Atkomuligar matstovur fáa lykil

juni 23, 2021

Allan juni mánað 2020 sendu fólk MEGD uppskot um atkomuligar matstovur í Føroyum. Við átakinum ynskti MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll.

Ein nevnd varð sett at meta um innkomnu uppskotini, samstundis sum eitt uppsøkjandi arbeiði varð gjørt. Í nevndini sótu Levi Hanusarson, Poula Reinert Olsen, Eyðun Hansen, Sonja Tausen og Ása Dánjalsdóttir, umframt forkvinnan og aðalskrivarin hjá MEGD.

Tey fýra atlitini vóru: Góð atkoma, atkoma til vesi, møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her laktosu- og glutenfrían mat, og góð parkeringsviðurskifti.

Hesi atlit hava sum heild stóran týdning. Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.

1. juli 2020 vóru atkomuligu matstovurnar kunngjørdar á móttøku í MEGD-húsinum. Tær fingu viðurkenning fyri góða atkomu við einum lykli, ið varð settur á høvðusdyrnar á matstovuni. Lykilin vísir nú gestunum, at matstovan er atkomulig.

Vert er eisini at nevna, at um ein matstova flytir í onnur høli, har atkoman ikki er í lagi, so flytir lykilin ikki við.

Megd ynskir enn einaferð at takka matstovunum fyri góða atkomu. Hetta gera vit við litfagra lyklinum, sum Mikkalina glas hevur gjørt.

Vónandi finna matstovurnar eitt gott og sjónligt pláss til lykilin.

Við vónríkum kvøðum og ynskjum um eitt gott summar fyri øll.

 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024