MEGD fær nýggja forkvinnu

september 18, 2025

Ruth Thomsen, sum varð vald til forkvinnu í MEGD á ársaðalfundinum í vár, hevur av persónligum orsøkum valt at leggja frá sær sum forkvinna. Tá hon tók við forkvinnusessinum setti hon sum fortreyt, at áhaldandi skula kunna røkja leiklutin sum forkvinna í Blindafelagnum samstundis, sum hon varð forkvinna í MEGD. Men eftir nakrar mánaðir í MEGD við nógvum og góðum arbeiði, má hon tó ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis. Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at taka við sum forkvinna eftir Ruth fram til á næsta ársaðalfund, sum verður fyrst í komandi ári.

Á myndini frá høgru: Steindóra á Stongunum (skrivstovufólk), Johnny Olsen (starvsnevndarlimur), Ása Olsen (forkvinna í MEGD), Dánjal Højgaard (løgfrøðiligur ráðgevi), Sonja Olsen (starvsnevndarlimur), Ruth Thomsen (fráfarandi forkvinna) og Bárður Atlason Ísheim (aðalskrivari).

Ruth Thomsen, sum varð vald til forkvinnu í MEGD á ársaðalfundinum í vár, hevur av persónligum orsøkum valt at leggja frá sær sum forkvinna.

Tá hon tók við forkvinnusessinum setti hon sum fortreyt, at áhaldandi skula kunna røkja leiklutin sum forkvinna í Blindafelagnum samstundis, sum hon varð forkvinna í MEGD. Men eftir nakrar mánaðir í MEGD við nógvum og góðum arbeiði, má hon tó ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis.

Ruth greiðir frá, at hetta var eitt torført val, tí henni dámdi arbeiðið hjá MEGD sera væl, og at bæði starvsfólk, starvsnevnd og feløg vóru sera góð at samstarva við, umframt at stór og týðandi evni gera seg galdandi á brekøkinum, her undir at virka fyri at fáa styrkt fíggjarliga grundarlagið hjá MEGD.

Viðtøkurnar hjá MEGD siga greitt, at um formaðurin/-kvinnan fer frá í úrtíð, tekur næstformaðurin/-kvinnan við fram til fyrstkomandi aðalfund, hetta merkir, at nýtt forfólk verður valt á komandi aðalfundi.  

Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at taka við sum forkvinna eftir Ruth fram til á næsta ársaðalfund, sum verður fyrst í komandi ári.

Ása Olsen hevur sera drúgvar royndir, bæði sum fyrrverandi aðalskrivari í MEGD í 6 ár, sum forkvinna í Hoyr í nøkur ár, sum fakfelagsforkvinna, sum stýrisforkvinna í Dugna, sum fyrisitingarleiðari og sum deildarleiðari í landsfyrisitingini. Við royndum og útbúgving hennara er MEGD í tryggum hondum.

MEGD ynskir Ásu Olsen hjartaliga til lukku við forkvinnusessinum, og takkar henni fyri at hon tekur við í úrtíð. Samstundis fær Ruth eina hjartans tøkk fyri gott samstarv og blíð ynski víðari sum forkvinna í Blindafelagnum.

 

Seinastu tíðindi

Inklusjón gav mær eina rødd, útihýsing kveikti viljan til at brúka hana

desember 10, 2025

Livikorskanningin 2025 eitt valaverk, ið gevur nógva viðkomandi vitan.

desember 5, 2025

Altjóða brekrættindadagurin 2025

desember 4, 2025

Fráboðan send til Brekumboðið

november 28, 2025