DÓMUR: TÝDNING FYRI RÆTTARTRYGDINA

oktober 15, 2026

Ein kvinna við álvarsomum virkistarni hevur fingið viðhald í Føroya Rætti, sum hevur heimvíst málið til nýggja viðgerð hjá Føroya Kærustovni. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at MEGD hevur verið við til at fyrireika rættarmál, ið kann tryggja rættindini hjá fólki við breki

Munandi brek vóru í málsviðgerðini, tá fyrst Almannaverkið og síðandi Føroya Kærustovnur avgjørdu at 50 ára gamlaHeidi E. Hammer í Sandavági, ikki hevði rætt til at fáa fíggjarligan stuðul, at útvega sær ein persónbil við automatiskum gearum. Avgerðin var ógildug og skal viðgerðast av nýggjum í Kærustovninum.

Hetta avgjørdi Føroya Rættur herfyri, tá hann við dómi setti fyribils punktum við eitt mál, sum byrjaði við eini umsókn frá Heidi E. Hammer til Almannaverkið í mai 2023.

Sýttu henni avlamisbil

Heidi er fyritíðarpensjonistur og hevur livað við ringari kroniskari pínu síðani ein álvarsoman fallsskaða í 2015. Vanlukkan hevur gjørt, at hon er illa rørsluskerd, og tí søkti hon um stuðul eftir tágaldandi skipan til at útvega sær ein persónbil, sum kundi hjálpa um skerda flytførið í gerandisdegnum.

Eftir at hava gjørt eina tørvsmeting og eina gongutest kom Almannaverkið til ta niðurstøðu, at Heidi E. Hammer var ikki nóg førleikaskerd til fáa stuðul til avlamisbil, og sýtti umsóknini.

Eftir at Føroya Kærustovnur staðfesti avgerðina hjá Almannaverkinum, avgjørdi hon at leggja avgerðina hjá Kærustovninm fyri Føroya Rætt.

Týðandi brek í málsviðgerðini

Føroya Rættur sigur í dómsúrskurðinum, at tað vóru so týðandi brek í málsviðgerðinini, at tað kann ikki útilokast, at tað hevur ávirkað niðurstøðuna hjá avgerðarmyndugleikanum, tá hann noktaði Heidi E. Hammer stuðul til avlamisbil. Tískil er avgerðin ógildug, og málið er heimvíst til nýggja viðgerð hjá Føroya Kærustovni.

Avgerðandi fyri dómin eru tvær læknaváttanir, sum Heidi E. Hammer legði fyri Kærustovnin áðrenn hann staðfesti avgerðina hjá Almannaverkinum í 2024. Onnur frá serlækna á pínuklinikkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hin frá kommunulæknanum. Læknaváttaninar greiddu frá, at gonguførið hjá Heidi var ógvuliga skert: at hon í mesta lagi kundi ganga 200 metrar á sløttum lendi ein góðan dag uttan beriposar, og  at hon ikki megnaði at ganga til handils, til bussin og at gera neyðug ørindi.

Kærustovnurin stuðlaði afturímóti sína meting á tvær eldri serlæknaváttanir frá 2022, sum vóru útvegaðar til eitt annað høvið enn umsóknina um stuðul til avlamisbil.

Føroya Rættur vísir á, at tað sæst ikki í málsvigerðini, at myndugleikarnir hava tikið atlit til tær seinnu serlæknaváttaninar, tá teir tóku sína avgerð. Hetta hóast hesar váttanir innihildu viðkomandi upplýsingar um gonguførleikan, sum settu spurnartekn við metingina hjá myndugleikunum, um at hon megnaði teinarnar til buss og tænastur.

 Vit tað, at eitt hert grundgevingarkrav má vera galdandi, tá myndugleikar seta til viks metingar hjá sakkønum, er talan um týðandi brek í málsviðgerðini, sum ger, at avgerðin er ógildug, sigur rætturin.

Týdning fyri rættartrygdina

Í hesum málinum varð avgerð fyrst tikin av einum myndugleika, Almannaverkinum, og síðani staðfest av einum øðrum, Kærustovninum, sum var mannaður við trimum løgfrøðingum og einum lækna. Kortini vóru týðandi brek í málsviðgerðini.

- Málið vísir hvussu stóran týdning tað hevur, at borgarar hava møguleika at royna avgerðir hjá myndugleikunum, sigur Jónas Tór Næs, advokatur hjá Heidi E. Hammer.

- Hetta er gott fyri rættartrygdina og vísir týdningin av, at myndugleikarnir gera sær stóran ómak við fyrisitingarligum avgerðunum, m.a. at fáa málini lýst til fulnar og at grundgeva sakliga, sigur hann.

At fara í rættin kann vera bæði tungt og dýrt.

Hjá Heidi E. Hammer var tað hennara rættarhjálpstrygging, sum er partur av vanligu innbúgvstryggingini, sum gav henni møguleikan at fara í rættin við málinum. Nú hon hevur fingið viðhald í Føroya Rætti er tað tó Kærustovnurin, ið skal rinda sakarmálskostnaðin.

Ráðgeving frá MEGD

Heidi E. Hammer, sum er limur í einum av limafeløgunum hjá MEGD, hevur fingið løgfrøðiliga ráðgeving frá MEGD í tilgongdini. Ráðgevingin hevur verið við til at fyrireika stevningina og verið við í hoyringstilgongdini, sum er upp undir eitt rættarmál.

Hetta er fyrstu ferð, at  MEGD er við í fyrireikingini av rættamáli, sum er við til at tryggja rættindini hjá fólki, sum hava brek.

Løgfrøðiliga ráðgevingin hjá MEGD er fyri fólk, sum eru limir í einum av teimum 24 limafeløgunum og fyri limafeløgini. Harafturat kunnu fólk, sum ikki eru limir fáa ráðgeving, um málið er av prinsipiellum týdningini fyri fólk við brek. Tá kunnu fólk í staðin stuðla Verkætlanargrunninum, sum fíggjar løgfrøðiliga ráðgevingina, við eini pengingagávu.

Tú kanst lesa dómin við at trýsta her https://megd.fo/upload/tinymce/e071025755133a518ca50fb82e5f22508d659ae2.pdf

 Myndatekstur:

Heidi E. Hammer saman við advokati sínum, Jónas Tór Næs, framman fyri dómhúsið, tá ið dómsviðgerðin var í Føroya Rætti.

 

Seinastu tíðindi

DÓMUR: TÝDNING FYRI RÆTTARTRYGDINA

oktober 15, 2026

Dómur: TÝDNING FYRI RÆTTARTRYGDINA

oktober 15, 2026

Búskapur og trivnaður hanga saman

oktober 5, 2026

HJARTANS TØKK FYRI EINA GÓÐA RÁÐSTEVNU

oktober 1, 2026