Á flog við Atlantic Airways

september 25, 2019

Mikudagin 25. september varð fylgjaraavtalan millum Atlantic Airways og MEGD endurskoðað og undirskrivað. MEGD takkar fyri vælvild við vón um, at fylgjarakortið dúgliga verður nýtt.

Um avtaluna skrivar Atlantic Airways, at fylgjarin hjá tí, sum hevur MEGD fylgjarakort, fær 50% í avsláttri av galdandi almannakunngjørda ferðaseðlaprísinum hjá tí ferðandi.

Avslátturin verður veittur á øllum rutum hjá Atlantic Airways.

Keyp av ferðaseðlum við serprísi, broytingargjøld og keyp av eyka tænastum t.d. vistveiting, eyka viðføri, seturval v.m. er ikki fevnt av avsláttrinum í avtaluni. 

Avslátturin er treytaður av, at tann ferðandi kann skjalprógva, at hann/hon hevur fylgjarakort frá MEGD. Somuleiðis er avslátturin treytaður av, at fylgjarin ferðast á somu fráferðum sum tann ferðandi við MEGD fylgjarakorti.

Ferðaseðlar, fevndir av hesi avtalu, skulu bíleggjast á á Sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways á 341000 ella booking@atlantic.fo.

MEGD takkar Atlantic Airway fyri vælvilja og ynskir øllum, ið gagnnýta hendan møguleika, góða ferð.

 

Seinastu tíðindi

1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni

mars 1, 2026

MEGD bjóðar politisku skipanini til samstarv

februar 27, 2026

Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føroyum mikudagin 25. mars kl. 17.00

februar 25, 2026

MEGD skipaði fyri eykaaðalfundi 19. februar, har viðtøkubroytingar vóru á skrá.

februar 20, 2026