2: Tí eru vit sjálvboðin

mars 23, 2021

"Tí eru vit sjálvboðin" var yvirskriftin í nýggjasta MEGD-blaðnum, har limafeløgini settu orð á, hví tey gjørdust sjálvboðin. Sjálvbodna arbeiðið í limafeløgunum hevur ósigiligan týdning fyri samfelagið alt. Komandi vikurnar hoyra vit limafeløgini svara, og í dag er tað Autismufelagið, Blindafelagið og Diabetesfelagið.

Autismufelagið

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Vit brenna fyri at gera mun, og finna gleði í at hjálpa øðrum í somu støðu.

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Tað er mennandi og spennandi at fáa innlit í autismuøkið og at røkka ymsum úrslitum, t.d. Tann góða tilgongdin. Tað gevur áræði at halda fram. 

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Ymsar fyrilestrar, útferð og jólahald fyri familjunum, morgunmat og netverksbólkar fyri foreldur, ráðgeving eftir førimuni. Vit eru eitt áhugafelag. 

 

Føroya Blindafelag

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Vit gera sjálvboði arbeiði, tí at vit halda, at tað ger mun fyri limir okkara og avvarandi teirra.

Tá ið ein sær úrslit av sjálvbodna arbeiðinum, so kveikir tað hugin at halda á, og hjá fleiri av okkum er hetta hjartamálið, at blind og sjónveik skulu hava røddir, sum tala teirra søk saman við fakkunnleikanum á blindaøkinum í Føroyum.

Meira enn 80 prosent av limum okkara eru eldri enn 80 ár, so aldurin avmarkar, hvussu virknir okkara limirnir eru, men vit skipa javnan fyri kaféfyrilestrakvøldum við nógvum ymiskum føroyskum fyrilestrahaldarum og onkrum donskum eisini, og bæði limir og avvarðandi dámar hesi tiltøkini sera væl.

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Av tí, at limirnir eru eldri og haraftrat rættiliga sjónveikir ella blindir, so er umráðandi, at tiltøk, sum vit skipa fyri, verða hildin í kendum og væl atkomuligum umhvørvi, og har er Sjóndepilin okkara oasa, her vit kenna okkum trygg og kunnu slappa fulkomiliga av. Av tí sama eru tey flestu tiltøkini hjá okkum av sosialum slag, har fyrst og fremst limirnir sleppa at hugna sær og tosa við onnur í somu støðu, og hjá teimum avvarðandi er tað líka so umráðandi at vera við og kunna tosa við onnur avvarandi. 

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Vit hava eisini gjørt eitt sindur við at gera lýsingar, bæði til útvarp og sjónvarp, har ljós verður varpað á ymiskar støður, sum eru truplar hjá blindum og sjónveikum. Vit hava eitt nú víst á, hvussu tey, ið síggja, kunnu veita eina hjálpandi hond, og her hava vit eina greiða fatan av, at hesar lýsingar hava riggað væl, tí vit hoyra javnan, at fólk gera vart við, at tey hava antin sæð ella hoyrt boðskapin í lýsingunum.

 

Diabetesfelagið

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Nevndin í Diabetesfelagnum er samansett av fólki, ið hava diabetes, avvarðandi og fakfólki. Hetta ber í sær, at drívmegin fyri arbeiðinum er ymisk. Felags fyri øll er, at vit vilja geva av okkara royndum við diabetes og vilja arbeiða fyri, at korini hjá teimum, sum hava diabetes í Føroyum, skulu vera so góð sum gjørligt.

Tey, sum liva við diabetes, umboða best limirnar soleiðis, at tey best vita, hvussu tað er at hava eina kroniska sjúku sum diabetes og vita hvørjar avbjóðingar, tað hevur við sær og eru sosatt talurør fyri bólkin. Bæði tá ið talan er um typu 1 og typu 2 diabetes er umráðandi at næstu avvarðandi kenna sjúkuna og í ein ávísan mun kenna ta viðgerð ella lívsstíl, sum teirra avvarðandi skulu liva við. Tað at vera avvarðandi hjá fólki við typu 1 diabetes kann vera serliga avbjóðandi, serliga tá ið talan er um børn. Fakfólk hava ofta eitt lítið sindur øðrvísi perspektiv, so til samans er nevndin fjølbroytt, men øll arbeiða og brenna fyri sama endamáli.

Hví halda tit fram við sjálvbodnum arbeiði? 

Fyrst og fremst tí, at arbeiðið er innihaldsríkt. Jú longri ein er við og kemur inn í arbeiðið, bæði tjóða og altjóða, jú meira áhugavert og dragandi verður tað. Lívið hjá fólki við diabetes skal vera so gott sum yvirhøvur til ber!

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Vit senda m.a. limum okkara blaðið hjá danska diabetesfelagnum, sum kemur út fýra ferðir um árið. Blaðið hevur nógvar góðar greinar um t.d. nýggjastu viðgerðir, samtalur við fólk, ið hava diabetes, uppskriftir o.a. Haraftrat leggja vit okkum eftir at skipa fyri einum trimum ella fýra tiltøkum fyri limirnar um árið. Endamálið er upplýsing og eisini at eggja til eitt slag av sjálvhjálparbólkum, t.v.s., at fólk í somu støðu, t.d. við typu 2 diabetes, avvarðandi, foreldur at børnum við typu 1 diabetes o.s.fr., møtast og tosa saman. Vit hava skipað slíkar bólkar saman við t.d. einum fakfólki, sum hjálpir bólkinum at fara gjøgnum evni, sum tey í felag hava valt.

Vit hava eisini onkuntíð havt legur fyri børn við familjum og fyri ung.

Tíðirnar broytast, og fólk søkja sær í størri og størri mun vitan á netinum, eisini eldri fólk. Tí miðar Diabetesfelagið eftir at fara at brúka Facebook  meira og haraftrat heimasíðuna, sum hevur ligið í dvala, og gera hana meiri áhugaverda og nýtiligari. Hetta arbeiðið fer í gongd í næstum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024