Meðan vit bíða

mai 11, 2019

Føroya Løgting er farið í summarfrí. Friðurin er óivað kærkomin fyri fleiri, og gevur friðurin okkum øðrum møguleika at eftirmeta farnu fýra árini og hugsa um viðurskifti, sum í komandi tingsetu ynskiliga náa um málstrikuna. Jú, tey viðurskifti, ið náddu málið, gleðast vit um. Vit eru tolin partur av politisku skipanini, hóast tað kann tykjast leingi at bíða. Men soleiðis er tað so ofta.

Samskipandi eind

Áhugavert verður at fylgja arbeiðinum hjá Samskipandi eindini, sum skal tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, virkar í verki á øllum økjum, sum nýliga er farin til verka. Hvørt landsstýrisfólk hevur tilnevnt lim í samskipandi eindina, ið yvirskipað skal tryggja samanhang í brekpolitisku ætlanum landsstýrisins. M.a. skal samskipandi eindin orða eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, sum sáttmálin fevnir um.

 

Fáið í valskránna

Sum fráboðað verður løgtingsval væntandi í august. Flokkarnir eru farnir at gera valskráir, sum skulu vísa, hvussu valevnini ynskja at branda seg til løgtingsval 2019, og hvat skal mynda politikk teirra komandi valskeið.

Í apríl var MEGD, vegna limafeløgini, á fundi við ST-nevndina við evnislista. Hesin listin vísir á viðurskifti, sum enn ikki eru komin um málstrikuna, og kann tí vísa veg til ítøkilig ynski í politisku valskráunum.

Her eru nøkur dømi – umframt ynski um eitt óheft eftirlit við íverksetanini av ST-sáttmálanum og hagtøl, ið betur kunnu lýsa brekøkið, sum MEGD fyrr hevur víst á.

 

Lóggáva ímóti mismuni

Føroyar tørva lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum, eisini uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Í dag eru fólk, ið bera brek, vard av Løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av breki.

Eisini tørvar okkum at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk verða tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun.

 

Egnan bústað

Tað er sjálvsamt, at fólk, ið bera brek, kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin til at liva sjálvstøðugt. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár, og tá eru almennu tænasturnar avmarkaðar.

Harumframt er eingin lóg, ið verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Nógv hava verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, tá ið verkfall hevur verið.

 

Føroyskt teknmál sum mál

5. juni 2017 viðurkendi Føroya Løgting føroyskt teknmál sum mál, og við hesum fekk Málráðið, ið er sett at røkja, menna og verja føroyska málið, ein lim úr deyvasamfelagnum. Eisini kunnu vit gleðast um, at ein føroysk teknmálsorðabók er útgivin, sum liggur á https://is.signwiki.org.

Tó skulu vit viðurkenna rættin hjá deyvum og hoyriveikum at fáa undirvísing og at samskifta á teknmáli. T.d. at seta munadygg tiltøk í verk fyri at stuðla teknmáli sum samskiftishátt og harvið at stuðla nýtsluni av føroyskum teknmáli á øllum økjum í lívinum hjá deyvum við tí endamáli at tryggja luttøku teirra í arbeiði, útbúgving og mentanarlívi.

Hóast kunngerð um undirvísing í og á teknmáli er gjørd, er eingin undirvísing í føroyskum teknmáli.

 

Børn við Cochlear Implant

Feløgini gera vart við, at børn við CI (Cochlear Implant) ikki fáa neyðug framhaldsskeið og undirvísing, hvat samskifti viðvíkur. Í Føroyum vantar gransking, sum vísir um børnini, sum hava fingið CI, fáa fult gagn av CI. Vit vita ikki, um børnini hava tørv á teknmáli saman við talumáli ella teknmál skaðar ta málsligu menningina.

 

Samskiftisdepil

Okkum tørvar viðurkenning av menningini og stuðlinum av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Sum er, er eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum.

Her kundi hóskandi verið arbeitt við einum samskiftisdepli, har ymsu fakbólkarnir innan økið samstarvaðu um menning av samskifti av ymiskum slag. Í dag hava vit ein vælvirkandi Sjóndepil. Við støði í einum slíkum, kundi her verið hugsað um tey, ið hava avbjóðingar t.d. við at hoyra, at tosa, at minnast, at skriva og at lesa og eisini at menna ráðgeving um tøknilig hjálpartól á økjunum.

 

Ov langt frá heilsutænastum

Fólk, ið bera brek, hava atgongd til heilsutænastur, men eingin yvirskipaður politikkur er, ið tryggjar persónum, ið bera brek, fyribyrgjandi heilsutænastur. Hetta hevur við sær, at persónar, ið bera brek, t.d. fáa staðfest krabbamein seint í sjúkugongdini.

Eisini gera feløgini vart við, at fólk við varandi sjúkum sum t.d. minnissvinni ikki verða kannaðir og sjúkur teirra ikki greinaðar.

 

Venjing og endurvenjing

Í Føroyum er eingin heildarskipan av venjing og endurvenjing. Hetta hevur við sær, at fólk við varandi sjúkum ikki fáa tryggjað eina endurvenjingar- og venjingarætlan. Útreiðslurnar til neyðugu støðugu venjingina kunnu vera stórar, av tí at viðkomandi persónar noyðast at rinda part av teimum sjálvir.

Her eru ásetningar í Vælferðarlógini, sum tó beint fyri summarfrítíðina var sett á síðulinjuna. Hon er eitt av heilt stóru, rúgvismiklu málunum, sum seinastu árini hava fylt nógv. Hóast ein rammulóg, so er hon eitt stig rætta vegin.

 

Kná børn og ung

Í 2014 varð eftir tilmæli ein skipaður samstarvsleistur, „Tann góða tilgongdin“, settur í verk fyri børn við autismu. Hetta skuldi tryggja eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum. Góðar royndir hava verið við hesum arbeiði, men eingin „góð tilgongd“ er gjørd fyri familjur og børn við menningartarni, ið hava tørv á eini ítøkiligari ætlan og serkønum persóni við ábyrgd av einum samskipaðum heildartilboði til børn við menningartarni.

Vit eiga at tryggja, at øllum børnum og ungum við avbjóðingum verða veitt eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg.

Hetta kom fram á ráðstevnuni í mai „Kná børn“ við spurninginum, hvussu bera vit okkum rætt at – rættstundis. Grundleggjandi eru skipanirnar ov nógvar og ov fløktar.

 

Og vit bíða

Meðan vit bíða og tingfólk eru farin í summarfrí, eru tó mong í ferð við at gera valskráir, sum fara at vísa, hvussu flokkarnir vilja branda seg til løgtingsvalið 2019, og hvat skal mynda politikk teirra.

Vónandi verður tað heldur ikki ov leingi, til atkvøðuseðlar við myndum av teimum, ið stilla upp, verða tøkir, og at atkvøðuseðlarnir verða talgildir, til tess at fólk við menningartarni og blind kunnu greiða atkvøðu sjálv uttan hjálp.

Við hesum uppskotum úr rúgvuni er vón okkara, at brekøkið sakliga og ítøkiliga verður tikið við í valskráirnar.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024