Fyrstu fylgjarakortini veruleiki

mars 13, 2015

Í dag vóru fyrstu fylgjarakortini handað á Rúnarvegi í Runavík. Tað vóru tey fimm, Marita Christiansen, Ann Mari í Puntabyrgi, Hans Pauli Jacobsen, Jacobina Mellemgaard og Jacob Jacobsen, sum fingu fylgjarakort handað, og sum eisini vóru tey fyrstu at søkja.

Hvat er eitt fylgjarakort?

Í Føroyum eru nøkur, ið hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk. Í skuggafrágreiðingini, sum MBF lat ST nevndini í apríl 2014, heittu limafeløgini á ST nevndina um at áleggja Landsstýrinum at skipa soleiðis fyri, at fólk, ið bera brek, og sum hava brúk fyri stuðli, bert gjalda fyri sína egnu luttøku og egnan ferðaseðil. Hetta verður nevnt út frá grein 30, um at vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti, har limalondini viðurkenna rættindini hjá fólki, ið bera brek, til á jøvnum føti við onnur at vera við.

Avtalur um fylgjarakort 

Í Mentamálaráðnum 18. desember 2014 gjørdist fylgjaraskipanin veruleiki. Tá skrivaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum undir avtaluna, sum kom í gildi 1. januar 2015. 

Avtalan tryggjar fólki, ið bera brek, javnbjóðis atkomu til ferðir, tiltøk og annað. MBF fegnaðist um avtaluna, ið var fyrsta stigið á leiðini. Í fyrstu atløgu vóru tað teir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan á fíggjarlógina frá ávikavíst Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum fylgjarakortið fevndi um. Tað er Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.

29. januar var síðani avtalan ímillum Smyril Line og MBF undirskrivað.

Hvør hevur ábyrgdina?

Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmarki.

Meginfelag teirra brekaðu umsitir fylgjarakortið. Á heimsíðuni hjá MBF undir “Savn” síðani undir “Oyðubløð” er umsóknarblað og leiðreglurnar liggja undir "Vit meina" og síðani undir "atkoma". 

Í avtaluni við Smyril Line stendur:

Endamálið við avtaluni er at tryggja fólki, ið bera brek, okkara bestu tænastu. Hetta er galdandi bæði, tá ið ferðaseðilin verður keyptur, og eisini á ferðini meðan siglt verður. Miðað verður somuleiðis móti, at ferðandi við breki ikki verða tyngd við eykaútreiðslum hóast teirra skerda førleika

Hvør er umfataður:

Øll, sum eru limir í einum av undirfeløgunum í MBF, eru umfataði hesa avtalu.

Fylgjari:

Um ferðandi er bundin av fylgjara, ferðast hesin ókeypis. Um ferðandi er bundin av førarahundi, ferðast hesin somuleiðis ókeypis.

Bilur:

Um ferðandi hevur serligan handikappbil (í mesta lagi 2,50 m hædd) er kostnaðurin tann sami sum fyri vanligan persónbil.

Serprísur:

Rørslutarnað kunnu keypa handikappkømur fyri sama prís sum tey innvendigu kømurini.

Handikappkømur eru fýra koyggju kømur. Tann rørslutarnaði hevur ræði yvir øllum kamarinum. T.v.s., at foreldur, hjúnafelagi, systkin ella fylgjari kunnu búgva saman við tí rørslutarnaða í kamarinum, um talið av sambúgvum ikki er hægri enn koyggjutalið.

Tá ið Smyril Line ger serlig átøk, har vit bjóða ymsar serprísir, verður hetta vanliga tengt at innvendigu kømrunum. Rørslutarnað eru undantikin, og tey fáa handikappkamar fyri sama serprís uttan at gjalda eykakostnað.

Fyri at kunnu bíleggja handikappkamar krevst, at tann ferðandi er koyristólsbrúkari. 

Bóking:

Bíleggingar skulu gerast hjá Ritu Berg á beinleiðis telefon 345921 ella umvegis teldupost ritab@smyrilline.fo.

 

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024