7–10 minuttir til barnið er frammi á sjúkrahúsi við sjúkrabili, og sjálvt við tilbúgving loysir hetta ikki vandan í eini akuttari støðu, tí frástøðan av Sandi til Landssjúkrahúsið er longri enn 7–10 minuttir.
Í niðurstøðuni minnir Umboðsmaðurin á Barnarættinda- og Brekrættindasáttmálarnar og leggur dent á, at loysninar, sum verða funnar skulu vera hóskandi og vælvirkandi, og hava sáttmálameginregluna um barnins besta sum fremsta atlit.
Sum meginfelag vil MEGD gera vart við, at meginreglan um barnins besta altíð skal vera eitt høvuðsatlit í metingini. Er ivi um trygd og heilsu eigur ein varsemisregla at vera nýtt, soleiðis sum barnarættindanevndin hjá ST eisini hevur gjørt vart við í almennari viðmerking.
Sambært fleiri altjóða sáttmálum, Føroyar hava bundið seg til, hava myndugleikarnir skyldu at verja lív, tryggja fólk í vandastøðum og at veita børnum - ikki minst børnum, ið bera brek – best møguliga heilsustøðu.
Afturstig ganga ímóti sáttmála
Støðan hjá hesum barninum, og møguliga øðrum við, er íkomin, tí at mann politiskt gjøgnum fíggjarlógina hevur valt at skerja játtanina til Almannverkið.
Hetta kann eisini vera í andsøgn við altjóða sáttmálar, ið Føroyar hava bundið seg til, eitt nú ST-Brekrættindasáttmálan og Barnarættindasáttmálan, ið byggja á meginregluna um framstig viðvíkjandi eitt nú sosialum rættindum, sum umlættingin kemur undir. Tað merkir, at samfelagið, so vítt gjørligt, skal flyta seg fram á leið í arbeiðinum at tryggja rættindini hjá fólki, ið bera brek. Sáttmálin leggur ikki upp til afturstig, har rættindi, tænastur ella møguleikar verða skerd. Skal hetta gerast, er tað eitt krav, at hetta er síðsti og einasti møguleiki, og at tað byggir á væl grundaðar kanningar, hoyringar o.a..
Og tað skal sera nógv til. Barnarættindanevndin lýsir í almennari viðmerking (general comment nr. 19 (2016)) viðvíkjandi grein 4, skyldurnar hjá myndugleikunum at forða fyri afturstigum – sjálvt í krepputíð:
Tær beinleiðis og minstu kjarnuskyldur, sum barnarættindi áleggja, skulu ikki verða skerd við tiltøkum, ið ganga skeivan veg, hetta er eisini galdandi í búskaparkrepputíðum.
Brekrættindinanevndin hjá ST hevur í nýggjastu frágreiðing síni ávarað londini í ríkisfelagsskapinum ímóti afturstigum í eitt nú sosialu rættindunum, og danski mannarættindastovnurin hevur fyrr úttalað, at í einum vælferðarsamfelag sum Danmark eru afturstig í slíkum rættindum vanliga ikki loyvd og sambærlig við sáttmálaskylduna.
Spurningur um rættartrygd
Nevnda mál er møguliga ikki nakað eindømi. Løgtingsins Umboðsmaður hevur heitt á Almannaverkið um at eftirkanna, um tað kunnu vera aðrir borgarar, sum vóru ávirkaðir av tænastuumleggingini í Almannaverkinum í vetur. Borgarar, sum mugu metast at hava rætt til somu avgerðartilgongd sum í klagumálinum, og hevur Umboðsmaðurin biðið Almannaverkið um at lata seg frætta hesum viðvíkjandi.
MEGD heitir á Almannaverkið um at gera neyðugu eftirkanningar og ansa eftir, at rættartrygdin hjá útsettum borgarum, ið verða ávirkaðir av tænastuumleggingum á stovninum, verður tryggja.
Um ein álvarslig átala frá Løgtingsins umboðsmanni og ein niðurstøða frá Brekumboðnum ikki fær viðkomandi myndugleika at handla alt fyri eitt og kýta seg fyri at finna eina loysn, sum samsvarar við tænastuna, sum barnið og familjan mistu í vetur, er spurningurin hvussu vit sum land so kunnu tryggja, at hetta ikki verður afturvendandi, og at hetta ikki eisini fer at ávirka onnur, ið hava grundleggjandi rætt til tænastur og tilboð.
Eins og undanfarin ár fer MEGD áhaldandi at fylgja væl við í um og í hvønn mun almennar sparingar ávirka fólk, ið bera brek, bæði beinleiðis og óbeinleiðis
Tórshavn hin 1. Juli 2026
Ása Olsen, forkvinna
Seinastu tíðindi
ÁLVARSLIGA ÁTALAN IKKI TIKIN TIL EFTIRTEKTAR
Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? - MEGD ráðstevna í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. september
Hevur tú brúk fyri donskum fylgjarakorti?