Dugnandi sjálvhjálparbólkur

januar 5, 2021

Nýggjasta MEGD-blaðið liggur nú teldutøkt á heimasíðuni, og her kanst tú lesa greinina dugnandi sjálvhjálparbólkar, sum er samrøða við Karin Mariu Djurhuus. Hon sigur millum annað, at tað er umráðandi, at avvarðandi fáa hjálp til at seta síni egnu mørk, tá ið tey eru fyri óvirðiligari atferð uttan at skula fáa ringa samvitsku. Her skal vera javnvág ímillum at seta sítt mark og samstundis vera ein stuðul hjá tí, ið hevur sálarsjúku. Vit mugu ikki ganga og sláa okkum sjálv á heysin og halda, at vit eru egoistisk, tá ið vit seta mørk. Tað ræður hinvegin um at ansa sær sjálvum fyrst fyri at kunna ansa einum øðrum, sum er raktur av sálarsjúku. Tú letur teg fyrst í tína egnu iltmasku, síðani hjálpir tú hinum, sum tey siga í flogfari.

Orð og mynd: Sonne Smith

Karin Maria Djurhuus, býr í Havn, og hon tekur bachelorútbúgving sum námsfrøðingur samstundis við, at hon arbeiðir við børnum og ungum, ið hava verið fyri umsorganarsviki og sett heiman. Harumframt arbeiðir hon sum fotografur

Fyri einum 20 árum síðan var greitt, at beiggi Karina Mariu Djurhuus hevði sálarsjúkuna skizofreni.

Karin Maria sigur, at tað kann vera slítandi sálarliga, tá ið arbeitt verður við menniskjum við serligum tørvi, um tú ikki dugir at brúka tey røttu amboðini til at veita umsorgan og hjálp.

Tá ið Karin Maria ikki arbeiðir við menniskjum, dámar henni væl at fara inn í tann kreativa heimin, og har er myndatøka eitt, sum hon hugsavnar seg um.

- Eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan kreativitet. Tað hevur við vissu givið mær víðfevnt frírúm, har eg fái borið hugsan og kenslur fram, sigur Karin Maria.

Hon hevur arbeitt hjá fotografunum Per á Hædd og Sunrid í Gong í Havn, har hon er enn viðhvørt. Annars er hon fotografur hjá KMD-foto. Í framtíðini ætlar hon at brúka myndatøku umframt annan kreativitet sum amboð í arbeiðinum, tá ið bachelorútbúgvingin er lokin.

 

Ræðandi røddir

Karin Maria Djurhuus kennir eina kvinnu, ið var innarliga í viðurskiftinum hjá sjálvbodna áhugafelagsskapinum í Sinnisbata, felagnum hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

- Tá ið tú verður bangin, reagerar tú í angist, og tá ið tú hoyrir nakað negativt, verður tú sjálvandi kløkkur, keddur og, ja ... fert í sjálvverju og kann tískil gerast í øðini, tú verður tikin sum ein hóttan, men tað kann hin persónurin, ið ikki hevur hesa sjúkuna, ikki vita.

Her sipar Karin Maria til seg sjálva og foreldrini, men eisini til fólk í býnum, og sum persónurin hevur borið seg at, hevur gjørt sítt til at skapa eina mynd av honum soleiðis, at fólk eru farin at seta forvitnar spurningar. Hóast Karin Maria einki hevði sagt, so kundi hon og fólk annars vera fyri álvarsligum ákoyringum frá honum oman yvir seg. Hetta vísti seg at vera røddir, sum bara hann hoyrdi. Yvirhøvur vóru tað háðandi orð, og hetta var veruligt í hansara sinni, og veruleikin stendur púra klárur fyri okkum, ið ikki hava sálarsjúkuna. Um nú onkur stóð hinumegin Steinatún, kundi hann hoyra sovorðið fyri sær sum, tín rukka, tín ónytta, tín nalvaskoðari, og hetta kundi síðani vekja hansara angist, og at hann fór at bera seg ósømiliga at. Tað sama kann henda, tá ið hann hevur útvarpið frá, har okkurt, sum er ímóti hansara andaligu virðum, verður varpað út, tí hann kennir á sær, at tey tosa um seg í útvarpinum.

