Uppskot til atkomuligar matstovur

Orð sum spegilsmynd

mai 20, 2020

Seinastu vikurnar hevur kjak tikið seg upp um orðingar, eftir at útlendskir miðlar hava brúkt heiti sum „Klumpfod sørgede for fest" og „Se upp, stjärnor – här kommer ”Klumpfot” um álopsleikaran Klæmint Andrasson Olsen, sum spælir við NSÍ og er á føroyska landsliðnum.

Í hesum sambandi var forkvinnan boðin at vera gestabloggari á blogginum Birk hjá Birgir Cruse. Eisini tók Góðan morgun Føroyar evnið upp. Niðanfyri verður bloggurin á Birk endurgivin.

Myndina eigur Hans Erik Danielsen.

 

Orð sum spegilsmynd

Summi halda, at vit skulu hava frælsi at orða okkum frítt. Hesi somu rulla eygu eftir tí, vit kalla „politiskt rættur málburður”, tí tey halda, at hugtakið avmarkar málburð og gerðir.

Tað skal, halda tey, vera í lagi at háða, niðra, steingja úti ella skaða fólk einfalt vegna teirra veran.

Avbjóðingin er, at tá ið vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, kenna vit okkum ikki altíð aftur. Hetta er viðkomandi, tí hóast vit ikki kenna okkum aftur, so ávirkar hetta okkum.

Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og hvussu vit uppliva okkum sjálvi og onnur.

Bretski journalisturin, Catlin Moran, hevur sagt, at fólk, vit eru saman við, eru eins og spegl. Vit síggja okkara egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um speglið er í lagi, síggja vit okkara sonnu spegilsmynd. Soleiðis læra vit at síggja og kenna, hvørji vit eru. Speglini eru ymisk, og tað er sjálvt „aftursvarið” okkum tørvar.

Víðari sigur hon, at onkuntíð uppliva vit, at speglið er brotið, knekkað ella oyðilagt, og tá vísir speglið ikki sonnu myndina. Men hóast myndin er ósonn og oyðiløgd, fara vit at trúgva henni.

Eins og eyguni eru spegl, so kunnu orðini vera tað.

Ekstrablaðið valdi í vikuskiftinum at avspegla ein av Føroya fremstu fótbóltsleikarum við yvirskriftini: „Se målene: Klumpfod sørgede for fest.” Sama gjørdu aðrir miðlar.

Summi siga, at hetta er fínasta slag, og bara ein annar máti at siga eina sólskinssøgu.

Men hví nýta eyknevni? Eyknevnið ger, at speglið er brotið, knekkað og oyðilagt og líkist neyvan mongu viðurkennandi speglunum, sum fótbóltsleikarin Klæmint Olsen hevur møtt á lívsleiðini. Tíbetur.

Orð hava megi, tí skulu vit nýta tey við umhugsni. Vit eiga at spyrja um tað, vit nú fara at siga ella skriva, er væl undirbygt ella ikki. Hvørja ávirkan fara orðini at hava - á tann, eg sigi tað um og onnur.

Í hesum førinum er tað speglið, ella orðini, sum er trupulleikin, og ikki leikarin. Men um hetta verður gjørt nóg ofta, broytir hetta vanligan hugburð og verður góðtikið av meirilutanum, hóast orðingin er niðrandi. Orðingin fer eisini at verða brúkt um onnur enn Klæmint.

Caitlin Moran vil vera við, at fólk, sum vit eru saman við, hava ávirkan á, hvussu vit síggja okkum sjálvi. Tí kann tað eisini kennast løgið, tá ið fólk síggja okkum øðrvísi, enn vit sjálvi gera.

Hóast fólk í vesturheiminum meira enn nakrantíð tosa um at góðtaka hvønn annan, sum vit eru, og um persónliga frælsið – frælsi og rættin at vera tann vit eru – so vilja summi halda fast um frælsi at orða seg, sum tey ætla sær, hóast tað skaðar onnur.

Eitt og hvørt frælsi virkar við ábyrgd fyri næstanum sum avmarking.

Seinastu tíðindi

Hjálp okkum at finna atkomuligar matstovur

juni 1, 2020

Bara lúsin útlendsk er

mai 28, 2020

Limafeløg um endurmenning og loysnir

mai 28, 2020

Týðandi at hava tað gott

mai 22, 2020