Altjóða dagur teirra, ið bera brek, stroymdur

desember 3, 2020

3. desember var altjóða dagur teirra, ið bera brek. Dagurin varð hátíðarhildin við at varpað ljós á týdningin av sjálvbodnum arbeiði. Í hesum sambandi varð tiltakið í MEGD-húsinum stroymt umvegis heimasíðuna.

Øll eru vælkomin! Trýst her og hygg eftir tiltakinum.

Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu føroyska samfelagið hevði verið, um ikki so nógv fólk vóru virkin í sjálvbodnum arbeiði, Hugsa um øll tey, sum hjálpa til í sjálvbodnum arbeiði millum børn, ung, vaksin og eldri í t.d. ítrótti,  samkomu- og kirkjuarbeiði og nógvum ymiskum felagsskapum

Hugsa um úrslitið av øllum tí sjálvbodna arbeiðinum. Átøk, sum stimbra trivnað og heilsu føroyinga til likams, sálar og anda eins og skapanar- og fatanarevni. Og so er tað alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í limafeløgunum hjá MEGD. Og vit hava onnur áhugafeløg eisini, sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði fyri at lívga og stuðla fólki, sum fáa eitt hvørt at stríðast við, tað veri seg brek ella sjúku.

Limafeløgini hjá MEGD gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri at betra umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Tey gera vart við viðurskiftini mótvegis tí politiska myndugleikanum.

Ikki minni týdningarmikið er tað persónliga sambandið við einstaklingar og avvarðandi, her tey veita stuðul og ráðgeving og veita soleiðis megd til at liva við avbjóðingum. Hetta ber til, tí tey sjálvi kenna avbjóðingina, tey eru avvarðandi, og tey arbeiða á økinum. Tey kunnu eisini vísa  á, at teirra arbeiði hevur givið ítøkilig úrslit.

Og satt er tað, at saman eru vit sterkari. Sum føroyska orðatakið sigur Skjótari bera tveir fuglar í reiður enn ein. Øll, ið vilja geva nakað av sær sjálvum, kunnu vera við í sjálvbodnum arbeiði. Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera nakað.

Við hesum í huga var skráin við yvirskriftini “Týdningurin av sjálvbodnum arbeiði” hendan:

Kl. 19.00 varð byrjað at stroyma

  • Vælkomin – Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
  • Dagurin settur – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
  • Tónleikur - Bárður á Lakjuni
  • Hvat drívur verkið, og hvør er úrtøkan? Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata
  • Saman um eina góða søk – Jónvør Christiansen, aðalskrivari í MEGD

Sama dag varð nýggja MEGD-blaðið, við sama evni, borið út.

Vit vóna, at mong eru við og fáa íblástur til at gerast sjálvboðin.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024