- Eg skilji eisini væl, at fólk, sum ikki kenna hann, verða bangin, men tað skal altíð sera lítið til at fáa hann at sissa seg aftur. At fara upp at munnhøggast og fara í sjálvverju ger bara ilt verri, og tá ið hann síðan kemur heim til sín sjálvs aftur, hevur hann rættiliga brúk fyri at tosa við onkran, tí tá veit hann, at hann hevur sagt og gjørt okkurt, ið betur var ósagt og ógjørt. Eftir sita stór skuldarkensla, skomm og angist. Hann verður ógvuliga keddur og byrgir seg viðhvørt inni við hús, og einsemið tekur valdið á honum.

Karin Maria vildi fegin vera um beiggja sín, mest sum systir, men eisini av áhuga fyri tí økinum. Ein áhugi, ið er komin av sær sjálvum. Hon hevur so at siga altíð havt tað í sær, og tað varð eisini eitt starv, ið fall henni natúrligt, serliga eftir at hon sjálv, 22 ára gomul varð mamma fyrru ferð og seinnu ferð 25 ára gomul. So hon veit, hvat tað ber í sær, og nú verður hon skjótt námsfrøðingur, so áhugin fyri yrkinum er kjølfestur.

- Tey bestu ráðini, eg nakrantíð havi fingið í sambandi við at blíva mamma fyri fyrstu ferð, vóru frá beiggja mínum, hann veit mangt, sum eg annars ikki visti, at hann visti. 16 ár seinni kann eg standa sum eitt býtt og nústani hava fingið tað við. Ráðini frá beiggja mínum vóru: minst til nógv eygnasamband, tað er sera týdningarmikið hjá soni tínum, og tað er ein tann týdningarmesta meginreglan í námsfrøðini, tá ið talan er um tilknýti at næsta umsorganarpersóninum hjá einum barni.

 

Skizofreni

Karin Maria fer í huganum mong ár aftur í tíðina. Tá ið tað varð greitt, at beiggi hennara hevði sálarsjúkuna skizofreni.

- Vit tosa um nógv ár aftur í tíðina, eini 20 ár ella meir, og tá í tíðini vistu vit onnur lítið um hetta við sálarsjúku. Tað varð gjølla kannað bæði so og so, hvat tað kundi vera, ið feilti beiggjanum, sigur Karin Maria. At hoyra orðið skizofreni tóktist ógvuliga óveruligt og álvarsligt.

Tey avvarðandi fingu at vita, at tað æt eitt, og so æt tað eitt annað. Karin Maria gekk hetta tíðarskeiðið á HF, har hon hevði sálarfrøði sum valgrein, og hon fór síðani at leita sær vitan um sálarsjúkur. Hon átti bara ein beiggja – eitt systkin – so at hon varð av sær sjálvum drigin upp í tilgongdina. Tað ljóðaði ógvisligt hjá henni og foreldrum hennara, at beiggi hennara, sum í dag er 45 ára gamal og seks ár eldri enn systurin, hevði fingið diagnosuna skizofreni, merkt av paranoia. Men samstundis við at atburðurin hjá beiggja hennara fekk eitt navn, gav alt betri meining. Allar tvístøðurnar, ið høvdu verið teirra millum, skuldsetingarnar um bæði eitt og annað, sum kundu enda rættiliga harðliga, og eisini fráboðanir frá fólki, ið kendu beiggja hennara.

- Eg minnist, tá ið eg í 2003 sat á einum starvsfólkafundi saman við 12 øðrum, at ein starvsfelagi skelkaður greiddi frá eini serligari hending í SMS, har ein maður hevði staðið og rópt og skrálað út til fólk. Eg spurdi starvsfelagan um útsjónd og aldur, og eg visti alt fyri eitt, at talan var um beiggja mín. Eg veit ikki, hvat kom yvir meg, eg kundi havt látið sum einki, soleiðis at fundurin kundi byrja, men við allari skommini, eg fyrr hevði havt av, at beiggi mín skikkaði sær soleiðis, sum eingin skilti nakað av, skuldi steðga júst har. So eg segði róliga við starvsfelagan, at maðurin, ið talan var um, var beiggi mín. Eg sá starvsfelagan hokna niður í stólin, og hann bað meg síðan umbera seg. Tað var frá hesi løtu, at eg gjørdi av at gerast opin og erlig um hesa sálarsjúku, sum beiggi mín hevði. Ein rættvísiskensla um at varpa ljós á hetta tabu, soleiðis at fólk vórðu betur upplýst um, hvat summi menniskjur noyðast at fara ígjøgnum, fortelur Karin Maria.

