Nýggjasta
HJARTANS TØKK FYRI EINA GÓÐA RÁÐSTEVNU
Takk øll tit, sum luttóku á MEGD-ráðstevnuni „Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið?“ í Norðurlandahúsinum. Stóra undirtøkan, mongu politikararnir og góðu spurningarnir úr salinum góvu orðaskiftinum bæði dýpd og lív.
Serlig tøkk til Ásu Olsen, forkvinnu í MEGD, Bjørt Samuelsen, orðstýrara, og fyrilestrahaldararnar Rominu Boarini frá OECD WISE, Meritu Mesiäislehto frá THL í Finnlandi, Majbritt Skov frá Deloitte í Danmark og Johnny í Grótinum, formann í Búskaparráðnum.
Takk eisini til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, og Magna Højgaard, sum luttók í staðin fyri Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.
Ein serlig tøkk til Beinir Johannesen, løgmann, fyri eina hugvekjandi og framskygda setanarrøðu, sum gav trivnaði eitt týðiligt pláss í búskaparligum og politiskum raðfestingum.
Eisini vilja vit takka Betri-samtakinum, sum var høvuðsstuðul, og Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands fyri stuðul og gott samstarv.
Boðskapurin var greiður: Trivnaður er avgerandi fyri burðardyggan búskaparvøkstur og eitt gott vælferðarsamfelag. Breið semja var um, at fólk, ið bera brek, og feløg teirra – MEGD og tey 24 limafeløgini – skulu takast virkin við í avgerðirnar. Royndir teirra eru týðandi vitan.
Vit hava longu hagtøl, men tørvur er á fleiri. Samstundis mugu tøku hagtølini fáa størri týdning í politiskum avgerðum. Spurningurin um, hvar ábyrgdin fyri hesum arbeiði skal liggja, varð eisini reistur og eigur at verða tikin við víðari.
Vit vóna, at dagsins orðaskifti verður fylgt upp við ítøkiligum samstarvi og gerðum.
Her hjá MEGD arbeiða vit við at skriva ein samandrátt frá ráðstevnuni, sum vit leggja út á heimasíðuna í næstum.
Við hesi megnar røðuni bjóðaði forkvinnan í MEGD, Ása Olsen, vælkomin:
”GÓÐAN MORGUN ØLL SOMUL – OG HJARTALIGA VÆLKOMIN, BÆÐI TIL TYKKUM, IÐ ERU HER Í NORÐURLANDAHÚSINUM OG TYKKUM, IÐ ERU VIÐ Á NETINUM.
Vit í MEGD, sum er meginfelag fyri 24 limafeløg, hava bjóðað til hesa ráðstevnu við einum spurningi: Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið?
Í hesum sambandi hava vit boðið serfrøðingum úr Føroyum og øðrum londum at lýsa, hvussu vit kunnu hyggja víðari enn Brutto Tjóðar Úrtøku – ella BTÚ - sum mátar búskaparliga framleiðslu.
Tá vit tosa um framtíðartrygging, verður ofta hugsað um búskap. Um arbeiðsmegi, skattainntøkur, útreiðslur og um, hvussu vit fáa tølini at hanga saman.
Og sjálvandi hevur búskapurin stóran týdning. Eitt vælferðarsamfelag krevur eitt haldført fíggjarligt grundarlag.
Men spurningurin í dag er eisini, um tað er nóg mikið bara at hyggja at BTÚ?
Tí eitt samfelag kann hava búskaparligan vøkstur, uttan at øll merkja betringar.
Tí er hugtakið “víðari enn BTÚ” – Beyond GDP – so viðkomandi.
Vit kunnu hóskandi spyrja, er talan um eitt vælferðarsamfelag um búskapurin veksur – men at alt fleiri fólk mistrívast?
Er tað framgongd, um vit spara eina útreiðslu í dag, men skapa størri menniskjaligar og fíggjarligar kostnaðir í morgin?
Fyri okkum í MEGD er hetta ein serliga týdningarmikil spurningur. Alt okkara arbeiði byggir á ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, ella brekrættindasáttmálan. Og er sáttmálin púra greiður, Grein 4, stykki 2, snýr seg um at gera búskaparlig og sosial rættindi til veruleika, nøkur alt fyri eitt og nøkur stig fyri stig.
Tá vit hyggja víðari enn BTÚ, verða viðurskifti sjónlig, sum annars lættliga hvørva í einum roknistykki.
Fólk, ið bera brek, skulu ikki síggjast sum ein útreiðsla á einum fíggjarskjali. Tey eru borgarar, starvsfólk, foreldur, børn, vinir, sjálvboðin, skattgjaldarar og virknir partar av okkara samfelagi.
Tá eitt samfelag megnar at geva øllum møguleika at luttaka, er tað ikki bara gott fyri tann einstaka - tað ger eisini samfelagið sterkari, bæði menniskjaliga og búskaparliga.
Tí framtíðartrygging av vælferðarsamfelagnum snýr seg ikki bert um, hvussu nógv vit hava ráð til í krónum og oyrum her og nú, men hvussu vit í felag raðfesta tvørtum ár og ættarlið, og hvussu vit í felag taka lut í hesum kjaki.
Hon snýr seg eisini um, hvussu vit brúka okkara tilfeingi, og um at seta spurningin: Hvat er okkara tilfeingi? Hvat vit raðfesta – og hvat vit velja at máta.
Grein 4, stykki 3 í ST sáttmálanum, sigur, at myndugleikarnir skulu hava tætt samráð við fólk, ið bera brek og taka tey virkið við gjøgnum feløg teirra, tá avgerðir viðvíkja teimum skulu takast. Feløgini hava nevniliga munagóða vitan um hvussu tað er at liva í vælferðarsamfelagnum. Um trivnað og møguleikar at luttaka og vera saman við øðrum.
MEGD er til reiðar at samstarva við mynduleikarnar saman við limafeløgunum, tað eru vit ið kenna avbjóðingina og liva við henni, men vit eru eisini før fyri at finna loysnir saman við øðrum.
Grein 31 í ST sáttmálanum snýr seg um at savna vitan, so vit kunnu síggja, um rættindini verða veruleiki, og hvar forðingar, ið kunnu fremja mismun eru.
Eg vóni, at ráðstevnan í dag kann geva okkum nýggja vitan, nýggj amboð og ikki minst nýggjar samrøður um, hvussu vit byggja eitt vælferðarsamfelag, sum bæði er búskaparliga haldført og menniskjaliga burðardygt.
Eitt samfelag, har framburður ikki bert verður mátaður í krónum og prosentum, men eisini í lívsgóðsku, luttøku, møguleikum og rættindum.
Einki um okkum uttan okkum.
Takk fyri – og einaferð enn hjartaliga vælkomin øll somul.”
Ráðstevnan varð stroymd beinleiðis og liggur nú á YouTube. Til ber at hyggja eftir henni við at trýsta á hetta leinkið: https://www.youtube.com/live/Erb8O5guREA
Seinastu tíðindi
HJARTANS TØKK FYRI EINA GÓÐA RÁÐSTEVNU
MEGD ráðstevnan 29. september í Norðurlandahúsinum - Luttøka á netinum