MEGD skipaði fyri eykaaðalfundi 19. februar, har viðtøkubroytingar vóru á skrá.

februar 20, 2026

Meginfelagið hevur verið í einari tilgongd saman við forfólkunum í limafeløgunum síðan oktober 2025, har vit hava arbeitt við at gera viðtøkurnar hjá meginfelagnum greiðari í samband við val av forfólki og starvsnevndarlimum.

Á eykaaðalfundinum 19. februar vóru broytingar í viðtøkunum gjørdar, og eru broytingarnar hesar:

1.      Skrivað inn í viðtøkurnar § 10, stk. 5:

Valdi formaðurin/-kvinnan hjá MEGD kann ikki samstundis verða formaður/-kvinna, nevndarlimur ella tiltakslimur í einum limafelagi hjá MEGD ella øðrum líknandi felagi. Tó skal formaðurin/-kvinnan vera limur í einum ella fleiri limafeløgum.

 

Skrivað inn í viðtøkurnar §10, stk. 6:

2.      Fyri at vera í uppskoti til at gerast formaður/-kvinna hjá MEGD er tað eitt krav, at viðkomandi er limur í einum limafelagi hjá MEGD.

 

Uppskot til viðtøkubroytingar viðvíkjandi treytunum fyri starvsnevndina

Skrivað inn í viðtøkurnar §9, stk. 3:

3.      Í starvsnevndini hjá MEGD sita einans formenn/-kvinnur í limafeløgunum, formaður/-kvinna í MEGD undantikin. Sostatt eru tað einans formenn/-kvinnur í limafeløgunum hjá MEGD, sum kunnu verða í uppskoti til starvsnevndina og til tiltakslimir.

 

Til fundin møttu 18 limafeløg, og koma hesar broytingar at gera tað munandi lættari, tá limafeløgini skulu senda inn uppskot um val í samband við aðalfund.

Ein góður fundur við nógvum kjaki.

 

Seinastu tíðindi

FLOKKARNIR Á FUNDI VIÐ MEGD

mars 11, 2026

Fráboða atkomu- og luttøkuforðingar hjá MEGD

mars 6, 2026

1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni

mars 1, 2026

MEGD bjóðar politisku skipanini til samstarv

februar 27, 2026