 

Sjálvhjálparbólkurin

Karin Maria leitaði eftir upplýsingum um sálarsjúku fyri at kunna seg um, hvussu tað virkar hjá einum, ið hevur sálarsjúku. Henda áðurnevnda daman bað Karina Mariu um at koma upp í ein sjálvhjálparbólk hjá Sinnisbata, har hon var við fyri umleið tveimum árum síðan. Hon veit ikki, um hon hevði komið so langt, um hon ikki varð biðin um at koma upp í henda sjálvhjálparbólkin fyri avvarðandi hjá sálarsjúkum.

- Tað er nakað serligt at hoyra sovorðið sum: Hygg her, vit hava henda bólkin, tað hevði verið deiligt, um tú vart við, tí at tú kanst siga frá tínum royndum við beiggja tínum um hesa diagnosuna, sum hann fekk. Tá ið eg gekk í sjálvhjálparbólk, hevði beiggi mín havt tað gott leingi, og hetta kundi eisini gera sítt til at styrkja vónina hjá hinum avvarðandi í bólkinum.

Í hesum sjálvhjálparbólkinum vóru foreldur og makar hjá sálarsjúkum umframt børn. Onkur mamma har eigur ein son við akkurát sama slag sjúkueyðkennum sum tey hjá beiggja Karinu Mariu. Mammurnar har høvdu sett seg inn í viðurskiftini, men tað var skilligt, at tær stríddust við ómegd, tí at eigur tú eitt barn, ið hevur ilt, so vilt tú sjálvandi sum foreldur hjálpa barninum. Tú vilt sjálvandi fegin hjálpa barninum. Tú vilt hava barnið frískt aftur, men akkurát hetta við skizofreni ella sálarsjúkum yvirhøvur er torført. Tann avvarðandi er fullkomiliga hjálparleysur. Tú kanst ikki leggja eitt plástur á heilan. Tí er tað av stórum týdningi, at avvarðandi læra seg at veita umsorgan upp á ein heilt annan máta, enn tey kanska eru von við, tí tað kann kennast ónatúrligt og fremmant. Spurningurin er tó, um ein megnar hetta uttan stuðul og hjálp frá serkønum fólkum. Tað er ikki nóg mikið, at har bara verður útflýggjað heilivágur, og tú verður lagdur á goymslu. Øll menniskjur duga okkurt, og tey kunnu tí geva samfelagnum sítt íkast, og teimum nýtist tí ikki at verða mett sum ein samfelagsbyrða.

 

Dyggur førningur

Karin Maria heldur, at í bólkinum varð vitan henni ein dyggur førningur. Hetta snúði seg um beiggja hennara, sum virkaði upp á ein ávísan máta, men við sjúkuni fert tú at kenna persónin upp á ein heilt annan máta.

- Tá ið eitt menniskja, sum vit elska og eru góð við, hevur tað ringt sálarliga, vilja vit sum avvarðandi gera alt fyri at hjálpa, men sum avvarðandi er tað ofta ógvuliga torført at vita, hvussu vit kunnu hjálpa. Samstundis hevur sálarsjúkan broytt nógv, og vit hava merkt sorg, ómegd og ørkymlan. Tí meini eg, at tað er sera týdningarmikið at leita sær vitan og hjálp og ikki minst eisini at fylla tangan hjá sær sjálvum viðhvørt.

- Eg føldi meg syndraða millum kærleika til beiggja mín og ótta ella andstygd fyri sjúkuni.

Áðrenn beiggi hennara fekk diagnosuna, hevði hann havt tað ringt leingi. Karin Maria sat bara har á síðulinjuni sum avvarðandi og kendi seg hjálparleysa. Atburðurin hjá beiggja hennara hevði við sær, at nógvar misskiljingar og tvístøður vóru teirra millum, áðrenn diagnosan varð staðfest.

- Tá ið beiggi mín fekk diagnosuna skizofreni, vóru vit øll sjokkerað, hóast vit vistu, at har var okkurt heilt galið við honum. Men samstundis noyddust vit at taka støðu til nógv nýtt og ókent. Eitt umskifti á leiðini var, tá ið beiggi mín flutti út frá foreldrunum og skuldi búgva á einum stovni, har onnur við sálarligum avbjóðingum búðu, og dugnalig fólk við vitan og royndum tóku sær av honum. Sum frá leið vórðu foreldrini og eg innkallað til ein kunningarfund um skizofreni, og tað var ein stór hjálp at skilja, hvat tað var, sum beiggi mín fór ígjøgnum kensluliga, og hvat vit kundu gera fyri at hjálpa.

