Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føroyum mikudagin 25. mars kl. 17.00

februar 25, 2026

Aðalfundurin hjá MEGD verður sum kunnugt hildin á Hotel Føroyum mikudagin 25. mars kl. 17.00.

 

Skráin:

a. Val av orðstýrara
b. Formansfrágreiðing
c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
d. Framløga av fíggjarætlan til kunningar
e. Býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini
f. Innkomin mál
g. Val av formanni/-kvinnu, sum verður vald/ur fyri 3 ár í senn.
h. Val av limum til starvsnevndina, umframt tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn.
i. Val av løggildum grannskoðara, sum verður valdur fyri 2 ár í senn.
j. Innliman/striking av limafeløgum
k. Ásetan av limagjaldi
l. Ymiskt
 

Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri aðalfundin, her undir uppskot til formann/-kvinnu, 2 starvsnevndarlimir og 1 tiltakslim, skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2026. Vinaliga sendi møgulig mál ella uppskot á bardur@megd.fo.

 

Um tað ikki liggur fyri hjá forfólkinum í tykkara felagi at møta, ber til at geva fulltrú til annað umboð fyri felagið at møta í staðin, og verða tit biðin um at upplýsa hetta tá tit tekna tykkum.

 

Hvørt limafelag hevur eina atkvøðu, og allir limir í limafeløgunum MEGD kunnu luttaka á aðalfundinum.

 

Vinarliga boða frá luttøku á bardur@megd.fo skjótast gjørligt og helst ikki seinni enn mikudagin 11. mars 2026.

 

Vónandi verður góð undirtøka á aðalfundinum.

 

Starvsnevndin

Seinastu tíðindi

Starvsnevndin í MEGD hevur skipað seg við næstforkvinnu

apríl 9, 2026

Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv

mars 27, 2026

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU

mars 23, 2026

Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026