Hvør eri eg?  

juli 26, 2020

Partur av at vera menniskja er at hava eitt mál at samskifta við. Í málinum liggur møguleikin at siga, hvør eg eri, at ávirka persónlig viðurskifti og siga, hvat eg vil og ynski. Hóast hetta eru grundleggjandi mannarættindi, eru borgarar í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleika at menna eitt samskiftismál – teknmál, alternativt samskifti ella aðrar samskiftishættir.

Karlstad-modellið  

Fyri summarfrítíðina sendu seks mammur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum opið bræv um børn í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi tilboð at menna samskifti teirra. Talan er um Karlstad-modellið. Víst varð á, at ein vegleiðari í Karlstad, ið arbeiðir triðjuhvørja viku, ikki er nøktandi.

Børnini fáa ikki nøktandi hjálp, og tey, sum fáa hjálp, fáa ov fáar tímar. Netverkini millum avvarðandi og fakpersónar eru samstundis um at syndrast, tí Karlstad ráðgevin hjá Sernámi ikki fær tíð at gera og menna uppgávuna.

Tá ið talan er um at menna samskifti, hava summi brúk fyri einum mennandi tilboði í longri tíð ella alt lívið. Hugvekjandi vísir brævið á, at almenna skipanin handfer børn ymiskt. Tað er munur á, hvørjar tænastur og hvør hjálp verður veitt einstøku børnunum.

 

Taluvenjing til fólk við afasi

Fólk við afasi fáa ikki nøktandi tilboð at menna talumálið aftur eftir t.d. blóðtøpp ella heilabløðing. Í samrøðu í Dimmalætting við Mariu Samson Christiansen, forkvinnu í Heilafelagnum, varð víst á, at tað er torført at siga, hvør hevur ábyrgd og, hvør eigur ella skal taka uppgávuna.

Manglandi hagtøl gera tað torført at lýsa økið, men grundað á tey tølini, ið hóast alt eru, og nakrar  sendingar hjá Kringvarpinum, komu Bjarta Hergeirsdóttir og Jutta Nielsen í nýggjari ritgerð til ta niðurstøðu, at tørvurin fyri taluvenjing hjá fólkum við afasi í Føroyum ikki verður nøktaður sambært teimum heimsfevnandi tilmælunum.

 

Teknmál

Fyri trimum árum síðani varð føroysk teknmál verðurkent sum føroyskt talumál. Nú trý ár eru liðin sigur Deyvafelag Føroya, at støðan er trupul. Tað er eingin skipað frálæra í teknmáli.  Í skúlunum verða deyv ikki undirvíst á teknmáli og í samband við tulking av samskifti, tíðindum og sjónvarpssendingum annars, eru ikki nóg mikið av tulkum í starvi at nøkta tørvin. 

Hóast Deyvafelag Føroya seinastu árini javnan hevur víst almennu myndugleikunum á hetta, eru viðursiftini heldur vesnað enn batnað.

 

Cochlair Implant

Tingmaðurin Steffan Klein Poulsen setti í vár landsstýrismanninum í heilsumálum spurning viðvíkjandi føroyingum, ið hava fingið Cochlair Implant (CI). CI er eitt tól, ið verður innopererað og skal geva deyvum ella tunghoyrdum møguleika at hoyra.

Sum tingmaðurin vísti á, so er eingin venjingar- ella menningarætlan fyri føroyingar við CI. Hetta ger, at tólið ikki fær fullan virknað og í ávísum førum miseydnast.

 

Samskiftisdepil

Samskifti er avgerandi liður í at gera fólk sjálvbjargin. MEGD hevur tí víst á manglandi ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

Vit hava í dag ein vælvirkandi Sjóndepil. Við honum sum fyrimynd eiga vit at arbeiða við at menna ein samskiftisdepil, har alternativir samskiftishættir verða mentir og styrktir. Talan er um avbjóðingar við hoyrn, talu og samskifti, rødd, manglandi minni, avbjóðingar við at lesa og skriva ella kognitivar avbjóðingar.

Ein samskiftisdepil hevði givið ymsu fakfólkunum innan økið møguleika at samstarva og eisini ráðgeva, veita hjálp og stuðul og at leggja ætlanir fyri menning við ítøkiligum, persónligum málum.

Hetta kann ikki bíða.

Nú nýggj tingseta byrjar, eigur hetta at vera partur av arbeiðinum. Ein partur liggur í nýggju lógini um almannatrygd og tænastur, sum skal hava nøktandi fígging fyri at virka.

Allir borgarar hava rætt til dagliga at uppliva mennandi samskifti.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024