Nýggjasta
Byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn til fólk við serligum avbjóðingum
oktober 19, 2017
MBF fegnast um, at farið verður undir at byggja vardar bústaðir í Tórshavn til fólk við serligum avbjóðingum.
Víst verður til, at innihaldið í varda bústaðnum er nærri lýst í funktiónsanalýsu, ið er tilevnað í samstarvi við Javna, og hava vit onga viðmerking til funktiónsanalýsuna.
Viðvíkjandi støddini á sambýlunum, verður lagt upp til, at hvørt sambýlið skal fevna um 3 eindir við 6 búfólkum í hvørjari eind. Hetta meta vit er nakað nógv, og eru vit ikki fegin um, at bygdar verða ov stór sambýlir, heldur eigur ein at hyggja eftir møguleikanum at gera fleiri smærri eindir.
Vinarliga v/ MBF
Ása Olsen, aðalskrivari
Seinastu tíðindi
Samstarv ein fortreyt
mai 4, 2026
Samstarvs ein fortreyt
mai 4, 2026
Almenn móttøka fyri nýggju forkvinnuni í MEGD
apríl 21, 2026
EIN TÝÐANDI SIGUR FYRI RÆTTINDI HJÁ BØRNUM, IÐ BERA BREK
apríl 17, 2026