Góðan kvinnudag!

mars 8, 2021

Í dag er 8. mars og altjóða kvinnudagur. Hesin dagur er ásettur av ST fyri at varpa ljós á javnstøðu og ofta manglandi rættindi hjá kvinnum um allan heim.

Myndina tók Rick Guidotti

Í Føroyum hevur stríðið um javnrætt týdning á fleiri økjum. MEGD arbeiðir fyri, at tey, ið bera brek, skulu liva eitt lív á jøvnum føti við onnur. Kvinnur, ið bera brek, kunnu og vilja vera tilfeingi í felagsskapinum og samfelagnum sum heild.

Føroyar tørvar hagtøl. Um vit hyggja at donskum tølum, so hava vit onga orsøk at halda, at tað hevði sæð øðrvísi út við føroyskum tølum. Men tað vita vit ikki.

Um vit taka donsk tøl, so hevði verið ynskiligt, at støðan var øðrvísi.

Um tú ert kvinna, og samstundis bert brek, fært tú færri tilboð um kanning fyri krabba, tú fært færri tilboð um arbeiði og ert í størri vanda fyri at uppliva harðskap.

Javnstøða hevur stóran týdning – eisini á brekøkinum.

Sif Holst, sum er næstforkvinna í DH, sigur: „Hvørki tað at vera kvinna ella tað at bera brek átti at ávirka møguleikarnar fyri at liva eitt gott, trygt og meiningsfult lív. Tíverri viðvirka bæði kyn og diagnosa til eina dupulta stigmatisering. Eina stigmatisering og ójavna, sum vit eiga at basa."

Um vit aftur hyggja eftir donskum tølum, har vit mangla føroysk, so vísir kanning frá 2018 um trivnað hjá børnum og ungum, at 55% av gentum, ið bera brek, trívast verri enn tær, ið ikki bera brek. Tølini fyri dreingir, ið bera brek, er sama tal 36%. Fyri gentur, ið ikki bera brek, er talið 31%.

Bara 29,5% av kvinnum, ið bera brek, eru á arbeiðsmaknaðinum, fyri menn, ið bera brek, er sama tal 35,8%.

Gott hevði verið við føroyskum tølum, so vit kenna støðuna her - bæði fyri kvinnur og menn.

So leingi, kunnu vit bara brúka útlendsk tøl. 

Góðan kvinnudag!

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024