Nýggjasta
Ráðgevandi nevndin hjá Brekumboðnum er nú sett

Nevndin skal virka sum eitt serligt netverk hjá Brekumboðnum. Brekumboðið kemur við sínum egnu úttalilsum, og hevur ábyrgdina av sínum virksemi. Tað er Brekumboðið, sum myndar stovnin alment, og Brekumboðið kann ráðføra seg við nevndina, áðrenn støða verður tikin til serligar trupulleikar ella prinsippiel mál.
Frá vinstru síggjast: Súsanna Funding, Rubek Lillaa, Svanna Dam Joensen, Eirikur í Jákupsstovu, Ása Olsen, Teitur Jóannesarson, Bartal Dahl Andreassen, Jenny í Heiðunum og Leif Olsen.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur út frá innkomnu tilmælunum frá viðkomandi pørtum valt hesi í ráðgevandi nevndina hjá Brekumboðnum:
- Umboð vegna løntakarar: Súsanna Funding, limur, og Bartal Dahl Andreassen, varalimur
- Umboð vegna arbeiðsgevarar: Svanna Dam Joensen, limur, og Jenny í Heiðunum, varalimur
- Umboð vegna kommunurnar: Jákup Foldbo, limur, og Ester Eysturskarð, varalimur
- Umboð vegna almannaøkið: Teitur Jóannesarsson, limur, og Leif Olsen, varalimur
- Umboð vegna heilsuøkið: Gudrid Nolsøe, limur, og Eydna Iversen Lindenskov, varalimur
- Umboð vegna skúlaøkið: Rubek Lillaa, limur, og Páll Mohr Joensen, varalimur
- Umboð vegna MEGD: Ása Olsen, føddur limur og forfólk í MEGD. Næstforfólkið verður valt í næstum.
Tey, ið verða tilnevnd í nevndina, skulu hava breitt innlit í tað økið, tey umboða, eins og innlit í viðurskifti sum serliga eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek.
Endamálið við ráðgevandi nevndini er at vera eitt sambindingarlið millum Brekumboðið og teir ymisku áhugabólkarnar á økinum, og at geva Brekumboðnum faklig ráð, íkast og sjónarmið í arbeiðinum at styrkja rættindini hjá fólki, ið bera brek.
Landsstýrismaðurin hitti fyrr í vikuni fleiri frá nýggju nevndini, har høvi var at skifta orð um uppgávurnar hjá nevndini og hjá Brekumboðnum.
Nevndin fer í næstum at skipa seg, so hon kann fara undir sítt virksemi.
Seinastu tíðindi

Ráðgevandi nevndin hjá Brekumboðnum er nú sett
Fíggjarpolitiskt regluverk