Vitanin ger sjálvandi ikki tann sálarsjúka frískan, men vitanin ger, at ein kann vera betur búgvin sum avvarðandi til at skilja støðuna. Tað í sjálvum sær ber í sær, at ein kennir seg meiri mótstøðuføran.

 

Bakbrot

Tá ið Karin Maria fór upp í sjálvhjálparbólkin, hevði beiggi hennara eitt sera gott tíðarbil. Hann hevði verið "frískur" rættiliga leingi. Hann var komin so mikið væl fyri seg, at hann kundi arbeiða aftur. Hann hevði fingið eitt stað at búgva í fyri seg sjálvan. Hann hevði ein hund at taka sær av. Hann kom so mikið langt, at hann helt, at hann var frískur. Men vónin varð í so sterk, tí hann vrakaði heilivágin, men tað varð eitt stórt bakbrot. Karin Maria fór at síggja nøkur tekin um, at har var okkurt, sum ikki kendist rætt.

Hon sigur, at tað var nakað galið við eygunum í honum, sum fyrst fekk hana at undrast. Nakrar dagar seinni tosaði hann nokk so maniskt við hana um ymist. Hetta kendi hon so líðandi rættiliga væl á honum.

- Stutt eftir hetta prátið, ringdi beiggi mín við grátirødd av Deild 2. Hann var so keddur um at hava skuffað meg og familjuna, nú alt hevði gingið so væl leingi, og hann lovaði, at hann skuldi aldrin gera tað aftur. Hann hevur tað heilt ókey til dags dato og arbeiðir aftur. Beiggi mín manglar ikki likamliga styrki og er tí raskur at arbeiða, og intelligensinum feilar als einki. Eg haldi ofta, at hann er for klókur.

Men tá ið tað nú er heilin, sum stýrir øllum funktiónum, kann tað vera ringt hjá honum at vera saman við øðrum menniskjum og tí eisini møtimikið at gera nakað liðugt, til dømis eina útbúgving. Hann kann vera nógv at síggja úti ymsastaðni, gongur sær langar túrar, keypir sær ein kaffimunn í býnum og roynir annars at bjóða sær sjálvum av, men yvirhøvur sæst hann einsamallur. Hann hevur tó vinfólk, sum vitja av og á, og tað er hann sera fegin um.

 

At vera systir

- Lívið hevur í sjálvum sær avbjóðingar við sær, og soleiðis man vera hjá teimum flestu. Eg kann millum annað hava mína egnu gerandiskreppu, passa mítt arbeiði, hava kekk á børnunum og heiminum og gera skúlating samstundis við, at eg má vera har fyri beiggja mín. Tað kann stundum vera avbjóðandi, men eg havi lært, at eg má sjálv syrgja fyri at hava tað gott, áðrenn eg kann lata nakað av míni hjálp víðari.

Um ta neyvu kensluna av at vera systir og bróðir og foreldur sigur Karin Maria:

- Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at eg eri systir hansara og ikki ein, ið spælir sálarfrøðingur, tað er ov mikið stívt. Eg skal eisini vera ein systir, ið kemur til at trína skeivt viðhvørt, ein, sum irriterar hann við ósemju, ein, sum kann siga tað, sum systrar nú vanliga siga, og at eg ikki fari við honum sum eitt prosjekt. Ta uppgávuna eiga tey serkønu. Tey kunnu veita nógva hjálp, og meginparturin liggur í teirra hondum, men tey fáa ikki veitt umsorgan upp á sama máta, sum tann treytaleysi kærleikin í familjuni kann geva.

 

Ein heilt annar persónur

- Altso, tey vita væl, at hetta er ikki tann persónurin, tey kendu fyri 20 árum síðan, tí tá var hann fyrikomandi – tað er hann enn – men hann var meira úti og hevði vinir, hann hevði einki problem við at vera millum fólk tá.

