Tekstur og teknmálstulking í KvF

mars 19, 2020

KvF hevur seinastu dagarnar víðkað um atkomu fyri deyv og hoyriveik. Tíðindini eru kærkomin og gleðast vit um vælvilja og innsats.

KvF er farið at teksta tíðindasendingarnar í sjónvarpinum. Hetta er galdandi fyri vanligu tíðindasendingarnar og eyka tíðindasendingarnar. Tær verða lagdar á netið, so skjótt tær eru tekstaðar. Sostatt eru tær tøkar seint um kvøldið ella fyrrapartin dagin eftir. 

Viðvíkjandi tíðindafundunum verður hildið fram við skipanini at blogga beinleiðis frá teimum. Hetta kemur í staðin fyri teksting. Øll orka fer til at teksta Dag og Viku, tí verður bloggað beinleiðis frá tíðindafundunum.

Hildið verður fram sum vanligt at teknmálstulka Dag og viku á netinum.

Á KvF er frámerki sett ovast til høgru, sí her.  Her eru allar tekstaðar tíðindasendingar, teknmálstulkaðar sendingar og bloggaðir tíðindafundir at finna á einum og sama stað.

Boða teimum, ið tit kenna, frá nýggju tænastuni.

MEGD ynskir at enda at takka limafeløgunum Hoyr og Deyvafelag Føroya fyri treysti at gera hetta mál til veruleika. 

Seinastu tíðindi

Livikorskanningin 2025 eitt valaverk, ið gevur nógva viðkomandi vitan.

desember 5, 2025

Altjóða brekrættindadagurin 2025

desember 4, 2025

Fráboðan send til Brekumboðið

november 28, 2025

Altjóða brekrættindadagur 2025 - Mikudagin 3. desember kl. 15-17 í Smæruni

november 26, 2025