Áheitan til FMR, KAF og Pedagogfelagið

januar 10, 2018

Í samband við trætuna á arbeiðsmarknaðinum millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag vil MBF hervið heita á partarnar um at finna eina loysn.

MBF vil gera vart við, at støðan á brekøkinum er alt annað enn góð, nú fólk eru noydd at flyta úr teirra egnu heimum, orkan á teimum stovnum, ið enn eru opnir, er rættiliga nógv skerd, og nú verkfallið/verkbannið rakar børn, ið bera brek í fólkaskúlanum. 

MBF hevur ongar viðmerkingar um, hvør nú hevur ábyrgdina av, at støðan er sum hon er, men kunnu vit vísa á, at tá vit í 2014 sendu skuggafrágreiðing til ST nevndina, var eitt av okkara kritikpunktum, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Í hesari frágreiðing til ST vísti MBF á, at tað kom fyri, at fólk, ið bera brek, ið búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall var.

Nú fýra ár seinni mugu vit ásanna, at støðan ikki er betri, enn hon var tá skuggafrágreiðingin varð skrivað. Tað er ikki einans heimið hjá fólki, ið verður rakt, men sleppa teir veikastu næmingarnir ikki í skúla heldur. Støðan í dag er tann, at børn, ið bera brek, ið eru í einari skipan við námsfrøðiligum stuðli í fólkaskúlanum sleppa ikki í skúla og missa harvið undirvísing, meðan aðrir næmingar, ið ikki hava námsfrøðiligan stuðul sleppa í skúla.

MBF vil til eina og hvørja tíð virða rættin hjá fakfeløgum at nýta tey vápn, tey hava, í hesum føri verkfall. Tó vilja vit heita á allar tríggjar samráðingarpartarnir at tryggja, at tað ikki eru teir veikastu bólkarnir í samfelagnum, ið eru fyri mismuni.

MBF vil heita á samráðingarpartarnar at finna eina loysn og ikki góðtaka, at fólk, ið bera brek, eru fyri mismuni, tá verkfall/verkbann er. Tað er ikki í lagi, at hetta so viðbrekna økið aftur og aftur verður rakt.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024