Hon tekur dømi sum, at tú hevur ikki eitt brotið bein, tú hevur ikki eitt plástur á heilanum sum so. Tað er øgiliga ringt at síggja. Tú heldur, at tú møtir einum púra normalum menniskja, sum ikki hevur eina sjúku, men tá ið tú fert at síggja nøkur fyribrigdi, sum ikki stemma, so veitst tú, at her er ikki alt í lagi.

Í sjálvhjálparbólkinum føldi Karin Maria fyri tveimum árum síðan, at tað var ein successøga, tí hon sá einki bakkast akkurát tá, og samstundis føldi hon eisini, at hennara foreldur áttu at sitið har í sjálvhjálparbólkinum. Hon hevði viljað, at foreldrini vóru við fyri at síggja, at hini hava akkurát tað sama at savna seg um. Tað er tíverri soleiðis, at tá ið ein verður sálarsjúkur, ella sjúka í øllum høpi verður verulig, so ávirkar tað øll í familjuni. Munurin við sálarsjúkuni er tó, at tað kann vera rættiliga møtimikið at vera saman og vera fyri órímiligari atsókn.

- Tað er umráðandi, at avvarðandi fáa hjálp til at seta síni egnu mørk, tá ið tey eru fyri óvirðiligari atferð uttan at skula fáa ringa samvitsku. Her skal vera javnvág ímillum at seta sítt mark og samstundis vera ein stuðul hjá tí, ið hevur sálarsjúku. Vit mugu ikki ganga og sláa okkum sjálv á heysin og halda, at vit eru egoistisk, tá ið vit seta mørk. Tað ræður hinvegin um at ansa sær sjálvum fyrst fyri at kunna ansa einum øðrum, sum er raktur av sálarsjúku. Tú letur teg fyrst í tína egnu iltmasku, síðani hjálpir tú hinum, sum tey siga í flogfari.

Ongum nýtist at flýggja undan hesum trupulleikanum, tí at hjá foreldrum er tað ein ræðuligur ósigur at skula staðfesta, at eitt barn hjá teimum er so illa fyri, at tað klárar ikki at virka í samfelagnum. At barnið hjá tær, sum tú hevur lagt so nógva vón og væntan í, verður so avbyrgt og stigmatiserað, at tú skammast.

Vit hava sæð nógvar filmar um skizofreni, og tað hevur gjørt sítt til at skapa nógvar fordómar um sjúkuna. Tað er ræðumyndin, vit seta í samband við diagnosuna og gloyma, at síggja tann veruliga persónin aftanfyri sjúkuna.

  

Tey hættisligu rúsevnini

- Har hugsi eg, at rúsevnir, eitt nú hassj, gera sítt. Eg sá fleiri tannáringar fyrr sita og anda gass og lím í seg. Hesi ungu – ein serligur bólkur – funnu upp á ymist ... eg haldi, at rúsevni hava øgiliga nógv at siga í hesum sambandi.

Karin Maria sigur, at beiggi hennara hevur í tíðarbilum havt ógvuliga ilt við at trívast sosialt. Tað vil siga, at hann er komin í skeivt umhvørvi og helst ikki hevur havt dirvi til at vera í einum øðrum umhvørvi, so hann er lopin úr einum avskeplaðum umhvørvi í eitt umhvørvi, sum hon ikki vil staðfesta sum sunt ella ósunt. Í trúðarbólkinum, har hann er nú, hevur hann sum so mong onnur, ið eru niðurbundin í tí hættisliga umhvørvinum, funnið og fingið hjálp.

Bróðurin hevur listarligar gávur. Hann yrkir nógv. Hann er stuttligur. Hann hevur humor, og satt at siga er hann háintelligentur, sigur systurin og brosar. - Eg havi undirmett hann í nógv ár.

 

Eitt mark má vera

Róa Midjord er forkvinna í Sinnisbata. Hon veit, at Karin Maria er opin um sjúkuna, sum beiggi hennara hevur, og hon veit, at Karin Maria hevur verið virkin í sjálvhjálparbólkinum hjá Sinnisbata, og tí bjóðaði hon Karini Mariu at vera við í bólkinum. Tað eru sum nevnt eini tvey ár síðan, men Karin Maria hevur einki ímóti at halda fram í bólkinum, tó at hon hevði viljað, at tað var meiri bólkað og ikki so blandað. Mann kann fara eina ferð um vikuna, ella hvat tykist hóskandi hjá einum avvarðandi, og at tað verður hildið við líka.

