Tryggja børnum og ungum luttøku

mars 23, 2021

Hvussu tryggja vit okkum, at børn og ung, ið bera brek, eru við og kunnu siga sína hugsan og verða hoyrd? Hetta var yvirskipaði spurningurin á norðurlendskum netfundi í dag.

Netfundurin tók støði í grein 7 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið ber brek, og grein 12 í Barnarættindasáttmálanum.

Í grein 7 við yvirskriftini Børn, ið bera brek, stendur,

  • at limalondini (Føroyar) skulu taka øll neyðug stig til tess at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum. Í øllum atgerðum, sum víkja at børnum, ið bera brek, skal tað, ið best tænir barninum, vera fremsta atlit. Limalondini (Føroyar) skulu tryggja, at børn, ið bera brek, hava rætt til frítt at siga frá sínum áskoðanum í øllum málum, sum viðvíkja teimum, at teirra áskoðanir fáa hóskandi atlit samsvarandi aldri og búningarstigi á jøvnum føti við onnur børn, og fáa hjálp samsvarandi breki og aldurstigi at fremja tann rætt í verki.

Í grein 12 í Barnarættindasáttmálanum stendur,

  • at luttakaralondini (Føroyar) skulu tryggja einum barni, sum er ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið; dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er.

Tað hevur týdning, at øll børn og ung, ið bera brek, fáa møguleika at taka lut.

Í dag á fundinum varð ein nýggj frágreiðing, sum Nordens Velfærdscenter, NVC, hevur staðið fyri, løgd fram. Frágreiðingin byggir á týdningarmiklu rættindi hjá børnum og ungum at tala lut, at siga sína hugsan og at verða hoyrd í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja teimum. Endamálið við frágreiðingini er at útvega vitan um, hvussu hesi rættindini verða tryggjað fyri børn og ung, ið bera brek, í Norðurlondum.

Tað er Merethe Løberg, ráðgevi hjá NVC, sum hevur staðið fyri at savna tilfar m.a. frá serfrøðingabólki, har MEGD var við. Bólkurin veitti vitan innan gransking og góð boð uppá, hvussu inklusjón og luttøku verður tryggjað fyri enn fleiri børn og ung. Í frágreiðingini verður víst á vanligastu avbjóðingarnar, ið børn og ung møta, tá ið talan er um at taka lut á ymiskum økjum.

Tú ert vælkomin at lesa frágreiðingina her.

Frágreiðingin vísir millum mangt annað á, at góð sosial sambond og møguleikar at taka lut og at ávirka hava alstóran týdning fyri eitt gott barna- og ungdómslív. Børn og ung, sum hava góð sosial sambond, fáa stuðul frá familju, møguleikar at taka lut og at verða hoyrd bæði heima og í skúlanum, hava betri sálarheilsu.

Tó vísa Norðurlendskar granskingar, at tað er ein gjógv millum møguleikarnar, ið børn og ung, ið bera brek, hava, og teir møguleikarnar onnur børn og ung annars hava í gerandisløtum. Børn og ung, ið bera brek, vísa sjálvi á munin í møguleikum at taka lut.

Í dag vóru góð boð upp á, hvussu hetta kann handfarast. Tað, sum tó hevur størsta týdningin er, at vit síggja avbjóðingina, so vit kunnu gera nakað við hana.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024