Nýggjasta
1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni
1. MARS ALTJÓÐA DAGUR ÍMÓTI MISMUNI✌️
Sameindu tjóðir (ST) hevur útnevnt dagin í dag, 1. mars, at vera altjóða dag ímóti mismuni. ✨️
MEGD vil tí nýta høvið at varpað ljós á, at lógir og skipanir í Føroyum áhaldandi fremja mismun ímóti fólki, ið bera brek, men at tað tíbetur ber til at finna virðiligar og varandi loysnir.
Vist tú:
✅ at Føroyar hava sett í gildi altjóða brekrættindasáttmálan, sum kann nýtast sum amboð at smíða javnrættindi inn í lóggávu og skipanir?
✅ at Føroyar framvegis ikki hava nakra breiða lóggávu sum bannar øllum formum fyri mismuni vegna brek í føroyska samfelagnum? Til samanberingar hava grannalond okkara hava havt slíka lóggávu í áratíggju.
✅ at galdandi javnstøðulóg í Føroyum bara bannar mismun vegna kyn, men ikki vegna brek, húðarlit, aldur, átrúnað ella onnur grundleggjandi atlit?
✅ at tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini til Føroya landsstýri byggja á altjóða framkomna gransking og serfrøði innan eitt nú løgfrøði, búskaparfrøði og samfelagsfrøði, og kunnu hesi vera við til at fyribyrgja og basa mismuni vegna brek?
✅ at feløgini hjá fólki, ið bera brek, hava týðandi vitan og førleikar at ráðgeva politikarum og myndugleikum um, hvussu til ber at fyribyrgja og basa mismuni í eitt nú lóggávu og skipanum?
MEGD vil hervið ynskja øllum ein góðan altjóða dag ímóti mismuni. :)
Seinastu tíðindi
”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”
”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”
”HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFELAGIÐ AT FORELDUR IKKI SLEPPA TIL ARBEIÐIS?”