Karin Maria var ikki beinleiðis tyngd av beiggja sínum, tá ið hon fór upp í sjálvhjálparbólkin, tí tað gekst væl hjá honum akkurát tá, men tá ið hann var fyri afturfalli, varð torførari.

- Hann er beiggi mín, mín einasti beiggi. Eg havi ikki systkin at tosa við um hetta. Eg kann tosa við míni vinfólk um støðuna, men tey eru ikki líka so innblandað, sum eg eri. Eg kann tosa við míni foreldur, men tað fyllir so nógv frammanundan, at tað er eingin grund til at leggja tað aftrat.

Beiggi Karina Mariu ringir av og á til hennara, men hon dugir eisini at siga frá, tá ið hon ikki orkar at tosa. Hann ringir viðhvørt, tí hann er komin í stríð við antin mammu ella pápa.

- Har má eg viðganga, at eg megni tað ikki, og tað er eisini ókey, at eg seti mark fyri, og tá sigi eg týðiliga við hann: Eg orki ikki at taka hetta upp beint nú, eg orki ikki hetta prátið, og tað er har, at eg eri góð við meg og sigi, at eg megni ikki hetta beint nú, kunnu vit taka tað ein annan dag?

Hetta hevur hon ikki dugað fyrr, sigur hon, og tí druknar hon viðhvørt í neyðini hjá einum øðrum. Hon ivast ikki í, at yvirhøvur duga fólk at sympatisera, men tað kann henda, at tú druknar saman við tí, sum ikki hevur tað gott.

Eg eri virkiliga góð við teg, tú ert beiggi mín. Eg vil fegin taka hetta prátið upp eina aðru ferð, eg hopi ikki, at tú følir teg frávístan, tað er bara tað, at tú mást eisini virða mítt mark. Tað kann gerast ein ónd ringrás, um tú ikki setir mark og sigur higartil og ikki longur.

- Ikki fyri at taka mótið frá nøkrum, men eg haldi, at einasti mátin tú kanst hjálpa einum, ið hevur sálarsjúku, er at vera til staðar, geva eitt sindur av tíni tíð, lurta og kanska endurtaka tað, sum viðkomandi sigur soleiðis, at tey hoyra, at tú lurtar.

 

Á vardum bústað

Beiggi Karina Maria er við í tí psykiatrisku skipanini, har heilivágur verður útflýggjaður. Hann tosar við sálarfrøðing og sálarlækna av og á, hann býr á einum vardum bústað, og hann hevur fólk, sum hann kann kalla á. Hon dugir ikki at siga, um heilsuverkið er nóg gott, hvat psykiatriini viðvíkur, men hon heldur, at nakað bendir á, at her er okkurt, sum haltar hjá okkum.

- Hvussu gera tey niðri til dømis? Hvussu ber tað til, at summi, sum hava fingið hjálp niðri, klára seg so nógv betur? Hví koyra vit sjúklingar niður til Danmarkar? Altso, okkum manglar veruliga førleika á hesum øki.

Karin Maria veit, at psykiatriin her hjá okkum er undirmannað, og at tilfeingið samanlagt kundi verið betri. Hon leggur kortini dent á, at vit liva í einum vælferðarsamfelag, og vit fáa annars nógv frá Almannaverkinum.

 

Tað positiva heldur enn tað negativa

Karin Maria Djurhuus heldur, at tá ið tú hevur áhuga, og tá ið tað er ein, ið stendur tær nær, so er tað ógvuliga umráðandi at vera sterkur kensluliga, og tað ber væl til í einum bólki, sum veit, hvussu tú hevur tað, sum veit um tað, tú hevur upplivað í tínum uppvøkstri saman við einum persóni, ið hevur hesa sjúkuna.

- Nakað veit eg á økinum, og hetta er mær ein týðandi vitan, sum eg kann koyra víðari. Tað kann vera so einfalt sum at siga: Halt kipp, tú dugir væl at syngja, tú dugir væl at skriva, altso, vit eru góð við teg, eg eri so stolt av tær, tú hevur øgiliga nógvar góðar eginleikar fyri tað, um tú hevur eina diagnosu, so komið og finnið teir fram og gerið meira við tað.

Karin Maria Djurhuus er sannførd um, at tað er so neyðugt at síggja tað positiva heldur enn alt tað negativa.

Meira kunning um sálarsjúku á heimasíðuni sinnisbati.fo

MEGD-blaðið kanst tú lesa her.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024