Føroysk list í New York

februar 17, 2021

14. februar er Valentinsmessa, og tá verður fokus sett á kærleikan. Í ár setti felagsskapurin Positive Exposure seg í samband við MEGD um at fáa føroyska list við til eina framsýning í New York, og Verkstaðið Vón ivaðist ikki um luttøkuna.

Í februar fekk MEGD ein forkunnugan fyrispurning, tá ið myndamaðurin Rick Guidotti og felagsskapurin Positive Exposure fregnaðist um, hvør føroysk list kundi vera við í framsýning 14. februar, á Valentinsmessu, í New York.

Skjótt bar til at bera boðini víðari til Verkstaðið Vón við spurninginum, um tey kundu vera við. Játtandi svar koma skjótt og 14. februar vóru myndirnar handan hav og við í framsýningini í eystur Harlem. 

Tey, ið hava evnað myndirnar til eru: Bárður Nybo, Inga Maria Danielsen, Eyðna Rasmussen, Hildur Stakksá, Jón Kári Poulsen, Jón Gregersen, Rúni Jacobsen, Ólavur Eliasen og Hans Jákup Bárá.

Positive Exposure arbeiðir fyri einum meira fevnandi heimi við myndum, undirvísing, framførslum og list sum heild. Tey samstarva við feløg, felagsskapir, skúlar, sjúkrahús o.o. um allan heim. Slagorðið er, at tað er í ymisleikanum, at vit finna vakurleikan. Í ár valdu tey at seta fokus á kærleikan 14. februar.

Her ber til at síggja livandi myndir frá framsýningini.

Her ber til at síggja myndirnar, ið eru við.

Tú ert vælkomin at vitja heimasíðuna positiveexposure.org at lesa meira um arbeiði teirra. MEGD takkar Verkstaðnum Vón fyri gott samstarv og vakrar myndir. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024